52-093/2022
Tøkugjøld
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
093.22 Svar frá H.Hoydal til B. Hammer - Tøkugjøld.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Tinganes • FO-100 Tórshavn (+298) 30 66 00 • Email: uvmr@uvmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Tórshavn, tann 17. mai 2023 J. nr.: 23/10426-6 Svar upp á § 52 a fyrispurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um hvussu stórur partur av bruttuvinninginum tøkugjøldini hava verið seinastu 10 árini, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningur: 1. Hvussu stórur partur av bruttovinninginum hava tøkugjøldini verið í alivinnuni seinastu 10 árini - hvørt ár sær? Svar Spurt verður um, hvussu stórur partur av bruttuvinninginum, tøkugjøldini hava verið í alivinnuni seinastu 10 árini, fyri hvørt árið sær. Fyri at svara spurninginum er neyðugt at nágreina fortreytirnar fyri svarinum nærri. Talan er um samlaða bruttovinningin hjá vinnuni og ikki fyri hvørt felagið sær. Svarað verður við støði í roknskapunum hjá P/F Mowi Faroes, P/F Luna og P/F Bakkafrost Farming. Roknskaparliga verða útreiðslur til tøkugjald trektar frá nettosøluni, áðrenn komið verður til bruttovinningin, eisini nevnt bruttoúrslitið. Harvið er tað meira rættvísandi at tosa um, hvussu stórur partur av bruttoúrslitinum uttan útreiðslur til tøkugjøld, tøkugjaldið hevur verið seinastu 10 árini. Víst verður í hesum sambandinum eisini til svar frá Fíggjamálaráðnum upp á fyrispurning nr. 52-090/2022 viðvíkjandi veiðigjøldum. Talvan niðanfyri vísir bruttoúrslitið og bruttoúrslitið uttan útreiðslur til tøkugjøld hjá alifyritøkunum fyri árini 2012-2021. Roknskapartølini fyri 2022 eru ikki tøk enn og tí ikki við. Lóg um loyvisgjald á alivinnu varð sett í gildi 1. januar 2014 og tískil vóru ongar tøkugjaldsinntøkur áðrenn tað. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð 2/2 Í talvuni sæst, at tøkugjaldið seinastu fimm árini hevur verið millum 9,3% og 12,8% av bruttoinntøkuni. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 17. mai 2023 Høgni Hoydal landsstýrismaður (DKK) 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 Bruttovinningur/Bruttoúrslit Bakkafrost Farming 205.424.003 579.248.213 467.918.489 519.672.249 995.070.848 1.074.519.795 851.300.546 1.074.919.829 605.476.682 820.182.655 Mowi Faroes 38.456.010 107.309.227 176.559.643 69.331.404 292.998.599 186.521.007 160.464.674 145.539.920 158.167.317 152.665.046 Luna 51.589.670 168.318.276 191.354.739 181.185.790 323.067.958 351.803.320 325.634.024 386.962.342 236.629.954 366.761.526 Bruttoúrslit íalt 295.469.683 854.875.716 835.832.871 770.189.443 1.611.137.405 1.612.844.122 1.337.399.244 1.607.422.091 1.000.273.953 1.339.609.227 Tøkugjald - - 40.793.075 23.704.962 157.907.094 158.108.285 136.360.641 139.995.535 81.813.487 196.157.071 Bruttoúrslit uttan útreiðslur til tøkugjald 295.469.683 854.875.716 876.625.946 793.894.405 1.769.044.499 1.770.952.407 1.473.759.885 1.747.417.626 1.082.087.440 1.535.766.298 Partur av bruttoúrslitinum - - 4,7% 3,0% 8,9% 8,9% 9,3% 8,0% 7,6% 12,8% -- 2 of 2 --
093.22 Spurningur til D.Holm frá B. Hammer - Tøkugjøld.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Tøkugjøld Spurningar: 1. Hvussu stórur partur av bruttovinninginum hava tøkugjøldini verið í alivinnuni seinastu 10 árini - hvørt ár sær? Viðmerkingar: Tilfeingisgjøld og tøkugjøld komu inn í vinnuna fyri nøkrum árum síðani. Tað er gleðiligt fyri Føroyar, at hesar vinnur hava ment seg so mikið, at vinnurnar hava flutt seg frá at fáa stuðul til at gjalda munandi eyka upphæddir til føroyska vælferðarsamfelagið. Tað verður nógv gitt, hvussu stórur partur hesi gjøld eru av samlaða bruttovinninginum hjá ávvikavist uppsjóvarvinnuni og alivinnuni. Hesin spurningurin verður settur fyri at fáa staðfest, hvussu stórur partur hesi gjøldini eru av bruttovinninginum í krónum og prosentum. Á Løgtingi, 4. mai 2023 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --