52-092/2022
Fyrispurningur um skannaratilmæli
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
092.22 Svar frá M. Stórá til E. M. Gunnleygsdóttur - Fyrispurningur um skannaratilmæli.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 17. mai 2023 HMR j. nr. 23/10392 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-092/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um skannaratilmæli, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli í sambandi við stórfingnu gávuna, Tesla MR-skannaran, ið Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið? 2. Um ja, hvør verður settur í hendan arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmælið. Frá hvørjum sjúkrahúsi og hvørji deild verða tey ? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at niðurlaga sergreinar/førleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi ? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at steðga fyri nýggjum sergreinum/førleikum á Klaksvíkar sjúkrahúsi ? 5. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin í nýggja skannaranum, og sær hon nakra framtíð fyri honum á Klaksvíkar sjúkrahúsi ? 6. Hvør er munurin á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og at geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu? Svar: Til spurning 1 og 2 Sjúkrahúsleiðslan hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt fakligt tilmæli til leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum um skannaran, sum nakrir gevarar ætla at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tá ið leiðslan í Sjúkrahúsverkinum hevur viðgjørt tilmælið, verður tað sent landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Eftir ætlan verður tilmælið handað innan tvær vikur – 25. mai 2023. -- 1 of 3 -- Varastjórarnir á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru í arbeiðsbólkinum, saman við fakfólki innan medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medisinskar sjúkur og fíggjarviðurskifti. Arbeiðsbólkurin leitar sær eisini vitan hjá øðrum viðkomandi fakfólkum fyri at svara arbeiðssetninginum. Eitt nú hevur bólkurin fingið íkast frá serlækna innan mammakirurgi, serlækna í urologi, serkønum uttanlands, sum arbeiða við MR-skanningum, umframt framleiðara av 3 Tesla MR-skannara. Til spurning 3 og 4 Landsstýriskvinnan hevur ongar ætlanir um at niðurlaga sergreinar/førleikar ella at steðga fyri nýggjum sergreinum/førleikum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum hava saman við øðrum ment eina yvirskipaða strategi, sum fram móti 2025 skal sameina Sjúkrahúsverkið. Hetta verður gjørt fyri at fáa eitt sameint og samskipa virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum til frama fyri sjúklingatrygd. Sett er út í kortið, at leiðslan hevur til uppgávu at menna samlaða virksemið í Sjúkrahúsverkinum og at tryggja, at tilfeingið verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt á teimum trimum sjúkrahúsunum. Samstundis skal sjúkrahúsleiðslan í samráð við Heilsumálaráðið skipa eitt so greitt uppgávubýti, sum bæði fakliga og rakstrarliga er skynsamt. Leiðslan í sjúkrahúsverkinum hevur skipað eina eind innanhýsis við starvsfólkum frá øllum trimum sjúkrahúsunum, ið hava viðkomandi førleikar at stuðla undir verksetingina av teimum strategisku málunum. Til spurning 5 Arbeiðsbólkurin er í løtuni í ferð við at lýsa teir møguleikar nærri, sum eru við einum 3 Tesla MR- skannara á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg kann tó stutt kunna um, at gevararnir hava boðað frá, at teir vilja lata ein 3 Tesla MR-skannara, sum er ein meira framkomin skannari, enn Sjúkrahúsverkið hevur í løtuni. Alment eru nøkur av høvuðsøkjunum nevnd, sum hesin skannarin er serliga góður til, so sum arvaligan bróstkrabba, umframt at diagnostisera prostatakrabba. Somuleiðis er eitt av tilmælinum í Krabbameinsætlanini frá 2022, at nýggjur skannari við hesari tøkni verður útvegaður skjótast gjørligt. Til spurning 6 Tað er ongin munur á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og at geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu, tí reglurnar fyri at taka ímóti gávum eru eins í øllum Sjúkrahúsverkinum og á øllum stovnum landsins. Tá ið talan er um gávur av hesum slag, eigur málið at vera upplýst og síðani viðgjørt. Heilsumálaráðið hevur biðið um, at málið verður upplýst, fyri at ráðið kann viðgera málið millum annað samsvarandi roknskaparvegleiðing um fremmanda fígging, har tað stendur at: “Meginregluliga kann almennur stovnur ikki átaka sær uppgávur/skyldur, sum verða fíggjaðar uttanífrá, uttan so er, at tann játtandi myndugleikin, t.e. løgtingið, er "vitandi" um hetta. Tí skulu tær útreiðslur og inntøkur, ið standast av virksemi, sum verður fíggjað aðrastaðni, eisini verða tiknar við á fíggjarlógina og í játtanarroknskapin”. -- 2 of 3 -- Landsstýriskvinnan fer at taka støðu í málinum um, hvat víðari skal henda, tá ið málið er upplýst og viðgjørt og aftur lagt fyri hana. Heilsumálaráðið, 17. mai 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
092.22 Spurningur til M. Stórá frá E. M. Gunnleygsdóttur - Fyrispurningur um skannaratilmæli.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Fyrispurningur um skannaratilmæli Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli í sambandi við stórfingnu gávuna, Tesla MR-skannaran, ið Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið? 2. Um ja, hvør verður settur í hendan arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmælið. Frá hvørjum sjúkrahúsi og hvørji deild verða tey ? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at niðurlaga sergreinar/førleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi ? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at steðga fyri nýggjum sergreinum/førleikum á Klaksvíkar sjúkrahúsi ? 5. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin í nýggja skannaranum, og sær hon nakra framtíð fyri honum á Klaksvíkar sjúkrahúsi ? 6. Hvør er munurin á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og at geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu? Viðmerkingar: Klaksvíkar sjúkrahús fekk, sum flestu okkara vita, eina stórfingna gávu, ein spildurnýggjan framkomnan Tesla MR-skannara frá vinnulívsfólki í Klaksvík og Eysturoynni. Ein skannari, sum stórur tørvur er á, og sum kann gera stórt gagn hjá nógvum fólki. Vit mugu gera alt fyri at stytta bíðitíðina. Fólk doyggja hvønn dag av krabbameini. Eftir øllum sólarmerkjum at døma, so er hendan gávan komin sera dátt við hjá landsstýrinum. Serliga hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, Margit Stórá. Hon vil ikki treytaleyst taka ímóti gávuni, hóast móttakarin, Klaksvíkar sjúkrahús, tekur ímóti gávuni við opnum ørmum og sær tørvin og stórar møguleikar. Landsstýrismaðurin vil hava eitt tilmæli, um gávan kann móttakast. -- 1 of 2 -- Sambært heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum eru fólk vælkomin at geva Landssjúkrahúsinum gávur. Tey kunnu flyta pengar á eitt uppgivið kontunummar, og gávur til Landssjúkrahúsið kunnu avgreiðast við deildarleiðara ella depilsleiðara. Á heimasíðuni stendur onki um gávur til Klaksvíkar sjúkrahús. Nú sýnist tað sum, at ein gáva til Klaksvíkar sjúkrahús er komin sera illa við hjá landsstýrismanninum í heilsumálum. Henda støðan hjá sitandi landsstýri móti Klaksvíkar sjúkrahúsi fyllir rættiliga nógv hjá íbúgvunum norðanfyri. Teir mugu tí fáa greitt at vita, hvat landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar við Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað eru nógvir ósvaraðir spurningar. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi 4. mei 2023 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 2 of 2 --