← Løgtingsmál

52-083/2022

Skúlaskeið hjá lærlingum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
083.22 Svar frá D.N.Joensen til B.Johannesen - Skúlaskeið hjá lærlingum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 8. mai 2023
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-20
110 Tórshavn
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-083/2022 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe
Joensen, landsstýrismanni, um skúlaskeið hjá lærlingum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir lærlingar fara í dag til Danmarkar, tá teir skulu undir skúlagongd?
2. Hvørja útbúgving eru hesir lærlingar í holt við?
3. Fyriliggur nøkur ætlan um, at fleiri av hesum skúlaskeiðum skulu kunna takast í
Føroyum?
Svar
Til 1: 36% av teimum knapt 6.000 lærlingunum, sum síðan 2005 eru farnir undir eina yrkisútbúgving,
hava tikið eina útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark.
Til 2: Í Føroyum ber til at taka umleið 70 yrkisútbúgvingar. Av teimum 70 ber til at taka
skúlagongdina til 15 yrkisútbúgvingar í Føroyum, ímeðan restin krevur, at lærlingarnir fara til
Danmarkar at taka tilhoyrandi skúlagongd.
Felags fyri allar yrkisútbúgvingarnar við danskari skúlagongd er, at talið av lærlingum, sum árliga
fara undir eina av hesum útbúgvingum, er lágt og ógvuliga sjáldan yvir 5 lærlingar pr. útbúgving/ár.
Tó við ávísum undantøkum.
Ein stórur partur av teimum lærlingum, sum fara til Danmarkar, eru í læru innan handil og sølu. Í
hesum útbúgvingum ber til at velja ímillum eina ørgrynnu av sergreinum, alt eftir, um tú arbeiðir við
nethandli, á einum lagri ella í einum handli, sum selur køkar, maskinur, blómur ella annað. Tí er
vanligt, at lærlingar, sum læra í handli, velja at fara í ein skúla, ið bjóðar somu sergrein, sum
lærlingurin er í læru innan, hóast tað ber til at taka eina generella søluútbúgving uttan sergrein í
Føroyum.
Av teimum, sum í løtuni eru undir einari føroyskari yrkisútbúgving við danskari skúlagongd, eru
knapt 25% í læru innan handil og sølu. Hini 75% av verandi lærlingum, sum eru í holt við eina
yrkisútbúgving við danskari skúlagongd, eru í læru innan 42 ymiskar útbúgvingar. Í løtuni eru t.d. 10
í holt við elektronikfaktøkning, 7 við entreprenørmaskinmekanikara og 8 við KT supportara.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Ein yrkisútbúgving innan skrivstovuyrkið verður boðin út í Føroyum. Flestu lærlingarnir, sum eru í
læru til eina yrkisútbúgving innan skrivstovu við danskari skúlagongd, eru í læru til eina sergrein
innan skrivstovu, so sum læknaskrivara, advokatskrivara ella taka eina skrivstovuútbúgving við
sergrein (t.d. Almenn fyrisiting, Speditión og shipping ella Grannskoðan).
Felags fyri merkantilu útbúgvingarnar (søla/handil og skrivstovu) er, at so gott sum allir hesir
lærlingar hava aðra miðnámsútbúgving, áðrenn teir fara í læru. Longdin á skúlagongdini, sum hoyrir
til útbúgvingina er tí í mesta lagi 15 vikur ígjøgnum lærutíðina á 2 ár, har lærlingarnir skulu til
Danmarkar í skúla.
Talið av lærlingum er nær tengt at samfelagskonjunkturunum, og í góðum tíðum fara lærlingatølini
til onkrar útbúgvingar nakað upp – tó ógvuliga sjáldan upp um 5 lærlingar um árið, ímeðan tølini í
lágkonjunkturi gerast ógvuliga lág og í summum førum steðga upp.
Til ber at fáa heilt neyvar upplýsingar fyri hvørja av hesum útbúgvingunum inni á heimasíðuni hjá
Yrkisdeplinum: www.yrkisdepilin.fo, við at fara undir Hagtøl.
Til 3: Yrkisútbúgvingarráðið, ið er mannað við umboðum frá arbeiðsmarknaðarpørtunum, mælir
landsstýrismanninum til, hvørjar tillagingar vinnan heldur eiga at verða gjørdar á
yrkisútbúgvingarøkinum. Tann nýggjastu broytingin er Kokkaútbúgvingin, sum júst er lýst í
kunngerð. Tey seinnu skúlaskeiðini til kokk hava áður bert verið í donskum skúla, men kunnu nú
takast í Føroyum. Annars kann nevnast alaraútbúgvingin, sum byrjaði í august 2022, og í næstum
verður uppskot um at seta á stovn eina Kt-supportara útbúgving klárt at lata landsstýrismanninum.
Ráðsskipanin, sum eru Yrkisútbúgvingarráðið og Yrkisnevndin, heldur eitt vakið eyga við gongdini
í lærusáttmálum og gevur javnan landsstýrismanninum tilmælir um tær broytingarnar, sum mett
verður, at tørvur er á.
Yrkisútbúgvingarráðið og Yrkisdepilin arbeiða í løtuni við at fáa gjørt eitt yvirlit yvir tey skúlaskeið,
sum føroysku skúlarnir kundu bjóða uttan stóran eyka kostnað, við at lærlingar kundu samlisið við
aðrar útbúgvingar, har samanfall er í innihaldinum í fyrstu skúlaskeiðunum.
Yrkisútbúgvingarráðið er eisini farið undir at greina, hvørjar útbúgvingar serligur tørvur er á verða
settar í verk, til tess at grøna orkuskiftið og rákið at skapa størri burðardygd, verður stuðlað við góðum
og hóskandi yrkisútbúgvingum.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
083.22 Spurningur til D.N.Joensen frá B.Johannesen - Skúlaskeið hjá lærlingum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Evni: Skúlaskeið hjá lærlingum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir lærlingar fara í dag til Danmarkar, tá teir skulu undir
skúlagongd?
2. Hvørja útbúgving eru hesir lærlingar í holt við?
3. Fyriliggur nøkur ætlan um, at fleiri av hesum skúlaskeiðum skulu kunna takast
í Føroyum?
Viðmerkingar:
Tá lærlingar skriva undir sáttmála, eru skúlaskeið ein partur av sáttmálanum. Hjá
teimum flestu, so er skúlagongdin í Føroyum, men nøkur hava sína skúlagongd í
Danmark.
Hetta kann hava neiliga ávirkan á, at fólk útbúgva seg innan tey yrkini, har
skúlagongdin er í Danmark. Í tilmælinum hjá Vakstrarforum viðvíkjandi
útbúgvingarøkinum, verður hesin trupulleikin eisini nevndur, og verður mælt til, at
fleiri skúlaskeið kunnu takast í Føroyum.
Í undanfarna valskeiði blivu pengar raðfestir til kokkaskúlan á Tekniska skúla í
Klaksvík, so øll skúlaskeiðini kundu takast í Føroyum. Herfyri bleiv kunngerð lýst, ið
ger tað, at í framtíðini fara kokkalærlingar at taka øll síni skúlaskeið her.
Áhugavert hevði verið at fingið greiðu á, hvussu nógv tað eru, ið skulu til Danmarkar
til skúlagongd, og hvørja útbúgving hesir lærlingar eru í gongd við. So fæst eitt yvirlit
yvir, um tað er grundarlag fyri at seta á stovn fleiri skúlaskeið í Føroyum.
Fyri at fáa greiðu á hesum, og um landsstýrið hevur nakra ætlan hesum viðvíkjandi,
verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 26. apríl 2023
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --