← Løgtingsmál

52-086/2022

Bankaskipanin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
086.22 Svar frá H. Hoydal til E. Eidesgaard - Bankaskipanin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 11. mai 2023
J.nr.: 23/10060
At tilskila í svari
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-086/2022 frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um
bankaskipanir og aðrar kjarnuskipanir í hesum sambandi
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroysku bankarnar, fyri peningaflytingar og handil í
Føroyum við gjaldskortum, um okkara sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna, eitt
nú orsakað av yvirgangi?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tað er ráðiligt, at so kritiskur infrastrukturur sum
bankaskipan og gjaldsskipanir, login- og lyklaskipanir, ið verða brúktar túsundatals
ferðir um dagin, liggja í einum fremmandum landi, ið vit brádliga kunnu verða avskorin
frá í langa tíð?
3. Hvørjar eru fíggjarligu avleiðingarnar av at flyta umrøddu skipanir heim?
4. Hvussu nógv nýggj føroysk kt-størv hevði ein heimtøka av hesum skipanum givið?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at áleggja føroysku peningastovnunum at flyta hesar skipanir
heim?
Svar til spurning 1.
Skuldi tað hent, at kaðalsambandið til útheimin slitnar, er bert fylgisveinasambandið at dúva
upp á. Peningaflytingar hava sera stóran samfelagsligan týdning, men dáturnar fylla lutfalsliga
lítið, og eru bert ein lítil partur av dátustreyminum, sum verður fluttur til og úr Føroyum.
Í eini kreppustøðu ber til at raðfesta dátuflutningin og eisini at raðfesta ímillum ymisk sløg av
peningaflytingum, so at týdningarmestu peningaflytingarnar fáa hægstu raðfesting.
Fylgisveinasambandið skal tí vera nóg gott til at tryggja, at mest týðandi dáturnar kunnu verða
fluttar, hóast mest sum alt sambandið verður kvett.
Sum er, ber til at flyta mest neyðugu dátur umvegis fylgisvein. Fylgisveinasambandið verður í
hesum døgum gjørt enn betri, og tí er vandin fyri stórari dátuflutningskreppu lítil og minkandi.

-- 1 of 3 --

U T T A N R Ì K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Landsstýrið arbeiðir nágreiniliga við at styrkja nettrygdina og at gera skipanir fyri at styrkja
tilbúgving og skipanir, ið kunnu tryggja netsamskiftið hjá føroyingum bæði innanhýsis og í
sambandinum út í heim.
Svar til spurning 2.
Tað er trupult at meta um avleiðingarnar, skuldi tað ringasta hent, at alt sambandið varð kvett
og allar dáturnar vóru í útlandinum. Hetta er ein orsøk til, at eg haldi at
peningastovnsskipanirnar og -dáturnar allar áttu at verið í Føroyum, men, sum svarað í fyrra
spurningi, er nógv gjørt fyri at tryggja nøktandi fjarskiftissamband, so týdningarmesti
dátuflutningurin ikki hevði verið lagdur niður, hóast vit í aðrar mátar høvdu verið mest sum
avskorin frá útheiminum.
Svar til spurning 3 og 4.
Fyri føroysku KT-vinnuna og føroyska samfelagið sum heild, var tað eitt ómetaliga stórt
bakkast, tá føroysku peningastovnsskipanirnar vórðu fluttar av landinum frá 2004 og fram til
2010. Í hesum árunum, sum eru liðin síðani, kundi Elektron, saman við øðrum føroyskum og
útlendskum veitarum, havt ment egnar skipanir víðari og ment nýggjar skipanir og nýggjar KT-
úrdráttir til gagns fyri føroyska brúkaran, fyritøkurnar her á landi og tað almenna. Eg ivist onga
løtu í, at við føroysku KT-fyritøkunum á odda, høvdu hesar skipanir, mentar og riknar í
Føroyum, verið á hædd við, um ikki betri, enn tær skipanir, sum peningastovnarnir brúka í dag.
Tað verður trupult og kostnaðarmikið at flyta hesar skipanir aftur til Føroya. Bara tað at siga
sáttmálar upp við SDC varð í 2016 mett at kosta uml. 220 mió. kr. Harafturat kemur so
kostnaðurin av at menna og reka nýggjar KT-skipanir. Í 2016 læt táverandi landsstýri gera eina
forkanning av einari møguligari heimtøku av peningastovnsskipanunum. Tá var niðurstøðan, at
ein heimtøka av hesum skipanum kundi gerast við fyrimuni, bæði fyri peningastovnarnar og
fyri føroyska samfelagið sum heild. Talan var um eina forkanning og Felagið Peningastovnar
var ikki samt í niðurstøðunum í kanningini.
Ein heimtøka hevði økt munandi um virksemið í føroysku KT-vinnuni og nógv nýggj KT-
arbeiðspláss høvdu komið í kjalarvørrinum av slíkari heimtøku. Ógjørligt er at meta neyvt um,
hvussu nógv arbeiðspláss talan hevði verið um. Kanningin frá 2016 eigur at verða fylgd upp,
og tað ætli eg at taka stig til.
Svar til spurning 5.
Í samgonguskjalinum er hesin spurningur ikki umrøddur, men sum nevnt omanfyri, fari eg at
taka stig til at fylgja kanningini frá 2016 upp og at viðgera, hvat kann gerast fyri at menna
egnar skipanir og harvið bæði okkara KT-vinnu, okkara førleikar og okkara trygd sum fólk í
hesum landi.

-- 2 of 3 --

U T T A N R Ì K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
086.22 Spurningur til H. Hoydal frá E. Eidesgaard - Bankaskipanin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Bankaskipanin og aðrar kjarnuskipanir í hesum sambandi
Spurningar:
1. Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroysku bankarnar, fyri peningaflytingar og
handil í Føroyum við gjaldskortum, um okkara sjóvegis kaðalsambond til
útheimin slitna, eitt nú orsakað av yvirgangi?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tað er ráðiligt, at so kritiskur infrastrukturur sum
bankaskipan og gjaldsskipanir, login- og lyklaskipanir, ið verða brúktar
túsundatals ferðir um dagin, liggja í einum fremmandum landi, ið vit brádliga
kunnu verða avskorin frá í langa tíð?
3. Hvørjar eru fíggjarligu avleiðingarnar av at flyta umrøddu skipanir heim?
Talan er ikki bara um útreiðslur, men eisini inntøkur.
4. Hvussu nógv nýggj føroysk kt-størv hevði ein heimtøka av hesum skipanum
givið?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at áleggja føroysku peningastovnunum at flyta hesar
skipanir heim?
Viðmerkingar:
Tað eru nú nógv ár síðani (2010) bankaskipanin hjá føroysku peningastovnunum varð
flutt frá Elektron á Staravegnum í Havn og til Danmarkar. Allar elektroniskar
gjaldingar í føroyskum handlum og ein stórur partur av login- og lyklaskipanunum, ið
vit brúka í Føroyum í dag, verða eisini avgreiddar í Danmark. Sostatt liggja stórar og
kritiskar kjarnuskipanir í føroyska samfelagnum í Danmark og harvið langt uttan fyri
landoddarnar.
Føroyska samfelagið liggur sera fjarskotið, men vit eru von við, at internetsambandið
til Danmarkar fyri tað mesta er í lagi. Vit hava vant okkum við hetta, og tað er tí helst
ein sjálvfylgja.
Men skuldi sjóvegis kaðalsambandið ímillum Føroyar og umheimin slitnað og verið
burtur í eina tíð, kanska dagar, kanska vikur ella mánaðir, so er umráðandi, at
kjarnuskipanir sum t.d. elveiting, samskifti og peningakervi ikki liggja lamnar. Vit eru
væl stillaði, tá umræður elveiting og samskifti. Men vit eru prísgivin (sitting ducks), tá
umræður peningakervi og elektroniskar gjaldingar.
Tað kundi verið í áhuganum hjá føroyingum at styrkt føroyska samfelagið og
vinnumøguleikarnar í Føroyum. Tað hevði borið til at lóggivið, at bankaskipan, login-
og lyklaskipanir skulu liggja í Føroyum, og soleiðis styrkt um hesar vinnumøguleikar,
umframt at styrkt munandi um mótstøðuførið og trygdina í føroyska samfelagnum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 1. mai 2023
Erling Eidesgaard

-- 2 of 2 --