52-101/2022
Tannrøkt til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
101.22 Svar frá M. Stórá til A. Olsen - Tannrøkt til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 24. mai 2023 HMR j. nr. 23/10881 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurningur nr. 52-101/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um tannrøkt til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja, at eldri og avlamin, ið ikki megna at fara til tannlækna/tannrøktara fáa ein lógartryggjaðan rætt til hetta? 2. Hvussu nógvir borgarar fáa ikki tannrøkt í Føroyum orsakað av heilsustøðu? 3. Hvussu nógvir borgarar, ið eru avlamin og óhjálpin, fáa ikki tannrøkt í Føroyum? 4. Um hagtøl ikki finnast á hesum øki, vil landsstýrismaðurin so arbeiða fyri at kanna hesi viðurskifti? Svar: Til spurning 1 Eitt skipað tilboð um tannrøkt til eldri og avlamin, ið ikki kunnu nýta vanligu tannrøktaratilboðini, er ikki tryggjað við lóg í Føroyum. Eg haldi, at stig eiga at verða tikin til at kanna nærri, lýsa og viðgera við avvarðandi partar, føroyska tørvin á einum skipaðum tannrøktartilboði til eldri og avlamin. Til dømis í Danmark eru hesi viðurskifti lógartryggjaði. Í Danmark hava kommunurnar síðani 1994 skula veitt borgarum, ið ikki kunnu nýta vanligu tannrøktaratilboðini, tannrøkt – eisini rópt umsorganartannrøkt. Hóast viðurskiftini eru lógartryggjaði, kunnu viðurskiftini betrast í Danmark. Danska tannlæknafelagið hevur víst á, at sambært Danmarks Statistik ávístu kommunurnar einans 26.500 borgarar til umsorganartannrøktina í 2020. Tannlæknafelagið førir fram, at upp ímóti 41.562 eldri vanta at verða ávíst til umsorganartannrøktina og fáa tí ikki ta tannrøkt, tey hava rætt til. Omanfyrinevnda vitan og royndir, umframt vitan og royndir frá øðrum grannalondum, kunna og eiga vit at gagnnýta, um so er, at eitt líknandi tilboð skal veitast í Føroyum. Týdningarmikið er, at vit koma væl frá byrjan og viðgera millum annað innihald, vav, góðsku, atgongd, ábyrgdarbýti, íverksetan o.a. av einum tílíkum tilboði. Hetta eigur at verða gjørt við avvarðandi partar innan -- 1 of 2 -- heilsu-, almanna- og kommunalaøkið o.a., soleiðis at flest møguligir borgarar, ið hava tørv á tilboðnum, í roynd og veru verða ávístir og fáa tilboðið. Eg havi fingið undirtøku á landsstýrisfundi til at seta ein arbeiðsbólk innan tannlæknaøkið. Arbeiðsbólkurin skal koma við tilmæli um, hvussu børn og ung við serligum sjúkueyðkennum (syndrom) ella tannsjúkum kunnu loftast. Tá hetta arbeiðið er liðugt, eri eg sinnað í samráði við avvarðandi partar at hyggja at øðrum persónsbólkum, ið kunnu hava tørv á serligum tilboði, undir hesum eldri og avlamin. Til spurning 2 og 3 Tað finnast ikki skipað hagtøl fyri, hvussu nógvir borgarar ikki fáa tannrøkt, orsakað av heilsustøðu, avlamni ella óhjálpni. Sambært Heilsutrygd, ið umsitur heilsutrygdarlógina, sum heimilar ískoyti til gjald fyri viðgerðir hjá tannlækna, hava tey ikki beinleiðis knýti millum tannlæknarokningar og einstakar borgarar. Tey hava tískil heldur ikki yvirlit yvir, hvørjir borgarar hava verið ella ikki hava verið hjá tannlækna, t.d. tey seinastu 2-3 árini. Sjúkrahúsverkið hevur upplýst, at tey hava ikki skrásetingar um, hvussu nógv óhjálpin og avlamin ikki hava fingið viðgerð. Tannlæknafelagið hevur upplýst, at tað eru borgarar, ið av ymsum orsøkum ikki fáa tannrøkt, og talið er vaksandi. Felagið hevur tó ikki tøl, ið beinleiðis lýsa hetta. Leggjast kann afturat, at síðani 1991 hava tannlæknar í Føroyum skrásett øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglunum hjá Alheimsheilsustovninum (WHO). Við støði í hesum skrásetingum verður ein tannlæknafrágreiðing um kariesskráseting, ið er umbiðin av Heilsumálaráðnum, givin út annaðhvørt ár. Nevndin, ið ger frágreiðingina, vísir í fleiri av frágreiðingunum á, at eingi almenn hagtøl viðvíkjandi tannheilsuni hjá teim vaksnu eru til taks í Føroyum, og heitir á Tannlæknafelagið og privatu tannlæknarnar í samráði við Heilsutrygd um at fáa hesi til vega. Til spurning 4 Sum nevnt omanfyri til spurning 1, er ein arbeiðsbólkur settur innan tannlæknaøkið. Tá hetta arbeiðið er liðugt, ætli eg mær í samráði við avvarðandi partar at hyggja at øðrum persónsbólkum, ið kunnu hava tørv á serligum tilboði, undir hesum, hvussu vit frameftir kunnu fáa nøktandi hagtøl til vega. Heilsumálaráðið, 24. mai 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
101.22 Spurningur til M. Stórá frá A. Olsen - Tannrøkt til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Tannrøkt til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja, at eldri og avlamin, ið ikki megna at fara til tannlækna/tannrøktara fáa ein lógartryggjaðan rætt til hetta? 2. Hvussu nógvir borgarar fáa ikki tannrøkt í Føroyum orsakað av heilsustøðu? 3. Hvussu nógvir borgarar, ið eru avlamin og óhjálpin, fáa ikki tannrøkt í Føroyum? 4. Um hagtøl ikki finnast á hesum øki, vil landsstýrismaðurin so arbeiða fyri at kanna hesi viðurskifti? Viðmerkingar: Tanntøkt og møguleikin at fáa tannlæknaviðgerð er ein grundleggjandi rættur, sum vit ynskja at veita øllum borgarum í okkara samfelag. Vit hava ókeypis barnatannrøkt, sum umfatar børn upp til 18 ár, tí vit ynskja, at børn okkara hava góðar tenn, og at tannheilsan hjá okkara børnum er góð. Ert tú eldri enn 18 ár, hevur tú sum borgari møguleika at leita tær til tannlækna við jøvnum millumbili, tá tørvur er á tí, afturfyri eitt gjald. Verri er støðan hjá okkara eldri borgarum og fólkum, sum eru óhjálpin og avlamin. Í 2019 játtaði Tórshavnar býráð 200 tús. kr. til eina mobila tannlæknaeind til ellis- og røktarheimini, soleiðs at okkara gomlu kundu fáa tannrøkt og møguleika at fáa tannlæknaviðgerð. Avbjóðingin vísir seg nú at vera, at tað reisa seg nógvar lógartekniskar avbjóðingar um t.d., hvør skal taka sær av hesum á ellis- og røktarheimunum, og hvussu tannrøkt kann veitast til borgarar undir eitt nú heimatænastuni. Harafturat sita nógvir borgarar heima við hús, avlamin og óhjálpin og hava ikki eins góðar møguleikar at fáa tannrøkt, sum aðrir borgarar. Kanningar vísa, at góð tannrøkt er avgerandi fyri ein sunnan aldurdóm og fyri góða lívsgóðsku. Eldri fólk taka nógvan heilivág, sum eisini ávirkar teirra tenn, og sum fer illa við tonnunum við árunum. At hava góðar tenn er eisini umráðandi fyri føðsluna hjá eldri. I grannalondunum hjá okkum eru hesi viðurskiftini lógartryggjað, og tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í heilsumálum. Á Løgtingi, 11. mai 2023 Annika Olsen -- 1 of 1 --