← Løgtingsmál

52-096/2022

Royndir við restum frá betongi til at kálka jørð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
096.22 Svar frá H. Hoydal til Ei. í Jákupsstovu - Royndir við restum frá betongi til at kálka jørð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Tinganes • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 66 00 • Email: uvmr@uvmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Tórshavn, tann: 15. mai 2023
J. nr.: 23/10840-2
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-096/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um
royndir við restum frá betongi til at kálka jørð
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat vístu royndirnar, sum í 2021 vórðu gjørdar við at brúka restbetong til at kálka jørð við?
2. Væntar landsstýrismaðurin, at hetta er ein loysn, sum føroyskir bøndur kunnu brúka til at økja
pH-virðið í jørðini og harvið fáa framleitt meira stráfóður við somu ella minni nýtslu av
innfluttum kunsttøðum?
Svarað verður undir einum:
Í 2021 fingu Búnaðarstovan og Umhvørvisstovan fyrispurning um møguleikan at royna at
gagnnýta betongrestir sum jarðarbót í slóttubøi, heldur enn at beina tær burtur.
Reinsað betong inniheldur í høvuðsheitum sand og væl av kálki, umframt ymisk sporevni, og
hugsanin var, at sandurin og kálkið kundu vera gagnlig jarðarábót í bønum. Eitt av ivamálunum
var tó, um eitt nú tungmetall í restunum høvdu skaðiligt árin á umhvørvið. Føroyskt jørðildi,
serliga mójørðin, er súrt og hevur ov lágt pH-virði í mun til støðið, ið er ynskiligt til tess at fáa so
góðan grasgróður og góða fóðurdygd sum gjørligt. Við at kálka jørðina ber til at hækka pH-
virðið til millum 6 og 7, ið er ynskiligt í góðum bøi til tess at fáa dygdargott stráfóður.
Á sumri í 2021 vórðu tí fýra teigar upp á góðar 1.000 fermetrar hvør lagdir av til royndarøki at
kanna ávirkanina av reinsaðum betongrestum. Lendið varð kannað, áðrenn farið varð undir
royndirnar.
Samanumtikið er torført at greina úrslitini, sum eisini væntandi var, tí skulu slíkar royndir vera
álítandi, er neyðugt at halda fram við teimum í longri tíðarskeið.
Tað er torført at meta um, hvørt tungmetall eru ein dálkingartrupulleiki útfrá hesi einstøku
royndini, tí úrslitini geva ongar greiðar ábendingar. Grassýnini vórðu tikin av líggjaskónum í
august 2021. Her kann ein ábending vera um, at árinið frá blandingini við betongrestum, N-P-K
og mykjutøðum kann geva orkuríkt stráfóður í mun til turrevnisnøgdina.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/2
Ein einstøk roynd av slíkum slagi yvir eitt so stutt tíðarbil kann kortini ikki nýtast sum
grundarlag undir eini støðutakan til, hvørt gagnnýtsla av betongrestum kann gerast ein háttur at
fremja ábøtur í slóttubøi.
Um áhugi er frá vinnulívinum fyri framhaldandi kanningum av slíkum slagi, er Búnaðarstovan
sum landbúnaðarmyndugleiki áhugað í framhaldandi samstarvi um hetta. Umhvørvisstovan er
málsøki hjá øðrum stjórnarráði og má tí svara fyri seg.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 15. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
096.22 Spurningur til H. Hoydal frá Ei. í Jákupsstovu - Royndir við restum frá betongi til at kálka jørð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Royndir við restum frá betongi til at kálka jørð
Spurningar:
1. Hvat vístu royndirnar, sum í 2021 vórðu gjørdar við at brúka restbetong til at
kálka jørð við?
2. Væntar landsstýrismaðurin, at hetta er ein loysn, sum føroyskir bøndur kunnu
brúka til at økja pH-virðið í jørðini og harvið fáa framleitt meira stráfóður við
somu ella minni nýtslu av innfluttum kunsttøðum?
Viðmerkingar:
18. juni 2021 var eitt innslag í Degi & Viku um royndir við at brúka restbetong til at
kálka jørð og á tann hátt hækka pH-virðið, so jørðin gerst minni súr og harvið betur
før fyri at taka taðingarevni til sín.
Greitt varð frá, at á fýra økjum á 1.000 fermetrar hvørt var ávikavist: 1) bara kálkað;
2) kálkað og taðað; 3) bara taðað; 4) einki gjørt.
Umboð fyri Búnaðarstovuna greiddi frá, at áðrenn annað varð gjørt, vórðu
moldroyndir tiknar í teimum fýra økjunum. Eftir slátturin skuldu síðani nýggjar
royndir takast fyri at síggja, um jørðin hevði tikið føðslu til sín, og skuldi hetta geva
fyrstu ábendingarnar um úrslitini av royndunum við restbetongi. Roknað varð tó ikki
við at síggja ordiliga ávirkan fyrr enn eftir eini fýra mánaðum, og tí skuldu
moldroyndir takast aftur á vári í 2022.
Víst varð á, at jørðin í Føroyum er ógvuliga súr, men at kálk kann lyfta pH-virðið, so
jørðin verður betur egnað til gras og grøði. Vónað varð, at royndirnar við restbetongi
kundu slóða fyri at fáa bæði meira og betri gras, og at fáa betri nyttu burturúr bæði
mykju- og kunsttøðum. Eitt úrslit av hesum kann so verða, at innflutningstørvurin
minkar á bæði stráfóðri og kunsttøðum.
Á Løgtingi, 10. mai 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --