52-097/2022
Viðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava húsast í Sjóvinnuhúsinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
097.22 Svar frá D. N. Joensen til A. Olsen - Viðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava húsast í Sjóvinnuhúsinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 22. mai 2023 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-29 100 Tórshavn Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-097/2022 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Joensen Nolsøe, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um viðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava húsast í Sjóvinnuhúsinum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør var tilgongdin, og hvør ynskti at uppsiga leigusáttmálan millum Fróðskaparsetur Føroya og Tórshavnar kommunu um Sjóvinnuhúsið? 2. Er nøkur loysn funnin til teir næmingar, ið ikki longur skulu húsast í Sjóvinnuhúsinum? 3. Tá umvælingin av høvuðsbygninginum er liðug, verður tá rúm fyri øllum næmingunum, ið hava verið í Sjóvinnuhúsinum? 4. Nær kunnu vit vænta, at nýggja Fróðskaparsetrið á Frælsinum verður liðugt, og hvat er hetta mett at kosta? 5. Hvør er støðan við Bologneavtaluni og at fáa Fróðskaparsetur Føroya altjóða góðkent? 6. Nær ætlar landsstýrismaðurin at skipa fyri einum aðalorðaskifti um Fróðskaparsetur Føroya í Løgtingium? Svar Til 1: Skúlabygningarnir á Frælsinum í Tórshavn innganga í kampusætlanina fyri Fróðskaparsetrið, so fyri at fremja kampusætlanina má landið ogna sær partin hjá kommununi í skúlabygningunum. Tað er nevniliga soleiðis, at bæði landið og Tórshavnar kommuna eiga skúlabygningarnar á Frælsinum, ið áður hoyrdu gamla Venjingarskúlanum og Føroya Læraraskúla til. Tað er matr. nr. 1017d og 1038b, ið landið eigur 60% av í samogn við Tórshavnar kommunu, umframt lonina á matr. nr. 1031a, ið kommunan eigur einsamøll. Mentamálaráðið, nú Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevði í eina tíð arbeitt við at ogna sær bygningarnar og fáa sett gongd á kampusætlanina, tá Tórshavnar kommuna bjóðaði sær til at gera gerðabýtið millum landið og kommununa, ið fevndi um skúlabygningarnar á Frælsinum. Uppskotið hjá kommununi gekk út uppá, at kommunan slapp burturúr leigusáttmálanum millum Fróðskaparsetrið og Sjóvinnuhúsið, ið var galdandi til 2027, afturfyri at landið yvirtók ognarpartin hjá kommununi í Venjingarskúlanum, og kommunan yvirtók skúlabygningin, auluna og ítróttahøllina uppi í Hoydølum. -- 1 of 3 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Seinni bleiv avtalan millum landið og kommununa broytt til eina keypsavtalu, har landið eftir ætlan keypir matr. nr. 1031a, umframt ognarlutin hjá kommununi í matr. nr. 1017d og 1038b, og at landið selur kommununi partar av matr. nr. 18 og 19 í Hoydølum, undir hesum auluna, skúlabygningin, ítróttahøllina og barakkina á Sanatoriivegi 11, 13, 15 og 17. Eitt metingarfólk hevur í hesum sambandi mett um virði á ognunum, sum eru partur av keypsavtaluni. Til 2: Í sambandi við høvuðsumvælingina og umbyggingina av skúlabygningunum á Frælsinum og stigvísa flyting úr Sjóvinnuhúsinum er greitt, at hølistørvurin hjá Fróðskaparsetrinum ikki gongur upp, uttan at onnur høli verða útvegaði fyribils. Talan er um skrivstovur, vanlig undirvísingarhølir, bólkarúm og serhølir til undirvísing. Ymiskir møguleikar hava verið umrøddir saman við Landsverk, men eingin endalig loysn er funnin. Ein møguleiki er at kanna, um til ber at seta upp ein fyribils skrivstovubýling (pavillon) á Frælsinum ella í nærumhvørvinum. Í skiftistíðarskeiðnum hevur Fróðskaparsetrið eisini tørv á serhølum til praktiskar venjingar og til simuleringsvenjingar innan heilsuútbúgvingarøkið. Tað er tí hóskandi at taka upp samráðingar við Heilsumálaráðið, um møguleikar eru fyri hesum í Eirargarði og har tilber at samstarva um høli og hentleikar. Til 3: Verkætlanin, at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, leggur í fyrstu syftu bert upp til at høvuðsumvæla og umbyggja verandi skúlabygningar. Hetta merkir, at fermetratalið verður neyvt tað sama sum í dag. Mett verður, at tað mangla umleið 2.000 m2 afturat fyri at hýsa øllum teimum lesandi og starvsfólkum, ið eru í Sjóvinnuhúsinum, umframt at umstøður til bólkarúm, fundarhøli, skrivstovur, starvsstovur og sosialar sonur, mangla. Nýggi felagsbygningurin tekur nógv av hesum trýsti, tá hann vónandi stendur liðugur um eini 4 ár. Til 4: Nýggja Kampus, umfatandi allar ætlaðar bygningar úr heildarætlanini frá 2018, kann vantandi standa liðugt í 2031-2032, um politiskur vilji og fígging er til ætlanina. Heildarætlanin leggur upp, til at byggja umleið 3 bygningar á umleið 20.000 m2 til samans og at høvuðsumvæla umleið 8.500 m2, umframt parkeringskjallara, ið ikki er nágreinaður enn. Metti kostnaðurin er samanlagt 1,2 mia. kr., men av tí at talan verður um bygging yvir eitt longri tíðarskeið, kemur talið vist at broytast vegna príshækkingar o.a. Til 5: Uttanhýsis eftirmetingin av Fróðskaparsetri Føroya inniheldur eina røð av tilmælum, m.a. eisini um arbeiðið við Bolognatilgongdini. Barna- og útbúgvingarmálaráðið er farið í samstarv við Fróðskaparsetur Føroya um at røkka hesum máli, og til hetta er ein stýrisbólkur settur, sum setir deilmál fyri hetta arbeiðið. Status er, at man innanhýsis á Fróðskaparsetri Føroya er komin heilt væl áleiðis viðvíkjandi góðskutrygging, og í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er ein førleikakarmur eisini við at vera liðugur. Eftir er so at undirskriva Lisabonavtaluna um sjálvvirkna viðurkenning av prógvum innan hægri útbúgving, sum er ein fortreyt fyri at kunna undirskriva Bolognaavtaluna, og at finna ein hóskandi leist fyri tann partin, sum snýr seg um uttanhýsis góðskutrygging. Stýrisbólkurin arbeiðir við at fáa hesi viðurskiftir í rætt lag. -- 2 of 3 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Her skal eisini viðmerkjast, at Bolognatilgongdin er, sum tað eisini liggur í orðinum, ein tilgongd, sum krevur eitt støðugt arbeiði við at styrkja tær hægri útbúgvingarnar og at innføra tann útbúgvingarpolitikk, sum annars verður viðtikin av londunum í tí evropeiska útbúgvingarverkinum fyri hægri útbúgvingar. Til 6: Eitt politiskt orðaskifti um hvørjar ætlanir vit hava við Fróðskaparsetri Føroya hevði verið kærkomið. Politiskt, koma ofta ynski um einstakar útbúgvingar, sum í politiska kjakinum ofta kemur at liva sítt egna lív. Hetta er ikki altíð í tráð við samfelagstørvir ella innanhýsis tørvir á Setrinum, og fyri summi av hesum hugskotum er eisni talan um kostnaðarmiklar útbúgvingar, og hevði tað tískil verið upplagt, at tikið eitt yvirskipað orðaskifti um hvat Fróðskaparsetur Føroya í framtíðini skal vera. T.d. er ein partur, sum snýr seg um kjarnufunktiónir í samfelagnum, sum Setrið eigur at vera við at lyfta, men síðan er tað eisini ein partur, sum snýr seg um, hvussu Fróðskaparsetur Føroya kann gera seg attraktivt í altjóða kappingini um lesandi, granskarar og undirvísarar. Til hetta orðaskifti kundi eg hugsa mær at sæð, hvat Setrið sjálvt situr við av tankum, so hetta kann ankrast í teirra strategiska arbeiði, har vit eisini fáa lýst, hvørjar møguleikar Setrið sær í evropeiskum skipanum, sum t.d. Erasmus+, v.m.. Men ein framtíðarætlan um Fróðskaparsetur Føroya er í stóran mun tengd at ætlanini um at byggja eitt kampus, og tí ætli eg mær at taka tað orðaskifti til heystar, tá ið arkitektakappingin er liðug, og eitt framtíðar universitetskampus er meira ítøkiligt. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
097.22 Spurningur til D. N. Joensen frá A. Olsen - Viðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava húsast í Sjóvinnuhúsinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Djóni Joensen Nolsøe, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Viðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava húsast í Sjóvinnuhúsinum Spurningar: 1. Hvør var tilgongdin, og hvør ynskti at uppsiga leigusáttmálan millum Fróðskaparsetur Føroya og Tórshavnar kommunu um Sjóvinnuhúsið? 2. Er nøkur loysn funnin til teir næmingar, ið ikki longur skulu húsast í Sjóvinnuhúsinum? 3. Tá umvælingin av høvuðsbygninginum er liðug, verður tá rúm fyri øllum næmingunum, ið hava verið í Sjóvinnuhúsinum? 4. Nær kunnu vit vænta, at nýggja Fróðskaparsetrið á Frælsinum verður liðugt, og hvat er hetta mett at kosta? 5. Hvør er støðan við Bologneavtaluni og at fáa Fróðskaparsetur Føroya altjóða góðkent? 6. Nær ætlar landsstýrismaðurin at skipa fyri einum aðalorðaskifti um Fróðskaparsetur Føroya í Løgtingium? Viðmerkingar: Í 2017 varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórhavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya um leigu av Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju. Hesin sáttmáli var galdandi fram til 2027, men er nú uppsagdur. Síðani sáttmálin varð undirskrivaður, hava Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi húsast í Sjóvinnuhúsinum saman við íverksetarahúsinum, Hugskotið, Filmshúsinum, Klippfisk, og Vinnuframa umframt øðrum vinnufyritøkum. Ein góð samanrenning av vitan, vinnu og íverksetan. Men nú er hesin sáttmálin uppsagdur, og tí er áhugavert at vita, um nøkur heildarloysn er funnin, nú næmingarnir í Sjóvinnuhúsinum eru vorðnir húsvillir. Í løtuni er ein verklagslóg til viðgerðar um at umvæla høvuðsbygningin á Frælsinum. Tá hetta arbeiðið er liðugt, er áhugavert at vita, um tað tá verður rúm fyri øllum næmingunum, ið hava húsast í Sjóvinnuhúsinum. Fróðskaparsetur Føroya hevur ikki nøktandi umstøður og húsast í dag í 10 ymiskum bygningum, ið liggja spjaddir kring allan býin. Hóast hetta hevur Fróðskaparsetur Føroya verið í stórari menning seinastu árini, og alsamt fleiri velja at lesa á Setrinum. Støðan er alt annað enn nøktandi, og tí er alneyðugt, at verulig ferð verður sett á at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur, eitt veruligt campus, á Frælsinum. Undir viðgerðini av verklagslógini um at umvæla høvuðsbygningin á Frælsinum spurdi undirritaða landsstýrismannin, um hann vildi skipa fyri einum aðalorðaskifti í Løgtingum um Fróðskaparsetrið um eitt nú útbúgvingarmøguleikar og framtíðarmøguleikar yvirhøvur. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 10. mai 2023 Annika Olsen -- 2 of 2 --