← Løgtingsmál

52-087/2022

Verja av fugli

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
087.22 Svar frá I. D. Strøm til E. Eidesgaard - Verja av fugli.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 11. mai 2023
J. nr.: 23/10245-2
Svar upp á fyrispurning nr. 52-087/2022 frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um verju
av fugli (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at fuglur, sum eigur her á landi, er nóg væl vardur ímóti
órógvandi ferðslu?
2. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at seta í gildi avmarkingar fyri
órógvandi ferðslu eitt nú í ella nærhendis fuglabjørgum, lundalondum, drunnhvítabølum
og øðrum viðkvomum økjum, har fuglur eigur?
Svar:
Spurningarnir verða svaraðir í einum
Sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum eri eg glað fyri, at tað millum fólk verður vístur stórur
áhugi fyri náttúruvernd í løtuni. At vit mugu hava eina tíðarhóskandi lóg fyri náttúruvernd, tykist
tað ikki at vera ivi um.
Síðani vit seinast gjørdu eina lóg fyri, hvussu vit verja okkara náttúru, eru vinnur, sum virka í
Føroyum, nógv mentar. Ferðavinna, alivinna og byggivinna gera inntriv, sum vit ikki kundu
ímyndað okkum fyri 50 árum síðani, tá lógin varð gjørd.
Eitt nýligt dømi er tyrlan, sum spyrjarin varpar ljós á í fyrispurninginum.
Sum landsstýriskvinna í náttúrumálum er tað mín uppgáva at virka fyri, at fuglur, eins og restin
av okkara djóra- og planturíki, verður vardur – og framvegis fer at eiga sítt pláss í Føroyum. Lið
um lið við okkum menniskju og tað virksemi, vit hava.
Sigast skal, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ikki varðar av loftferðslu, sum framvegis er
danskt málsøki. Fyrilit fyri serliga viðbreknari náttúru kunnu verða vard sambært
loftferðslulóggávuni, og sum skilst, verður arbeitt við at útvega nýggjar heimildir at áseta reglur

-- 1 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/3
fyri dronuflúgving. Uttanríkis- og vinnumálaráðið umsitur heimildirnar hjá landsstýrinum
sambært loftferðslulógini.
Einastu reglur, sum náttúru- og umhvørvismyndugleikin higartil hevur ásett til at verja fugl fyri
órógvandi ferðslu, eru ásettar í kunngerð nr. 144 frá 7. novembur 2017 um sigling kring
ramsaroyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Kunngerðin, sum hevur heimild í
havumhvørvisverndarlógini, ásetur avmarkingar fyri sigling og óneyðugum gangi kring Nólsoy,
Skúvoy, Mykines og Mykineshólm í tíðarskeiðnum frá 15. apríl til og við 31. august.
Onkur áheitan er komin um at fáa nevndu kunngerð at galda fyri ávís onnur økir í landinum, og
landsstýriskvinnan fer at umrøða nærri við Umhvørvisstovuna, um og hvussu kunngerðin eigur
at verða dagførd.
Galdandi náttúrufriðingarlóg ásetur yvirskipað, at øll skulu fara fram við fyriliti og varsemi í
náttúruni, men heimildirnar í lógini at friða m.a. økir og dýrasløg hava ikki verið brúktar til at
verja fugl fyri órógvandi ferðslu. Seinasta galdandi lendisfriðing varð framd í 1988.
Uppskotið til náttúruverndarlóg, sum tingið viðger í løtuni, útvegar betri amboð at verja eitt nú
fugl, m.a. fyri órógvandi ferðslu.
Uppskotið ásetur fyrst eina almenna fyrilitsskyldu, sum áleggur øllum at fara fram við fyriliti og
gera tað, sum rímiligt er, til, at náttúrumargfeldið ikki verður fyri skaða. Sambært
fyrilitsskylduni, sum serliga hevur týdning fyri virksemi, sum ikki er fevnt av reglum, skulu øll,
sum ferðast í náttúruni á sjógvi og landi, hava fyrilit fyri villum fugli.
Við nýggju lógini fer at bera til at útnevna fuglasløg sum vard og í tí sambandi eisini at áseta
reglur fyri avmarkaðari vernd av økjum, sum hava vistfrøðiligan týdning fyri sløgini.
Eisini fer at bera til at skipa verndarøkir, har ið talan kann gerast um at avmarka ferðslu, sum
ikki eru í samsvari við tað ítøkiliga verndarendamálið.
Lítið er at ivast í, at fuglur, sum eigur her á landi, í summum førum átti at verið betur vardur fyri
órógvandi ferðslu av ymsum slag, og hesum fari eg sum landsstýriskvinna at virka fyri.
Umhvørvismálaráðið, tann 11. mai 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 2 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
3/3

-- 3 of 3 --
087.22 Spurningur til I. D. Strøm frá E. Eidesgaard - Verja av fugli.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Verja av fugli
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at fuglur, sum eigur her á landi, er nóg væl vardur
ímóti órógvandi ferðslu?
2. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at seta í gildi avmarkingar
fyri órógvandi ferðslu eitt nú í ella nærhendis fuglabjørgum, lundalondum,
drunnhvítabølum og øðrum viðkvomum økjum, har fuglur eigur?
Viðmerkingar:
Tað kemur oftari og oftari fyri, at órógvandi ferðsla so sum dronur, tyrlur og bátar
flúgva og sigla tætt framvið fuglabjørgum runt um í landinum. Sama er helst galdandi
fyri onnur øki, har fuglur reiðrast, og har atkomuligt eisini er hjá ferðafólki. Hetta fer
fram allar ársins tíðir. Eisini tá fuglurin reiðrast.
Leygardagin 29. apríl fleyg ein tyrla t.d. fleiri ferðir runt um Drangarnar í Sørvágsfirði.
Hon fleyg heilt inn ímóti berginum, har fuglur reiðrast.
Á Løgtingi, 1. mai 2023
Erling Eidesgaard

-- 1 of 1 --