← Løgtingsmál

52-085/2022

Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
085.22 Svar frá D. Holm til Erhard Joensen - Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
9. mai 2023
Mál: 23/09869-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52/085/2022
Svar til fyrispurning 52-085/2022 frá Erhard Joensen, løgtingsmanni, um betri
rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni
Spurningar:
1. Hvussu gongur við at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í
løgtingslógini um sjófeingi - nær kann væntast ein loysn?
2. Hvussu gongur við endurskoðanini av reglunum í sjófeingislógini fyri antitrust til tess
at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum - nær kann
væntast ein loysn?
Svar til spurning 1
Í § 49 í sjófeingislógini verður tilskilað, hvussu kvotur av svartkjafti, norðhavssild og
makreli, ið verða avsettar sambært § 14, stk. 1 og § 15, verða latnar til vinnuligar royndir og
verkætlanir, harundir kvotur til ítøkilig skipakeyp og kvotur til at styrkja um
kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari (ískoytiskvotur).
Ásett er, at í minsta lagi 50% av nøgdunum verða latin til vinnuligar royndir og verkætlanir,
harundir kvotur til ítøkilig skipakeyp. Tá kvoturnar til hesi endamál vóru útlutaðar, varð
avgerð tikin um at lata 60% av kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig
skipakeyp undir einum og 40% til ískoytiskvotur.
Av teim 60%, sum eru tilskilað vinnuligum royndum og verkætlanum, harundir kvotur til
ítøkilig skipakeyp, verða 23% latin vinnuligum royndum og verkætlanum á landi og 77%
latin til ítøkilig skipakeyp. Tó verður øll svartkjaftakvotan latin til ítøkilig skipakeyp.
Játtaðar vóru umsóknir frá tveimum feløgum til ítøkilig skipakeyp og trimum feløgum til
vinnuligar royndir og verkætlanir á landi.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Ískoytiskvoturnar av norðhavssild verða býttar javnt millum 5 skip, meðan
svartkjaftakvoturnar verða býttar javnt millum 4 skip. Kvoturnar av makreli verða latnar 7
skipum, harav 5 fáa 17,25% hvørt, og tvey fáa 6,9% hvørt.
Kvoturnar til vinnuligar royndir, harundir til ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvoturnar, eru
upprunaliga latnar fyri 5 ár. Fiskiloyvi fyri hvørt ár verður tó bert endurnýggjað, um
treytirnar í tilsøgnini eru hildnar. Ískoytiskvoturnar kundu verða lagdar um til egnar kvotur
í 2022, meðan kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig skipakeyp kunnu
verða umlagdar frá 2023. Kvoturnar kunnu verða umlagdar, um mett verður, at grundarlag
er fyri framhaldandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í loyvinum annars hava verið
loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar, sum eru ásettar í §§ 11-13 í sjófeingislógini.
Av ískoytiskvotunum eru umsóknir hjá fýra skipum umlagdar, meðan umsóknir frá
tveimum skipum ikki eru gingnar á møti, og umsókn frá einum skipi verður viðgjørd.
Feløgini handan skipini, ið fingu kvotur játtaðar til ítøkilig skipakeyp, hava søkt um, at
kvoturnar verða umlagdar. Hesar verða nú viðgjørdar.
Av feløgunum, sum hava fingið játtað kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir á landi,
hevur tað eina felagið søkt um, at kvotan verður umløgd, men er hon ikki gingin á møti.
Svar til spurning 2
Sum tilskilað verður í spurninginum, hevur samgongan í samgonguskjalinum sett út í
kortið, at reglurnar í sjófeingislógini fyri miðsavnan av veiðirættindunum verða
endurskoðaðar at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir ikki savnast á ov fáum
hondum.
Ásetingarnar um miðsavnan av veiðirættindum eru ásettar í § 13 í sjófeingislógini.
Endamálið er, at feløg og persónar einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella
óbeinleiðis, ikki hava óavmarkað ræði á føroyskum fiskirættindum. Síðani verður tilskilað,
hvussu stórt ræði feløg og persónar í mesta lagi kunnu hava innan fyri 7 allýstar bólkar av
skipum ella slag av fiskiskapi.
Hesar reglur og onnur viðurskifti teimum viðvíkjandi – eitt nú at almannakunngera
upplýsingar um ognarviðurskifti og ræði á veiðirættindum – verða eftirhugdar. Støða
verður síðani tikin til, um og møguliga hvørjar tillagingar hóskandi skulu gerast.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
085.22 Spurningur til D. Holm frá Erhard Joensen - Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni
Spurningar:
1. Hvussu gongur við at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49,
stk. 4, í løgtingslógini um sjófeingi - nær kann væntast ein loysn?
2. Hvussu gongur við endurskoðanini av reglunum í sjófeingislógini fyri antitrust
til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum
hondum - nær kann væntast ein loysn?
Viðmerkingar:
Tað kann upplýsast, at umsøkjarar í uppsjóvarvinnuni hava bíðað síðan hálvan januar
í ár eftir at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslóg
nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89
frá 16. mai 2022. Ein umlegging til egnar árskvotur er við til at tryggja ein støðugan
rakstur og skapa møguleikar fyri at gera íløgur/ nýíløgur. Í løtuni vita teir smærru
aktørarnir ikki, hvat grundarlagið er í framtíðini fyri teirra virksemi, av tí, at teir eru
bundnir at eitt-ára veiðiloyvum, umframt aðrar avmarkingar, sum eru. Størru
reiðaríini í uppsjóvarvinnuni hava 12-ára veiðiloyvir.
Í samgonguskjalinum er ásett, at reglurnar fyri antitrust verða endurskoðaðar til tess at
forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum. Víðari stendur
at lesa, at aktørarnir í uppsjóvarvinnuni verða javnsettir, um kvotur minka. Í løtuni
verða kvoturnar minkaðar fyrst hjá smærru reiðaríunum.
Vit kunnu staðfesta, at teir stóru aktørarnir í fiskivinnuni javnan uppkeypa teir smærru
aktørarnar. Somuleiðis síggja vit, at teir nýggju aktørarnir í uppsjóvarvinnuni ikki fáa
tillutað nóg mikið av kvotum til veruliga at fóta sær á einum rakstrarverdum
grundarlag.
Tað hevði borið til at javnsett aktørarnar í uppsjóvarvinnuni og í øðrum lagi at givið
teimum smærru aktørunum grundarlag fyri at reka eitt lønsamt og framtíðarrættað
virksemi. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 27. apríl 2023
Erhard Joensen

-- 1 of 1 --