← Løgtingsmál

52-100/2022

Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
100.22 Svar frá S. Stenberg til S. Bertholdsen - Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið 	24. mai 2023
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 	J.nr: 23/10863-4
110 Tórshavn 	Tygara skriv:
Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir
Thomsen
Nr. 52-100/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum, settur
landsstýriskvinnuni í almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær kann væntast, at heimið í Suðuroynni letur upp?
2. Hvussu nógv búpláss verða á heiminum?
3. Hvørjir borgarar fáa búpláss?
4. Hvussu nógv umlættingarpláss verða á heiminum?
5. Er ætlanin at hava annað virksemi á heiminum?
Til nr. 1
Tingingar hava verið millum Almannaverkið og útleigara um leigusáttmála fyri bygningin har
ætlaða virksemið skal vera, og eftir ætlan verður leigusáttmáli undirskrivaður í næstum.
Annað virksemi er í bygninginum í løtuni, og tá verandi virksemi er flutt út fyri
summarferiuna, verða neyðugar tillagingar gjørdar í bygningin, so at Almannaverkið kann
yvirtaka leigumálið síðst í 3. ársfjórðingi 2023 og væntandi byrja virksemið hjá
Almannaverkinum í 4. ársfjórðingi 2023.
Til nr. 2
Sum tekningarnar síggja út í løtuni, so eru tað tvær 2-rúms-íbúðir og fýra 1-rúms-íbúðir.
Tilsamans er talan um 7 pláss.
Til nr. 3
Ætlanin er, at bjóða borgarum, sum eru á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni, pláss. Her er talan
um borgarar við ymiskum diagnosum, sum vit meta kunnu trívast at búgva saman.
Tað er óvist, hvussu tørvurin fer at vísa seg at vera, men hugsanin er, at bústovnurin fer at
hava 5 búpláss og 2 umlættingarpláss.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 2
Til nr. 4
Almannaverkið metir, at tvey umlættingarpláss er hóskandi. Sí annars svarið omanfyri.
Til nr. 5
Í løtuni er ikki ætlanin at hava annað virksemi í húsinum.
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
100.22 Spurningur til S. Stenberg frá S. Bertholdsen - Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum
Spurningar:
1. Nær kann væntast, at heimið í Suðuroynni letur upp?
2. Hvussu nógv búpláss verða á heiminum?
3. Hvørjir borgarar fáa búpláss?
4. Hvussu nógv umlættingarpláss verða á heiminum?
5. Er ætlanin at hava annað virksemi á heiminum?
Tørvurin fyri varandi bústøðum til borgarar við avbjóðingum í Suðuroynni hevur verið eyðsýndur í
nógv ár, men ikki raðfestur. Av tí sama eru borgarar dotnir niður ímillum skipanir, og aðrir hava
búð á Suðuroyar sjúkrahúsi í mánaðir, tí einki tilboð hevur verið til teirra.
Onkur hevur verið noyddur at flyta av oynni til aðra oyggj, har viðkomandi hvørki hevur familju
ella privat netverk.
Undanfarni landsstýrismaður í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, raðfesti eitt nýtt heim í Suðuroynni
á fíggjarlógini fyri 2023, og valdi núverandi samgonga sjálvandi at varðveita og arbeiða víðari við
hesari týdningarmiklu raðfesting á fíggjarlógini fyri 2023, har 7,5 mill. kr. eru settar av til heimið.
Upprunaliga var ætlanin ein stovnur, sum skuldi hýsa 10 borgarum við seinheilaskaða,
menningartarni og við autismu, umframt at møguleiki skuldi verða fyri umlætting.
Nú er árið 2023 skjótt hálvrunnið og fólk, borgarar og avvarðandi, í Suðuroynni byrja at ótolnast
eftir at frætta nýtt frá hesi verkætlan, sum átrokandi tørvur er á. Tí seti eg hesar spurningar.
Á Løgtingi, 11. mai 2023
Súsanna Bertholdsen

-- 1 of 1 --