← Løgtingsmál

52-102/2022

Føroyskt í Føroya Rætti

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
102.22 Svar frá B. K. Petersen til A. Olsen - Føroyskt í Føroya Rætti.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Box 64 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 30. mai 2023
J. nr.: 23/11259-2
Viðgjørt: JAK
Nr. 52-102/2022
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52-102/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason
Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um føroyskt í
Føroya Rætti
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er arbeiðið byrjað við at fáa føroyskt sum formligt rættarmál í Føroya Rætti?
2. Um ja, nær verður hetta arbeiðið liðugt?

-- 1 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/3
Svar
Til nr. 1
Sambært § 190 í rættargangslógini fyri Føroyar er føroyskt høvuðsmálið í Føroya Rætti, men
danskt kann eins væl nýtast og føroyskt. Føroyskt er tí longu “formligt rættarmál” í Føroya Rætti,
hóast danskt eisini verður nýtt í ymiskum samanhangum.
Føroyskt er høvuðsmálið í sjálvum rættarsalinum í Føroya Rætti, og eingin føroyingur verður
noyddur at tosa danskt í rættinum. Hetta er galdandi bæði í sivilmálum og revsimálum.
Áður kom tað fyri, at vitnir og partar, ið hava føroyskt sum móðurmál, blivu spurd, um tey vóru
sinnað at tosa danskt í málum, har dómarin, ákærin ella verjin ikki hevði nøktandi kunnleika til
føroyska málið. T.d. í málum, har dómarin var ein setudómari úr Danmark, ella har ákærin var ein
avloysari úr Danmark.
Ein setudómari er ein dómari, sum ikki er í føstum starvi hjá rættinum, men sum kemur til Føroya
í eitt avmarkað tíðarskeið, tá rætturin hevur tørv á tí. Setudómararnir eru vanliga danskir, men í
dag verða næstan bara tilnevndir setudómarar, sum skilja føroyskt.
Í teimum heilt fáu førunum, sum enn eru, har ein ákæri, dómari ella annar luttakari í einum
rættarfundi ikki hevur nøktandi kunnleika til føroyska málið, er ein tolkur til staðar, sum kann týða
tað, ið verður sagt á føroyskum, til danskt. Áður hevur hendan uppgávan verið loyst heldur
tilvildarliga, men aftaná at nýggja rættargangslógin kom í gildi tann 1. januar 2021, er avtala gjørd
við ein fastan tolk. Eisini er avtala gjørd við ákæruvaldið um, at ákæruvaldið skal siga rættinum
frá, tá ið tørvur er á einum tolki.
Føroya Rættur og ákæruvaldið leggja sostatt altíð sítt arbeiði til rættis soleiðis, at eingir føroyingar
– tað veri seg vitnir, ákærd ella aðrir luttakarar í einum rættarmáli – verða trýstir til at tosa annað
enn sítt móðurmál í Føroya Rætti.
Tað er rætt, at partur av kunningini og samskiftinum hjá Føroya Rætti er á donskum. Rætturin er
t.d. knýttur at einari danskari telduskipan til málsviðgerð, og tí eru ymisk standardbrøv, sum
rætturin sendir út til sínar brúkarar, orðað á donskum. Dómar og aðrar avgerðir hjá Føroya Rætti
verða somuleiðis skrivað á donskum. Tað slepst illa undan hesum, tí Føroya Rættur er í dag partur
av donsku rættarskipanini, ið hevur danskt sum høvuðsmál. Dómar og avgerðir hjá Føroya Rætti
kunnu í hesum sambandi kærast til Eystara landsrætt (í ávísum førum eisini til Hægstarætt), og har
kann tað ikki á sama hátt væntast, at dómararnir skilja føroyskt.
Tað er tó ikki rætt, at øll kunning og alt samskifti hjá Føroya Rætti fer fram á donskum. Føroya
Rættur leggur dent á, at kunning til brúkarar hjá rættinum eisini er at finna á føroyskum. Sum dømi
kann nevnast heimasíðan hjá Føroya Rætti, sum eisini er tøk í einari føroyskari útgávu.
Annars kann eg nevna, at tað í dag eru 2 sorinskrivarar, 2 hjálpardómarar (retsassessorar) og 2
dómarafulltrúar í føstum starvi hjá Føroya Rætti.
Sorinskrivararnir hava báðir danskt sum móðurmál, men hava búð í Føroyum í nógv ár og eru
giftir í Føroyum. Hjálpardómararnir og dómarafulltrúarnir hava allir føroyskt sum móðurmál.
Sorinskrivararnir, hjálpardómararnir og dómarafulltrúarnir skilja øll føroyskt til fulnar.
Eg kann eisini nevna, at tá dómarastørv í Føroya Rætti verða sett, skal tað, sambært § 57, 4. pkt. í
rættargangslógini fyri Føroyar, m.a. verða hugt eftir, hvørjar førleikar umsøkjararnir hava at skriva

-- 2 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
3/3
og tosa føroyskt. Eisini skal tað verða hugt eftir, hvat innlit umsøkjararnir hava í føroyska lóggávu,
føroysk samfelagsviðurskifti og føroyska mentan. Tað sama er sambært § 83, stk. 2 galdandi fyri
dómarafulltrúastørv í Føroya Rætti. Hetta hevur sjálvandi við sær, at umsøkjarar, sum hava
kunnleika til føroyska málið og føroysk viðurskifti, hava ein fyrimun, tá hesi størvini verða sett.
Fyrr hevur tað kanska verið ein trupulleiki, at tað ikki hava verið so nógvir føroyskir umsøkjarar
til størv hjá Føroya Rætti og hjá ákæruvaldinum, og at tað av hesi orsøk fyrst og fremst hava verið
danir, sum hava myndað hesar myndugleikarnar í Føroyum. Hetta er tó ikki ein trupulleiki longur.
Tað eru nógvir føroyingar, sum í dag velja at lesa løgfrøði t.d. í Danmark.
Harafturat er sum kunnugt sett á stovn ein føroysk kandidatútbúgving innan løgfrøði á
Fróðskaparsetri Føroya, har tey fyrstu lesandi, sum hava verið gjøgnum alla útbúgvingina,
væntandi taka prógv næsta summar. Føroyska kandidatútbúgvingin gevur eisini hesum møguleika
at søkja starv í Føroya Rætti og hjá ákæruvaldinum.
Samanumtikið vænti eg tískil, at tað frameftir verða enn fleiri føroyingar at síggja í hesum
størvunum, og at tørvurin á tolki – sum frammanundan er heilt lítil – verður enn minni í framtíðini.
Eg kann at enda leggja aftrat, at mítt mál er, at rættarskipanin kemur á føroyskar hendur, og at
føroyskt verður rættarmál í Føroyum burturav.
Til nr. 2
Sí svarið til nr. 1.
Løgmálaráðið, 30. mai 2023
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
102.22 Spurningur til B. K. Petersen frá A. Olsen - Føroyskt í Føroya Rætti.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Føroyskt í Føroya Rætti
Spurningar:
1. Er arbeiðið byrjað við at fáa føroyskt sum formligt rættarmál í Føroya Rætti?
2. Um ja, nær verður hetta arbeiðið liðugt?
Viðmerkingar:
Kjak hevur tikið seg upp í seinastuni eftir, at grønlendska fólkatingskvinnan, Aki-
Matilda Høegh Dam úr Siimut tók orðið á grønlendskum í Fólkatinginum. Við hesum
vildi hon vísa á, at Grønland ikki er eitt javnsett land í ríkisfelagsskapinum við egnum
máli, mentan og søgu.
Stríðið fyri føroyska málinum hevur eisini verið langt og drúgt, men enn er langt á mál.
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 2022
stendur, at virkað verður fyri, at føroyskt verður formligt rættarmál í Føroya Rætti.
Í dag eru rættarskipanin og løgreglan felagsmál. Dómsvald og løgregla eru sera
týdningarmiklir stovnar fyri eitt hvørt samfelag. Sum ein liður í, at vit arbeiða fram
ímóti at fáa rættarskipanina á føroyskar hendur, er ein fyrsta treyt, at tað verður tosað
føroyskt í Føroya Rætti, og at føroyskt er formligt mál í Føroya Rætti.
Í dag kemur meir enn so fyri, at borgarar mugu tosa danskt í Føroya Rætti, tí dómarin
ella ákærin ikki skilja føroyskt. Tað eru støður, har ein føroyingur skal greiða frá
truplum, eymum og syrgiligum viðurskiftum á donskum. Tað kann til dømis vera at
greiða frá einari neyðtøku ella øðrum traumatiserandi hendingum, meðan tú samstundis
skalt hugsa um, hvussu tú orðar teg á einum øðrum máli enn tínum egna móðurmáli í
Føroyum. Hetta kann ganga rættartrygdini hjá okkara borgarum ov nær.
Í rættargangslógini stendur púra greitt, at føroyskt er rættarmál í Føroya Rætti, men
hóast hetta er er øll kunning og skrivligt samskifti frá ríksimyndugleikunum á donskum.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 16. mai 2023
Annika Olsen

-- 1 of 1 --