← Løgtingsmál

52-103/2022

Føroyska rossið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
103.22 Svar frá H. Hoydal til J. Joensen - Føroyska rossið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Tinganes • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 66 00 • Email: uvmr@uvmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. mai 2023
J. nr.: 23/11505-2
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-103/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um
føroyska rossið
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ynskir landsstýrismaðurin at varðveita føroyska rossið?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa lógarverkið soleiðis, at til ber at útflyta føroyska rossaslagið,
soleiðis at lættari er at varðveita slagið?
Svarað verður undir einum:
Málið um at varðveita tað føroyska rossið hevur fyrr verið umrøtt á tingi; víst verður til svar upp
á § 52a-fyrispurningar nr. 52-068/2020 og 52-069/2021 frá ávikavist Ingilín Didriksen Strøm,
løgtingskvinnu, og Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, har neyvari verður greitt frá trupulleikum
og avbjóðingum, tá ið um føroyska rossið ræður. Somuleiðis verður greitt frá átøkum, ið eru ella
verða sett í verk til tess at varðveita føroyska rossið.
Í stuttum kann kortini sigast, at støðan hjá føroyska rossinum er sera trupul, og at
høvuðstrupulleikin er, at tað eru ov fá fólk í Føroyum, sum vilja hava føroysk ross. Føroysk ross
minka støðugt í tali, og í løtuni eru færri enn 100 ross. Sambært FAO skal talið av aliryssum upp
um 1000, skal stovnurin ikki vera hóttur.
Tað er tískil greitt, at skal føroyska rossaslagnum vera lív lagað, skulu fleiri átøk setast í verk.
Eitt átak er at bera so í bandi, at føroysk ross kunnu útflytast. Heilsufrøðiliga starvsstovan er
farin undir at fyrireika neyðugu lógarbroytingarnar, men talan er um rúgvusmikið arbeiði, ið
væntandi fer at taka drúgva tíð. Tað ber tí ikki til at siga meira neyvt, nær tað fer at bera til at
útflyta føroysk ross.
Føroya løgting hevur tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (The Convention on
Biological Diversity), og við hesum eru Føroyar bundnar at tryggja lívfrøðiligt margfeldi. At
varðveita tað føroyska rossið er tískil eitt mál, sum viðvíkur okkum øllum, og sum vit mugu
fremja í felag.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 22. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
103.22 Spurningur til H. Hoydal frá J. Joensen - Føroyska rossið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Føroyska rossið
Spurningar:
1. Ynskir landsstýrismaðurin at varðveita føroyska rossið?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa lógarverkið soleiðis, at til ber at útflyta
føroyska rossaslagið, soleiðis at lættari er at varðveita slagið?
Viðmerkingar:
Málið um føroyska rossið hevur verið til viðgerðar fleiri ferðir í miðlunum. Tað eru
uml. 80 ross eftir av føroyska slagnum. Hetta merkir, at vandi er fyri at føroyska
rossið doyr út. Um ikki lógarverkið verður snikkað til at loyvi verður at ala aðra staðni
enn í Føroyum, er vandin størri. Innannøring kann gerast ein avbjóðing.
Eisini liggur ein stór byrða á áhugaðum í Føroyum, at tað bara er teirra uppgáva og
ábyrgd at varðveita føroyska rossið.
Spurningurin er, um hetta ikki eisini er ein uppgáva fyri føroyska samfelagið, eins og
vit vilja varðveita føroyska bátin, dansin, sangin v.m.
Í dag loyvir lógarverkið ikki aling av føroyska rossinum úti í heimi. Tí verður hesin
fyrispurningur settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 17. mai 2023
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --