← Løgtingsmál

52-099/2022

Rúsandi heilivágur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
099.22 Svar frá M. Stórá til L. Weihe - Rúsandi heilivágur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 24. mai 2023
HMR j. nr. 23/10865
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurningur nr. 52-099/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um rúsandi heilivág, frá Liljan
Weihe, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu er býtið av diagnostiseringum av ADHD millum tað almenna og privatstarvandi
serlæknar?
2. Hvussu er býtið av útskrivaðum Ritalin og kopiheilivági millum tað almenna og
privatstarvandi serlæknar?
3. Í hvønn mun samstarvar almenni geirin við privatstarvandi serlæknar um diagnostisering og
viðgerð av ADHD?
Svar:
Til spurning 1
Heilsumálaráðið hevur ikki innlit í, hvat verður diagnostisera hjá privatpraktiserandi serlæknum í
Føroyum og kann tí ikki upplýsa, hvussu býti er av diagnostiseringum av ADHD millum tað
almenna og privatstarvandi serlæknar.
Tað er Landslæknin, sum sambært § 5 í autorisatiónslógini, hevur eftirlit við fakliga virkseminum,
ið m.a. verður veitt av løggildum heilsustarvsfólkum í Føroyum, eisini løggildum privatstarvandi
serlæknum. Løggild heilsustarvsfólk, ið starvast í Føroyum, hava sína løggilding frá Styrelsen for
Patientsikkerhed í Danmark. Eitt løggilt heilsustarvsfólk hevur skyldu til at lata Landslæknanum
frágreiðing og upplýsingar til eftirlitið hjá Landslæknanum, umframt viðvirka til, at eftirlitið verður
framt. Í sambandi við eftirlitið er møguligt at seta revsitiltøk í verk, t.d. við at avmarka virkisøkið
hjá viðkomandi ella í síðsta enda at taka løggildingina frá viðkomandi.
Til spurning 2
Talvan niðanfyri vísir, hvussu býtið er í prosentum millum tað sum læknar hava ávíst av heilivági í
ávikavist talgildu heilsuskipanini Cosmic og uttanfyri, tá ið talan er um ADHD heilivág, sum
inniheldur evnið methylphenidat (Ritalin og kopiheilivágur).

-- 1 of 2 --

Tá ið methylphenidat (Ritalin og kopiheilivágur) verður ávíst umvegis Cosmic, eru tað læknar, sum
arbeiða fast ella sum avloysarar/konsulentar í almenna sjúkrahúsverkinum ella í
kommunulæknaskipanini, sum bíleggja heilivágin.
Í teimum førum har methylphenidat (Ritalin og kopiheilivágur) verður ávíst uttanfyri Cosmic, er
ávísingin, í høvuðsheitum framd í sambandi við privat serlæknavirksemi í Føroyum. Harumframt
hava eisini serlæknar í t.d. Danmark, í minni mun ávíst heilivágin til borgarar í Føroyum.
Ár 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022
Serlæknar og læknar, ið ávísa
methylphenidat umvegis Cosmic
(Prosent av tí samlaða heilivágnum) 100,0 98,3 94,4 88,1 79,1 72,2 74,3
Serlæknar og læknar, ið ávísa
methylphenidat uttanfyri Cosmic
(Prosent av tí samlaða heilivágnum) 0,0 1,7 5,6 11,9 20,9 27,8 25,7
Sambært kunngerðini um sjúklingajournalir, sum er galdandi í Føroyum, er tað ikki eitt krav at øll
heilsustarvsfólk, t.d. privatstarvandi serlæknar, skulu skráseta heilsuupplýsingar í talgilda journal.
Upplýsingarnar kunnu eisini skrásetast í pappírsjournal.
Tá ið læknar skulu ávísa reseptheilivág (forskriftir) er støðan øðrvísi. Í oktober 2022 kom ein nýggj
kunngerð um forskriftir, heilivágsbílegging og skamtlutan í gildi, har tað er ásett, at forskriftir
(reseptir) skulu ávísast talgilt umvegis talgildu heilsuskipanina hjá heilsumyndugleikunum (í løtuni
er talan um skipanina Cosmic). Í somu kunngerð er eisini ásett, at Landsapotekarin kann geva
undantak frá kravinum, um serlig viðurskifti tala fyri hesum. Hendan møguleika hevur
Landsapotekarin brúkt, soleiðis at læknar, sum hava ávíst heilivág uttanfyri Cosmic, hava
møguleika at knýta seg í skipanina við eini rímiligari freist.
Tað er eisini vert at nevna, at tað er Landslæknin sum hevur eftirlit við ordinatiónunum hjá
læknunum. Heilivágur fyri ADHD er heilivágur, sum er undir serligum eftirliti, sambært § 4 í
“Kunngerð um forskriftir, heilivágsbílegging og skamtan av heilivági”. Apoteksverkið sendir
Landslæknanum yvirlit yvir allar útflýggjanir av § 4 heilivági.
Til spurning 3
Sambært Sjúkrahúsverkinum er onki skipað samstarv á psykiatriska økinum millum almenna geiran
og privatstarvandi serlæknar.
Heilsumálaráðið, 24. mai 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
099.22 Spurningur til M. Stórá frá L. Weihe - Rúsandi heilivágur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Rúsandi heilivágur
Spurningar:
1. Hvussu er býtið av diagnostiseringum av ADHD millum tað almenna og
privatstarvandi serlæknar?
2. Hvussu er býtið av útskrivaðum Ritalin og kopiheilivági millum tað almenna
og privatstarvandi serlæknar?
3. Í hvønn mun samstarvar almenni geirin við privatstarvandi serlæknar um
diagnostisering og viðgerð av ADHD?
Viðmerkingar:
Síðani 2016 er útskrivaða nøgdin av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági hækkað frá
8,4 samdøgursskamtum (DDD) til 31,9. Tað vil siga, at nýtslan er næstan fýrafaldað
uppá 7 ár. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í heilsumálum, Margit Stórá, í svari uppá
fyrispurning frá undirritaðu.
Samstundis sum nýtslan er vaksin frættist javnan, at alsamt fleiri ungir føroyingar
brúka reseptheilivág at rúsa seg við – serliga ADHD-heilivág, sum Ritalin og annan
kopiheilivág. Og nú er løgreglan eisini í miðlunum og greiðir frá, at tað er ein
vaksandi trupulleiki, at ung fólk koyra, meðan tey eru ávirkað av rúsevnum ella
heilivági.
Í fyrra svarinum frá landsstýrismanninum verður upplýst, at vit í Føroyum hava gjørt
av at brúka annan heilivág enn Ritalin og kopiheilivág fyri at minka um vandan fyri
skeivari nýtslu. Allíkavæl er nøgdin av Ritalin og kopiheilvági, sum kann brúkast at
rúsa seg við, nógv vaksin – frá 7,5 DDD (samdøgursskamtum) í 2016 til 17,3 í 2022.
Í svarinum verður eisini upplýst, at allir læknar kunnu útskriva ADHD-heilivág, men
bert serlæknar kunnu diagnostisera og seta viðgerðina í gongd. Í Føroyum fer hetta
fram bæði hjá almenna heilsuverkinum, men eisini á privatum viðgerðarstovum.
Tí er áhugavert at fáa upplýst, hvussu býtið millum tað almenna og privatar
viðgerðarstovnar sær út.
Á Løgtingi, 11. mai 2023
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --