52-098/2022
Økt rúskoyring seinastu árini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
098.22 Svar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 22. mai 2023 Mál: 23/10754-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-098/2022 Svar til § 52 a fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um økta rúskoyring seinastu árini Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað vísir seg, at tølini fyri tey, sum verða tikin fyri rúskoyring, eru hækkað munandi seinastu árini - serliga í yngra endanum? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk fyri at broyta hesa gongdina? Svar til spurning 1 Á aðalfundi hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í apríl varð kunnað um vaksandi trupulleikan við rúskoyring. Rúskoyring umfatar bæði koyring, har førarin er ávirkaður av rúsdrekka, og har førarin er ávirkaður av rúsevnum, ikki fyriskrivaðum heilivági o.tíl. Rúskoyring verður sum heild ikki góðtikin í dagsins samfelagi. Hetta er úrslit av m.a. áhaldandi rúsátøkum og løgreglueftirliti, men serliga broytingin í promillumarkinum hevur broytt nógv á økinum. Tó síggja vit nú tíverri eitt mótrák. Tølini fyri rúskoyring eru hækkað nógv seinastu fáu árini. Ikki einans í Føroyum, men eisini í londunum kring okkum. Hetta er nakað, sum vit, bæði avvarðandi myndugleikar og samfelagið sum heild, eiga at taka í størsta álvara, og eiga vit at seta tiltøk í verk fyri at fáa gongdina á beint aftur. Svar til spurning 2 Tað er ongin skjót loysn á hesum álvarsliga trupulleika. Ein hugburðsbroyting skal heilt víst til, og við at seta miðvíst inn við eitt nú upplýsing, røkka vit longst. Her er Ráðið fyri -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Ferðslutrygd ein týdningarmikil samstarvspartur, umframt at “Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar 2019-27” eisini er ein týðandi táttur, tá arbeiðið skal leggjast til rættis. Fyri fokusøkið “rúskoyring” í Ferðslutrygdarætlanini eru tvey deilmál og 11 tilmæli. Deilmálini eru, at talið av ferðsluvanlukkum við rúsdrekka/rúsevnum skal vera 30% lægri í 2027 í mun til tølini frá 2018, og at hugburðurin hjá føroyingum til rúsdrekka- og rúsevnakoyring skal fylgjast við framhaldandi hugburðskanningum. Ætlanin er eisini at endurskoða ásetingarnar í Ferðslulógini um rúsdrekkakoyring, frádøming og revsing. Um ein førari av einum akfari verður steðgaður við 0,2-0,5 í promillu, gevur hetta eina treytaða frádøming av førararættinum. Hetta kundi verið broytt til treytaleysa frádøming, eins og tað ger, tá promillan er yvir 0,5. Fær ein førari undir útbúgving bót fyri brot á ferðslulógina, fær hann avsláttur, og bótin fer niður í helvt. Henda avsláttarskipan verður nú endurskoðað. Leggjast kann afturat, at í næstum verða broytingar í Ferðslulógini sendar í almenna hoyring. Ein av ætlaðu broytingunum er kravið um luttøku á R/F-skeiði (skeið í rúsdrekka og ferðslu). Í dag eru tað bert fólk, ið missa koyrirættin vegna rúsdrekkakoyring, sum skulu luttaka á hesum skeiði, áðrenn tey kunnu taka koyrikortið aftur. Ætlaða broytingin hevur við sær, at skeiðið verður víðkað til eisini at fevna um fólk, sum hava mist koyrirættin vegna rúskoyring. Hetta loysir tó ikki verandi trupulleika, men kann vera við til at forða fyri, at slíkt hendir aftur. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
098.22 Spurningur til D. Holm frá Ei. í Jákupsstovu - Økt rúskoyring seinastu árini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Økt rúskoyring seinastu árini Spurningar: 1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað vísir seg, at tølini fyri tey, sum verða tikin fyri rúskoyring, eru hækkað munandi seinastu árini - serliga í yngra endanum? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk fyri at broyta hesa gongdina? Viðmerkingar: Um dagarnar hevur miðlaumrøða verið um, at talið á teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring, er hækkað munandi seinastu 5 árini. Hetta ger seg galdandi í flestu aldursbólkum, men sum skilst er tað serliga í yngsta endanum, at trupulleikin er vaksin. Tað kunnu sjálvandi vera nógvar ymiskar orsakir til hetta, men tað broytir ikki, at tað er ein gongd, sum ikki er gagnlig fyri okkara samfelag. Tað er hinvegin ein gongd, sum er beinleiðis vandamikil, og tað var í miðlaumrøðuni nevnt, at tað í løtuni nærum bert verður bíðað eftir næstu deyðsvanlukkuni, har rúsdrekka ella annar rúsur er partur av hendingini. Í hesum sambandi hevði verið áhugavert at vitað, um landsstýrismaðurin er tilvitaður um hesa gongdina, og um tað eru átøk, sum hann hevur í hyggju at fremja fyri at broyta gongdina. Á Løgtingi, 10. mai 2023 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --