52-095/2022
Sálarlig skaðastova
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
095.22 Svar frá M. Stórá til H. Pálsdóttir - Sálarlig skaðastova.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 22. mai 2023 HMR j. nr. 23/10808 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurningur nr. 52-095/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um sálarliga skaðastovu, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu gongur við fyrireikingunum av sálarligu skaðastovuni? 2. Nær kann væntast, at sálarliga skaðastovan letur upp? Svar: Til spurning 1 Fyrst og fremst vil eg gera vart við, at tað ikki verður arbeitt við at lata eina sálarliga skaðastovu upp á Landssjúkrahúsinum. Hinvegin verður arbeitt við at styrkja læknavaktina við psykiatriskum førleikum, so læknavaktin 1870 verður betur før fyri at hjálpa í sálarligum bráðstøðum. Hetta er eisini í samsvar við orðingina í fíggjarlógini fyri 2023. Eisini er hetta í samsvar við samgonguskjalið, har tað framgongur, at sálarligar og likamligar sjúkur skulu javnsetast. Um fólk í dag hava tørv á lækna, eftir vanliga arbeiðstíð, ringja tey til læknavaktina 1870. Hetta skal sjálvandi vera fyri øll, tað vil siga bæði fyri tey sum hava sálarligar, og tey sum hava likamligar trupulleikar. Eg meti ikki, at vit skulu seta í verk serskipanir fyri tey, ið hava sálarligar trupulleikar, men heldur innrætta skipanirnar soleiðis, at vit kunnu bjóða alt á einum stað – tað vil siga, at øll ringja til læknavaktina 1870. Fyrireikingarnar eru í gongd, og játtan er sett av til endamálið í fíggjarlógini fyri 2023. Upprunaliga uppskotið til loysn var eitt tilmæli í Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu frá 2018, men sambært Sjúkrahúsverkinum eru viðurskiftini hesi árini nakað broytt, m.a. er tað vorðið munandi torførari at fáa sjúkrarøktarfrøðingar, sum vóru ein partur av upprunaloysnini. Neyðugt er tí at gera nakrar tillagingar í mun til upprunaligu ætlanina. Ætlanin er at styrkja læknavaktina 1870 – sum skipanarliga hoyrir undir kommunulæknarnar - við førleikum og tilfeingi frá Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Hetta skal gerast í samstarvi partanna millum. -- 1 of 2 -- Nakað av virkseminum verður telefonisk ráðgeving, og arbeitt verður við at styrkja førleikarnar á hesum økinum. Til spurning 2 Væntað verður, at virksemið kann byrja til heystar. Heilsumálaráðið, 22. mai 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
095.22 Spurningur til M. Stórá frá H. Pálsdóttir - Sálarlig skaðastova.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Sálarlig skaðastova Spurningar: 1. Hvussu gongur við fyrireikingunum av sálarligu skaðastovuni? 2. Nær kann væntast, at sálarliga skaðastovan letur upp? Viðmerkingar: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at lata eina sálarliga skaðastovu upp á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, so at vit kunnu veita bráðfeingishjálp til teirra, ið tørva tað. At kunna veita sálarliga bráðfeingishjálp er ein liður í at javnseta sálarliga heilsu og kropsliga heilsu. Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, hvussu tað gongur við arbeiðinum við sálarligu skaðastovuni. Á Løgtingi, 10. mai 2023 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --