52-084/2022
Landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
084.22 Svar frá A.V.Johannesen til Johan Dahl - landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 084/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya Spurningar: 1. Hvør er verju- og trygdarpolitikkurin hjá landsstýrinum? 2. Ætlar landsstýrið at orða ein føroyskan verju- og trygdarpolitikk, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur tørv vera á? 3. Verður landsstýrið partur av samráðingunum um nýggju verjusemjuna fyri ríkið, um hvussu okkara verja í ríkisfelagsskapinum skal skipast og raðfestast? 4. Hevur løgmaður álit á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdarpolitikkin fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi? 5. Nær roknar løgmaður við, at farið verður undir at seta lofteftirlitsradaran upp, og hvør, metir løgmaður, hevur ábyrgdina av at seta radaran upp? Svar til spurning 1 Trygdarpolitiska støðan er grundleggjandi broytt. Tað er tí tørvur á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki, sum breið politisk semja er um. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í hyggju at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri Løgtingið í komandi tingsetu. Grundarlagið fyri trygdar- og verjupolitisku kósini hjá landsstýrinum er tryggleikin hjá fólkinum, ið her býr, og at verja ta vælferð og tær samfelagsskipanir, sum hava týdning fyri okkara fólkaræði. Føroyar skulu virka miðvíst fyri, at friður og lágspenningur valda. Tað er fortreytin fyri tí frælsa tilverugrundarlagi og teirri menning og vælferð, lond og borgarar teirra um okkara leiðir hava. Tí samstarva flestu londini um okkara leiðir um trygd, og hava somu grundleggjandi trygdaráhugamál. Verju- og trygdarmál eru felags mál, og tí samstarvar landsstýrið við donsku stjórnina um trygdar- og verjumál. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Vit raðfesta eisini samstarv og samskifti við NATO, hvørs ábyrgdarøki Føroyar eru partur av. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at vit eru eru partur av øllum tilgongdum og avgerðum, sum viðvíkja trygdini í Norðuratlatshavi. Svar til spurning 2 Sí svarið til spurning 1. Svar til spurning 3 Regluligt samskifti er millum landsstýrið og donsku stjórnina í sambandi við, at stjórnin í næstum fer undir samráðingar við flokkarnar á Fólkatingi um eina nýggja verjusemju, sum leggur játtan og raðfestingar á verjupolitiska økinum í eina fasta legu komandi árini. Í tí sambandi er avrátt, at øll mál, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti, verða umrødd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark. Svar til spurning 4 Ja, tað havi eg. Svar til spurning 5 Arbeitt verður sambært upprunaligu ætlanini fram ímóti, at ein nýggjur lofteftirlitsradari er klárur at taka í nýtslu í 2028. Tað eru danskir myndugleikar, sum hava ábyrgdina av at seta lofteftirlitsradaran upp. Í samsvari við semjuna millum landsstýrið og donsku stjórnina frá juni 2022, er regluligt samskifti millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og danska verjumálaráðið um fyrireikingarnar til at fáa til vega, seta upp og reka radaran. Virkað verður ítøkiliga fyri, at føroyskir myndugleikar – í samstarvi við donsku verjuna og møguliga NATO – standa fyri at reka radaran. Í Tinganesi, 9. mai 2023 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 2 of 2 --
084.22 Spurningur til A.V.Johannesen frá Johan Dahl - landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. apr. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Aksel Vilhelmson Johannesen, løgmaður Evni: Landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya Spurningar: 1. Hvør er verju- og trygdarpolitikkurin hjá landsstýrinum? 2. Ætlar landsstýrið at orða ein føroyskan verju- og trygdarpolitikk, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur tørv vera á? 3. Verður landsstýrið partur av samráðingunum um nýggju verjusemjuna fyri ríkið, um hvussu okkara verja í ríkisfelagsskapinum skal skipast og raðfestast? 4. Hevur løgmaður álit á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdarpolitikkin fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi? 5. Nær roknar løgmaður við, at farið verður undir at seta lofteftirlitsradaran upp, og hvør, metir løgmaður, hevur ábyrgdina av at seta radaran upp? Viðmerkingar: Tað er ørkymlandi at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum meldar út sína hugsan um verju- og trygdarpolitikk Føroya. Somuleiðis verða nógv viðurskifti eisini blandað saman, eitt nú spurningurin um uppsetan av einum lofteftirlitsradara og yvirtøka av loftrúminum kring Føroyar. Samstundis skulu vit í hesum lítla landi skipa okkara egna verju- og trygdarpolitikk, men ikki hava eina hernaðarliga skipan. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum nevnir hvørki Nato-felagsskapin ella donsku verjuna, sum vit í veruleikanum eru integreraður partur av, og sum er ikki yvirtikið málsøki - hetta kann tykjast løgið, tá vit sum eitt pinkalítið land ikki kunnu skipa egna hernaðarliga verju- og trygdarskipan. Tykist sum, at verju- og trygdarpolitikkur Føroya er vorðin sera ógreiður og óskipaður - ongi mál og eingin strategi. Politisku loysnirnar, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum tosar um, minna meira um populistiskar loysnir, sum onki hald hava í veruleikanum. Ógreiðu politisku boðskapirnir frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum skapa eisini politiska spjaðing heldur enn samanhald. -- 1 of 2 -- Politiskt er tað týdningarmikið fyri føroyingar og altjóða samfelagið, at Føroyar hava eina greiða felags verju- og trygdarpolitiska støðu. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 26. apríl 2023 Johan Dahl -- 2 of 2 --