← Løgtingsmál

52-091/2022

Klædnareglur í fólkaskúlanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
091.22 Svar frá D.N.Joensen til L Weihe - klædnastílur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 16. mai 2023
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-24
110 Tórshavn
Svar
upp á
skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-091/2022 frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna
N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um klædnareglur í
fólkaskúlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Tekur landsstýrismaðurin undir við metingini hjá skúlastjóranum í Vestmanna skúla um, at
gentur í nalvablusu órógva arbeiðsumhvørvið á skúlunum kring landið?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tað eru gentur og kvinnur, sum sjálvar hava ábyrgdina av,
hvussu onnur reagera uppá teirra kropp ella klæði?
3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar –
og ikki skúlastýrini – gera slíkar reglur á fólkaskúlum kring landið?
4. Um so er, at slíkar reglur verða settar í verk, hvør skal so gera av, hvussu stuttur ein
niðurdeilur kann vera ella hvussu niðurringað ein blusa kann vera?
5. Hevur skúlin heimild til at seta tiltøk í verk, um slíkar reglur ikki verða hildnar?
Svar
Til 1: Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað ber til at siga, at eitt ávíst klædnaplagg er órógvandi fyri
undirvísingina í fólkaskúlanum. Men tað kann hava týdning, hvussu vit eru klødd. Best er, at bæði
gentur og dreingir í lagaligum og mennandi samskifti í skúlanum verða gjørd tilvitað um, hvat er
hóskandi klæðnaval. Foreldur eru eisini partar í hesum.
Til 2: Tað er altíð tann eintaki persónurin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av, hvussu viðkomandi
reagerar upp á tað, sum onnur gera. Í skúlanum eiga vit at menta bæði dreingir og gentur at hava
virðing og fyrilit fyri hvør øðrum í øllum lutum.
Til 3: Sambært § 53 í fólkaskúlalógini er tað skúlastýrið, ið ásetur meginreglurnar um virksemi
skúlans. Skúlastjórin hevur sambært § 55, stk. 2 ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av
skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum, og
skúlastjórin kann taka stig til at seta átøk í verk, um tað møguliga eru umstøður, ið kunnu órógva

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
undirvísingina. Og sambært § 55, stk. 5 er tað skúlastjórin, sum hevur eftirlit við, at teir næmingar,
sum eru innskrivaðir í fólkaskúlan, fylgja nóg væl við undirvísingini.
Til 4: Grundleggjandi eru tað børnini sjálvi og teirra foreldur, ið avgera, hvørji klæðir næmingarnir
lata seg í, tá tey fara í skúla. Um ein næmingur ikki er hóskandi klæddur, so er hetta nakað, sum eigur
at verða tikið upp í munnligum samskifti á ein lagaligan hátt við næming og foreldur. Tað kann vera
torført at áseta neyvar reglur fyri slíkt, men má tað gerast í góðum forstáilsi og virðing fyri hvør
øðrum.
Til 5: Skúlin hevur heimild at seta tiltøk í verk, tá skúlin gerst varugur við umstøður, sum kunnu
órógva næmingarnar, flokkin og undirvísingina. Í fólkaskúlanum, eins og í øðrum arbeiðsplássum og
undirvísingarstovnum kring landið, finnast tað í samsvari við siðvenju nakrir vanligir normar fyri
klædnabrúk, og hesir normar liggja ofta til grund fyri óskrivaðar reglar um, hvørji klæðir eru hóskandi
til skúlabrúks. Sum grundregla átti tað ikki at verða neyðugt hjá skúlanum at orða niðurskrivaðar
reglur um, hvørji klæðir næmingarnir lata seg í. Um lærarar og skúlans leiðsla tó meta, at avbjóðingin
gerst ov stór við óhóskandi klæðum, sum hava neiliga ávirkan á læruumstøður, so er tað altíð skilabest
fyrst og fremst at taka hetta upp í tøttum samskifti við einstaka næmingin og foreldrini. Í vanliga
gerandisdegnum í skúlanum prátar lærarin javnan við næmingar og flokk, um sømiligan atburð,
trivnað og arbeiðslag, og um tað gerst neyðugt at taka eina samrøðu um klædnanýtslu, so eigur hetta
at verða gjørt í einum anda, ið er grundaður á næminganna samábyrgd, javnvirði og dannilsi.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
091.22 Spurningur til D.N.Joensen frá L Weihe - klædnastílur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Klædnareglur í fólkaskúlanum
Spurningar:
1. Tekur landsstýrismaðurin undir við metingini hjá skúlastjóranum í Vestmanna skúla
um, at gentur í nalvablusu órógva arbeiðsumhvørvið á skúlunum kring landið?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tað eru gentur og kvinnur, sum sjálvar hava ábyrgdina
av, hvussu onnur reagera uppá teirra kropp ella klæði?
3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir
skúlastjórar – og ikki skúlastýrini – gera slíkar reglur á fólkaskúlum kring landið?
4. Um so er, at slíkar reglur verða settar í verk, hvør skal so gera av, hvussu stuttur ein
niðurdeilur kann vera ella hvussu niðurringað ein blusa kann vera?
5. Hevur skúlin heimild til at seta tiltøk í verk, um slíkar reglur ikki verða hildnar?
Viðmerkingar:
Herfyri kom fram, at nýggjar klædnareglur eru settar í gildi á Vestmanna skúla. Í reglunum
stendur, at:
“Fólkaskúlin er eitt arbeiðspláss, har næmingar og lærarar hittast fyri at mennast og læra.
Til tess at tryggja eitt ótarnað arbeiðsumhvørvi, er týdningarmikið, at øll eru hóskandi
ílatin.”
Víðari stendur, at fyri at tryggja hetta “ótarnaða arbeiðsumhvørvið”, at:
“klæðini skulu vera hampilig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella
buksur, ið sita ov niðarlaga eru óhóskandi til skúlabrúks. Somuleiðis eru niðurringaðar
blusur og nalvablusur óhóskandi.”
Reglurnar eru also galdandi fyri genturnar, sum ganga Vestmanna skúla fyri at tryggja, at
lærarar ikki verða órógvaðir á arbeiðsplássinum.
Sama kjak tók seg upp í Danmark fyri nøkrum árum síðani. Tá var ein granskari í kyni,
útbúgving og arbeiðsmarknaði í miðlunum og greiddi frá, hvussu slíkar reglur kunnu vera
oyðileggjandi fyri genturnar, sum tað gongur út yvir.
Tær fara at kenna seg skeivar og átaka sær skuldina og skommina av, at “onnur” ikki fáa
arbeiðsfrið fyri teimum.
Eisini vísir granskarin á, at tað er ein trupulleiki, tá ein skúli velur at gera reglur um pløgg,
sum serliga gentur brúka. Hetta er ein patriarkalsk regulering av kvinnum og kvinnukroppum,
sum ikki kann sameinast við frælsi og fólkaræði, sum fólkaskúlin sambært endamálsorðingini
í fólkaskúlalógini skal fyrireika børnini til. Sí síðstu reglu §2, stk. 3 í fólkaskúlalógini:
“Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og
fólkaræði.”
Á Løgtingi, 4. mai 2023
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --