← Løgtingsmál

52-089/2022

Skipan við skúlasálarfrøðingum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
089.22 Svar frá D. N. Joensen til S. Bertholdsen - Skipan við skúlasálarfrøðingum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtinigð 17. mai 2023
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-27
100 Tórshavn
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-089/2022 eftir § 52a í Tingskipanini frá Súsonnu Bertholdsen,
løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og
útbúgvingarmálum, um skipan við skúlasálarfrøðingum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
1. Hvussu roynist royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í
Klaksvík?
2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at royna hesa royndarverkætlan á øðrum skúlum t.d. í
Suðuroynni?
Svar
Til 1: Royndarverkætlanin á Skúlarøð varð játtað skúlanum í eitt trý ára skeið, skúlaárini 2021/22-
2023/24, men tíverri var fyrsta tíðin nógv merkt av Covid-19, men hetta seinasta árið hevur
royndarskipanin virkað eftir ætlan.
Játtanin er til eitt knapt hálvtíðarstarv. Endamálið var at kanna, um ein skipan við sálarfrøðingi í
skúlanum fór at menna trivnaðin og hjálpa næmingum, sum høvdu sálarligar avbjóðingar og geva
teimum amboð at fyribyrgja langtíðarárin av sálarkvøl. Eisini at kanna, hvørjir fyrimunir eru, at
sálarfrøðingur er í skúlanum, so tættari samskifti og samstarv er millum sálarfrøðing og tey, sum eru
um og varða av barninum, skúli og foreldur. Harumframt vóru hesi høvuðsmál sett til
royndarverkætlanina:
• At veita sálarfrøðiligar viðtalur til næmingar við sálarkvøl, og sum kenna tørv á viðtalum.
• At geva næmingum møguleika til eina styttri og skjótari atgongd til sálarfrøðiligar viðtalur.
• At hjálpa næmingum so tíðliga sum gjørligt til tess at fyribyrgja, at sálarligu trupulleikarnir vaksa.
• At betra um sálarheilsuna og fortreytirnar fyri trivnaði hjá næmingum.
• At vegleiða lærarum í sambandi við sálarligar avbjóðingar hjá næmingum.

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Skipanin er, at tað skal vera løtt og skjót atgongd hjá næmingum at koma til samtalu hjá sálarfrøðingi,
soleiðis at til ber at seta inn tíðliga og hjálpa næmingum, sum ikki eru fevndir av øðrum skipanum
sum t.d. Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna- og ungdómspsykiatriini ( psykiatriska
deplinum), men sum sjónliga stríðast við avbjóðingar, sum kunnu økjast og ávirka teirra lívsgóðsku.
Higartil hava uml. 70 ymiskir næmingar nýtt skipanina við skúlasálarfrøðingi. Næmingarnir hava t.d.
havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, verið merkt av hjúnaskilnaði og upplivað skakandi
hendingar.
Tað eru serliga eldru næmingarnir í skúlanum, sum hava nýtt skipanina. Starvsfólk ella foreldur gera
sum oftast vart við tørvin, sum síðani verður tikin upp í einari visitatiónsnevnd, sum umrøður støðuna
hjá einstaka næminginum. Tað eru eisini tey ungu sjálvi, sum siga frá hjá teimum vaksnu, at tey antin
hava tað trupult ella ynskja samrøðu við skúlasálarfrøðingin.
Í visitatiónsnevndini eru: Sálarfrøðingurin, heilsufrøðingurin í skúlanum, leiðarin í førleikastovuni
og eitt umboð fyri leiðsluna. Næmingarnir kunnu tó fara eina ferð til samrøðu við sálarfrøðingin,
uttan at visitatiónsnevndin hevur tikið málið upp, men hetta hendir sjáldan.
Skúlin heldur, at samanumtikið roynist verkætlanin væl, har tann stutta frástøðan frá næminginum til
sálarfrøðingin ger, at tað er stuttur vegur til hjálpina, og at skjót hjálp er góð hjálp. Fatanin hjá
skúlanum er eisini, at nógvir næmingar fáa nøkur sálarfrøðilig amboð at nýta, so teir betur megna ein
avbjóðandi gerandisdag. Hetta bøtir um teirra lívsgóðsku og forðar fyri, at trupulleikarnir vaksa.
Skúlin vísir samstundis á, at royndarverkætlanin loysir ikki allar truplar støður. Tað eru eisini
næmingar, sum hava ein tørv, sum skúlin og skúlasálarfrøðingurin ikki kunnu nøkta. Hesir næmingar
verða sendir víðari til viðkomandi stovn. Fyribils fatanin hjá skúlanum er, at tað eru fleiri næmingar,
sum fáa hjálp við hesari skipan við skúlasálarfrøðingi.
Til 2: Royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi á Skúlatrøð verður endaliga eftirmett næsta vár, og
tá verður samstundis støða tikin til, um henda skipanin skal halda fram og setast í verk í øðrum skúlum
og ikki minst, hvør samskipan skal verða millum skúlasálarfrøðing og sernámsfrøðiligu tænasturnar
hjá Sernámi. Ein møguleiki er eisini at menna sálafrøðiligu veitingina hjá Sernámi og knýta hana
tættri at skúlunum.
Sernám hevur eina skipan við sálafrøðingum, sum fatar um allar skúlar í landinum. Tað eru átta
sálarfrøðingar, sum virka innan skúla- og dagstovnaøkið. Harumframt eru tríggir sálarfrøðingar, sum
virka á miðnámsskúlaøkinum. Umframt, at eyka verður sett inn í mun til kreppumál. Afturat hesum
sálarfrøðingum eru eisini sernámsfrøðiligir ráðgevar, sum virka í dagstovna- og skúlaøkinum.
Sálarfrøðingar frá Sernámi røkja eisini Suðuroynna sum part av sínum arbeiði, har teir veita
sálarfrøðiliga ráðgeving í dagstovnum, fólkaskúlum og í miðnámskúlanum, og tað eru fleiri bæði
børn og ung, sum eru knýtt at hesum tænastum. Sálarfrøðingar í skúlaverkinum arbeiða við atliti at
skúlastøðum, har tað bæði snýr seg um einstaka barnið og flokkin, umframt ráðgeving til lærarar,
leiðslu og foreldur og á dagstovnum er skipanin tann sama.

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Tað er tó einki at ivast í, at uppgávan er rættiliga stór, og at trupult er at nøkta tann stóra tørv, sum
børn og ung hava á sálarfrøðiligari hjálp. Hetta er tí eitt øki, sum eg taki í størsta álvara, og sum eg
royni at finna eina loysn á innan skúlaverkið og í samstarvi við kommunurnar innan dagstovnaøkið.
Eg havi sett sjøtul á arbeiðið og tikið málið upp bæði við Sernám og kommunurnar. Eg fari eisini í
hesum arbeiði at nýta úrslitið av teimum royndum, sum royndarverkætlanin á Skúlatrøð higartil hevur
víst.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
089.22 Spurningur til D. N. Joensen frá S. Bertholdsen - Skipan við skúlasálarfrøðingum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Skipan við skúlasálarfrøðingum
Spurningar:
1. Hvussu roynist royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í
Klaksvík?
2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at royna hesa royndarverkætlan á øðrum skúlum t.d. í
Suðuroynni?
Tað er bert ein fólkaskúli í landinum, sum hevur skúlasálarfrøðing, og tað er á Skúlatrøð í Klaksvík.
Hetta er ein 3 ára royndarverkætlan, sum er eitt samstarv millum land og kommunu, og hevur
royndarverkætlanin nú tvey ár á baki.
Sambært grein í Skúlablaðnum hevur skúlasálarfrøðingurin á Skálatrøð úr at gera. Nógv børn og
ung stríðast við ymiskt sálarfrøðiligt, og fremsta málið við royndarverkætlanini er at veita skjóta
hjálp á staðnum til næmingar, sum stríðast við eitthvørt.
Bíðitíðin til Psykiatriska Depilin er drúgv og kanningar vísa, at skjót atgongd til ein sálarfrøðing
kann vera við til at lofta børnum og ungum soleiðis, at tað verður óneyðugt við einari drúgvari og
krevjandi viðgerð á Psykiatriska Deplinum.
Umframt at hava samrøður við næmingar, so arbeiðir skúlasálarfrøðingurin fyribyrgjandi við at
varpa ljós á sálarheilsu, og hvat kann bøta um sálarheilsuna.
Í Suðuroynni er eingin sálarfrøðingur yvirhøvur, og tí er tað eyka møtimikið og krevjandi hjá
suðuroyingum at fáa hjálp frá einum sálarfrøðingini; eisini børnum og ungum, tí heilir dagar skulu
brúkast til hvørja viðtalu.
Royndarverkætlanir í skúlum koma sum oftast í lag, tí leiðslan í skúlunum tekur stig til tað. Við
vitananini vit nú hava um týdningin av skjótari og lættari atgongd til sálarfrøðiliga hjálp, mugu vit tí
seta okkum spurningin, um tað ikki eigur at vera uppgávan hjá landsmyndugleikunum at seta fleiri
skúlasálarfrøðingar - til dømis við støði í royndunum, ið eru gjørdar á Skúlatrøð.
Á Løgtingi, 4. mai 2023
Súsanna Bertholdsen

-- 1 of 1 --