← Løgtingsmál

52-090/2022

Veiðugjøld

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
090.22 Svar frá R. Vang til B. Hammer - veiðugjøld.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 17. mai 2023
J.nr.: 23/10379
Viðgjørt: DH
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-090/2022 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um veiðigjøld.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stórur partur av bruttovinninginum hava tilfeingisgjøldini verið í uppsjóvarvinnuni
seinastu 10 árini - hvørt ár sær?
Svar
Tilfeingisgjøldini vóru ávikavist 9% av bruttoúrslitinum í 2012, 27% í 2019 og fallin til 23% í 2020
og 2021. Í 2022 vóru uppsjóvarkvoturnar høgar, og tilfeingisinntøkurnar frá uppsjóvarfiski góðar
350 mió. kr. Roknskapirnir fyri 2022 eru ikki tøkir enn, so tí ber ikki til at siga, hvussu stórur partur
av bruttoúrslitinum tilfeingisgjøldini vóru í 2022.
Í svarinum verða ávikavist veiðigjøld og uppboðsølugjøld, sum bæði verða goldin sum lutfalsligur
partur av veiðinøgdini (kr/kg), roknað sum tilfeingisgjøld. Í tíðarskeiðnum 2012-2016 fekk
landskassin eisini inntøkur frá serstøkum tilfeingisskatti, sum var ein eyka partafelagsskattur av
vinningi omanfyri 1 mió. kr. Serstaki tilfeingisskatturin er ikki tikin við, tí hann verður ikki
roknaður sum eitt tilfeingisgjald, men sum ein skattur.
Uppsjóvarvinnan er nágreinað sum tað, ið Hagstovan hevur bólkað sum fiskiskap til ídnað.
Tá ið spurt verður um tilfeingisgjøld sum part av bruttovinninginum, er neyðugt at tilskila, at tá ið
bruttovinningur verður uppgjørdur, verða veiðigjøld vanliga drigin frá nettosøluni, tí talan er um
ein variablan framleiðslukostnað.
2012 	2013 	2014 	2015 	2016 	2017 	2018 	2019 	2020 	2021
Avgjald á fiskatilfeingi 	65.118 	138.552 	125.508 	109.627 	153.445 	161.205 	159.903 	147.622 	209.687 	228.752
Uppboðssøla 	0 	0 	0 	0 	49531 	127915 	132338 	198582 	64432 	63966
Tilfeingisgjøld tilsamans 	65.118 	138.552 	125.508 	109.627 	202.976 	289.120 	292.241 	346.204 	274.119 	292.718
Nettosøla 	1.087.305 1.164.973 1.243.488 1.421.708 1.616.013 1.630.626 1.661.155 1.739.318 1.710.223 1.811.658
Aðrar inntøkur 	1.264 	61 	619 	229 	2.341 	1.540 	- 	6 	42.269 	17.090
Framleiðslukostnaður 	362.076 	365.469 	353.974 	372.557 	250.738 	412.864 	444.592 	478.799 	480.826 	543.360
Bruttoúrslit** 	723.965 	799.443 	888.894 1.048.923 1.362.934 1.216.222 1.216.563 1.260.512 1.187.127 1.251.208
Tilfeingisgjøld / Bruttoúrslit 	9% 	17% 	14% 	10% 	15% 	24% 	24% 	27% 	23% 	23%
*tølini eru í 1000 kr. 	**Tilfeingis gjøld eru ikki drigin frá

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Talvan omanfyri vísir bruttovinningin uttan tilfeingisgjøld fyri árini 2012-2021.
Tinganes, 17. mai 2023
Ruth Vang
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
090.22 Spurningur til R. Vang frá B. Hammer - veiðugjøld.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Evni: Veiðugjøld
Spurningar:
1. Hvussu stórur partur av bruttovinninginum hava tilfeingisgjøldini verið í
uppsjóvarvinnuni seinastu 10 árini - hvørt ár sær?
Viðmerkingar:
Tilfeingisgjøld og tøkugjøld komu inn í vinnuna fyri nøkrum árum síðani. Tað er
gleðiligt fyri Føroyar, at hesar vinnur hava ment seg so mikið, at vinnurnar hava flutt
seg frá at fáa stuðul til at gjalda munandi eyka upphæddir til føroyska
vælferðarsamfelagið.
Tað verður nógv gitt, hvussu stórur partur hesi gjøld eru av samlaða bruttovinninginum
hjá ávikavist uppsjóvarvinnuni og alivinnuni.
Hesin spurningurin verður settur fyri at fáa staðfest, hvussu stórur partur veiðugjøldini
eru av bruttovinninginum.
Á Løgtingi, 4. mai 2023
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --