← Løgtingsmál

52-104/2022

Heimildir til kommunur á bústaðarøkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
104.22 Svar frá I. D. Strøm til J. Joensen - Heimildir til kommunur á bústaðarøkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 01.06.2023
J. nr.: 23/11786-8
Svar upp á fyrispurning nr. 52-104/2022 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinnu frá Jóhannisi Joensen løgtingsmanni um heimildir til kommunur á
bústaðarøkinum
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar
kommunum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg fyri at fáa fleiri bústaðir
kring alt landið?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar
kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi?
Svar:
Til spurning 1:
Tað er ein av okkara týdningarmestu uppgávum at virka fyri, at øll hava møguleika at útvega sær ein
hóskandi bústað. Tí var at broyta lógina fyri Bústaðir eitt tað fyrsta, ið varð gjørt í
samgonguskeiðinum. Framda broytingin gav Bústøðum fríari ræsur at byggja fjølbroyttar bústaðir
kring landið, uttan krav um privatar íleggjarar og vinnuligt avkast. Í næstum er ætlanin at víðka
heimildirnar fyri samstørvum enn meir, við at geva kommununum heimild við Bústøðum at stovna,
byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg. Soleiðis fáa vit vónandi enn fleiri við at nøkta
ovurstóra tørvin á bústøðum. Einki er at ivast í, at tað hevur skund at útvega fleiri bústaðir. Tí verður
uppskotið væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst.
Til spurning 2:
Samstundis sum vit mangla nógvar bústaðareindir, standa hús tóm nógva staðni í landinum. Millum
annað av teirri orsøk varð avtalað í samgonguskjalinum, at heimild skuldi gevast kommununum at
áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi. Harafturat skal heimild
eisini gevast kommununum at áseta bústaðarskyldu. Hesin spurningurin hoyrir undir málsøkið hjá

-- 1 of 2 --

landsstýrismanninum í lógarmálum. Upp á fyrispurning hevur Løgmálaráðið upplýst, at ætlanin er at
leggja lógaruppskot, sum skal heimila kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar,
sum ikki búgva í kommununi, fyri Løgtingið í næstu tingsetu, tvs. tingsetuni 2023.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

-- 2 of 2 --
104.22 Spurningur til I. D. Strøm frá J. Joensen - Heimildir til kommunur á bústaðarøkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Heimildir til kommunur á bústaðarøkinum
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum
heimilar kommunum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg
fyri at fáa fleiri bústaðir kring alt landið?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum
heimilar kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum
ikki búgva í kommununi?
Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum eru nevnd fleiri góð átøk, sum skulu gerast á bústaðarøkinum við
tí endamáli at nøkta stóra bústaðartørvin og minka talið av tómum bústøðum kring
landið.
Fleiri av átøkunum leggja upp til at geva kommununum fleiri heimildir, og til hetta
krevjast eisini lógarbroytingar.
Fyri at fáa at vita nær uppskot til lógarbroytingar verða løgd fyri Løgtingið, verða hesir
spurningar settir.
Á Løgtingi, 19. mai 2023
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --