← Løgtingsmál

52-088/2022

Uppgerð av mótrokning í pensjónum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
088.22 Svar frá S. Stenberg til H. J. Thomsen - Uppgerð av mótrokning í pensjónum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagf.: 16. mai. 2023
Mál: 23/10200
Viðgjørt: Heri Petersen
Nr. 52-088/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um uppgerð av mótroking í pensjónum, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at pensjónin verður mótroknað árliga heldur
enn loypandi?
2. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdina, so pensjónirnar verða mótroknaðar loypandi?
3. Um so er, nær verður arbeiðið væntandi liðugt?
Svar 1.
Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at pensjónin verður mótroknað árliga heldur enn
loypandi?
Pensjónin hjá tí einstaka pensjónistinum verður ásett hvønn 1. januar galdandi fyri eitt
álmannakkaár. Mett verður um inntøkuna hjá pensjónistinum fyri árið, sum kemur, og so verður
pensjónin ásett so neyvt sum gjørligt. Flestu pensjónistar hava somikið støðug
inntøkuviðurskifti, at pensjónin ikki verður ávirkað, og pensjónisturin fær ta pensjón, ið hann
hevur rætt til.
Um inntøkan broytist í árinum kann pensjónisturin venda sær til Almannaverkið og fáa
pensjónina umroknaða, soleiðis at pensjónin verður rættað beinanvegin.
Tá árið er farið afturum, verður pensjónin eftirroknað, og kannað verður eftir, um pensjónistar
hava fingið ta pensjón, sum teir hava rætt til. Um tað vísir seg, at munur er á útgoldnu pensjónini
og upphæddini, sum hon av røttum átti at verið, verður munurin ávikavist útgoldin til
pensjónistin ella afturkravdur frá honum.
Tað merkir, at um ein pensjónistur hevur hægri inntøku enn væntað, og Almannaverkið ikki
veit av hesum, tá skal hann árið eftir afturrinda ov nógv útgoldna pensjón. Næsta árið hevur
hann kanska onga inntøku, og tá fær tað sostatt neiliga ávirkan gjaldførið hjá pensjónistinum.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Síða 2 av 2
Hetta hevur verið tann tekniskt og umsitingarliga mest hóskandi mannagongdin. Men
Almannaverkið er ment, og kt-skipanir eru mentar, og sostatt er tað nú blivið møguligt í stóran
mun at sleppa undan eftirrokningum. At ein pensjónistur fær eitt eftirkrav, kann seta hann í eina
óhepna fíggjarliga støðu, tí talan kann veru um lutfalsliga stórar upphæddir. Harumframt er
skipanin eisini umsitingarliga tung og ógjøgnumskygd. Tí metir landsstýriskvinnan, at skipanin
við um- og eftirrokningum av pensjónum ikki er nøktandi.
Svar 2.
Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdina, so pensjónirnar verða mótroknaðar loypandi?
Skipanin við um- og eftirrokning av pensjón er ásett í løgtingslóg, og skal hetta broytast er
neyðugt við lógarbroyting. Landsstýriskvinnan fer fyrsta dagin undir at fyrireika eitt uppskot
til broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum hevur til endamáls at gera mótrokning
av pensjón meira smidliga, og soleiðis at sleppast kann undan eftirrokningum.
Svar 3.
Um so er, nær verður arbeiðið væntandi liðugt?
Landsstýriskvinnan ætlar, at uppskotið skal leggjast fyri Løgtingið tíðliga í heyst, soleiðis at
broytingin kann koma í gildi 1. januar 2024. Fyrivarni skal tó takast fyri tíðarætlanini, tí
landsstýriskvinnan ikki til fulnað kennir allar avleiðingar og avbjóðingar, sum standast av
broytingini.
Almannamálaráðið, 16. mai 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
088.22 Spurningur til S. Stenberg frá H. J. Thomsen - Uppgerð av mótrokning í pensjónum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Uppgerð av mótrokning í pensjónum
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at pensjónin verður mótroknað
árliga heldur enn loypandi?
2. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdina, so pensjónirnar verða
mótroknaðar loypandi?
3. Um so er, nær verður arbeiðið væntandi liðugt?
Viðmerkingar:
Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning av pensjón verður uppgjørt árliga. Hetta hevur
við sær, at pensjonistar, ið verða mótroknaðir, fáa eina rokning eina ferð um árið.
Hóast tað ber til at fylgja við og sjálvur rokna út, hvussu nógv skal gjaldast aftur, er
hetta ikki nøkur løtt uppgáva.
Eisini eru tekin um, at pensjonistar, ið annars hava hug at arbeiða eitt sindur, halda
seg aftur, tí teir eru bangnir fyri at raka loftið á 45.000 kr. um árið og harvið koma í
vanda fyri at fáa eina rokning, tá inntøkugrundarlagið verður uppgjørt.
Um pensjónirnar verða mótroknaðar loypandi, vil pensjonisturin ikki merkja
mótrokningina í sama mun, sum tá hon verður uppgjørd eina ferð um árið, og vandin
fyri at fáa rokning, tá árið er liðugt, verður væl minni.
Hetta hevði tí eisini eggjað pensjonistum at arbeiða meira, tí ræðslan fyri at náa
markið fyri, nær inntøkan verður mótroknað í pensjónini, helst hevði minkað
munandi.
Á Løgtingi, 02.mai 2023
Hans Jacob Thomsen

-- 1 of 1 --