← Løgtingsmál

52-094/2022

Sandoyartunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
094.22 Svar frá A. V. Johannesen tilJ. Vestergaard - Sandoyartunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 094/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um Sandoyartunnilin
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Er ósemja ímillum P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil og arbeiðstakaran NCC um at gera
Sandoyartunnilin lidnan?
2. 	Drálar NCC við at gera Sandoyartunnilin lidnan, og um so er, hvør er orsøkin?
3. 	Sleppa undirarbeiðstakarar ikki fram at, fyrrenn NCC er liðugt við sítt arbeiði?
Svar:
Fyri at svara spurninginum havi eg vent mær til P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil. Partafelagið upplýsir
fylgjandi:
Til spurning 1
Arbeiðið at gera Sandoyartunnilin líður væl og tað er einki, sum bendir á, at tunnilin ikki verður liðugur
til sáttmálasettu tíðarfreistina. Tá slík stór arbeiðir verða gjørd, verður nærum altíð samskift aftur og fram
um ymiskt. Tað er í løtuni ikki nøkur ósemja um at gera sjálvan tunnilin lidnan.
Til spurning 2
Yvirskipað er sáttmálin millum byggiharran og arbeiðstakaran umfataður av ABF 06(Almindelige
Betingelser for arbejder og leverancer i byggeog anlægsvirksomhed), sum nágreinar samstarvið millum
partarnar. Vanligt er, at ein slíkur sáttmáli m.a. inniheldur tíðarfreistir fyri nær ymisk arbeiðir skulu vera
liðug. Áðrenn hesar tíðarfreistir, er tað arbeiðstakarin, sum hevur allan rætt til at leggja til rættis síni
arbeiðir, og nær teir ymisku staklutirnir verða gjørdir. Byggiharranum kunnugt, er tað ikki nakað, sum
bendir á, at umrøddi arbeiðstakari ikki klárar at halda sínar tíðarfreistir smb. sáttmálanum.
Til spurning 3
Undirarbeiðstakarar hava verið inni í Sandoyartunlinum og gjørt ymisk arbeiðir eftir avtalu við
høvuðsarbeiðstakaran. Ætlandi fara teir aftur í tunnilin at arbeiða, tá arbeiði hjá høvuðsarbeiðstakaranum
er komið longri. Í løtuni riggar tann eini undirarbeiðstakarin seg til uttanfyri tunnilin á Gomlurætt, og
annars framleiðir og testar útgerðina, sum skal inn í tunnilin.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
094.22 Spurningur til A. V. Johannesen frá J. Vestergaard - Sandoyartunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Sandoyartunnilin
Spurningar:
1. Er ósemja ímillum P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil og arbeiðstakaran NCC
um at gera Sandoyartunnilin lidnan?
2. Drálar NCC við at gera Sandoyartunnilin lidnan, og um so er, hvør er orsøkin?
3. Sleppa undirarbeiðstakarar ikki fram at, fyrrenn NCC er liðugt við sítt arbeiði?
Viðmerkingar:
Tað hoyrist millum manna, at ósemja ímillum tunnilsfelagið og NCC ger, at NCC
drálar við at gera Sandoyartunnilin lidnan, samstundis sum undirarbeiðstakarar ikki
sleppa framat, fyrrenn NCC er liðugt við sítt arbeiði.
Arbeiðið hevur gingið skjótari enn tíðarætlanin, og skal ósemja vera um møguligt
«bonus» til NCC, um NCC letur tunnilin áðrenn ásettu tíðina.
Spurningarnir verða settir til løgmann fyri at fáa váttað ella avsannað tíðindini.
Tað kann virka skilaleyst, um ein ósemja ger, at tunnilin ikki verður gjørdur liðugur
og tikin í nýtslu skjótast til ber.
Um so er, verða sandoyingar, ja allir føroyingar, hildnir sum gíslar.
Tað má vera vinningur fyri allar partar, at tunnilin verður gjørdur liðugur sum
skjótast.
Á Løgtingi, 9. mai 2023
Jacob Vestergaard

-- 1 of 1 --