52-082/2022
Sjúkrarøktarfrøðingar og lønarlyft
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mai 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
082.22 Svar frá R.Vang til E.M.Gunnleygsdottur - Fyrispurningur um lønarlyft.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 4. mai 2023 J.nr.: 23/09763 Viðgjørt: SN Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-082/2022 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni, settur landsstýrismanni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um sjúkrarøktarfrøðingar og lønarlyft. Fyrispurningurin er soljóðandi: Spurningar: 1. Hvør er orsøkin til, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru valdir frá, nú samgongan ætlar at lyfta lønirnar hjá útvaldum starvsbólkum á umsorganarøkinum? 2. Hevur útihýsingin av sjúkrarøktarfrøðingunum nakað við sáttmála-samráðingarnar í 2017 at gera, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir nýttu verkfalsrættin til at koma til eitt rímiligt úrslit? 3. Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta útbúgving innan umsorganarøkið, tá starvsbólkurin verður útihýstur í samband við lønarlyftið? 4. Er tað eftir avtalu við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at hesin starvsbólkur ikki fær eitt lønarlyft ? Svar til spurning 1 Sambært samgonguskjalinum, so er ætlanin, at teir lægst løntu fakbólkarnir á umsorganarøkinum skulu hava eitt lønarlyft. Hetta er m.a. grundað á, at tørvur verður á alsamt meiri arbeiðsmegi innan hetta økið tey komandi árini. Tá ið sagt verður, at tey lægst løntu skulu hava eitt lønarlyft, so meinast við heilsurøktarar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar og hjálparfólk. Svar til spurning 2 At sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki eru við í lønarlyftinum hevur einki við sáttmálasamráðingarnar í 2017 at gera. Svar til spurning 3 Áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði er ikki minkandi. Talið av umsóknum at lesa sjúkrarøktarfrøði hevur tey seinastu 10 árini verið at kalla tað sama, og er umleið tað tvífalda av hvussu nógv lesandi verða upptikin. Tað sær tí ikki út til, at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði er minkadi ella í vanda. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Her er eitt yvirlit yvir hvussu nógvar umsóknir at lesa sjúkrarøktarfrøði vóru í tíðarskeiðnum 2014-2022 og hvussu nógv vórðu upptikin. Ár 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 Umsóknir at lesa sjúkrarøktarfrøði 84 81 90 82 66 73 78 79 102 Upptikin 25 23 31 33 32 31 31 32 51 Í sambandi við noktandi svar um upptøku, so er talan um heilt fáar umsøkjarar, sum fáa eitt noktandi svar. Allir umsøkjarar, sum lúka treytirnar, koma á ein bíðilista. Tað eru sera fáir umsøkjarar, sum ikki eru skikkað og tí fáa eitt noktandi svar. Svar til spurning 4 Avgerðin um eitt lønarlyft, og hvussu lønarlyftið er sett upp, er ikki ein avtala, sum Landsstýrið hevur gjørt við nakað fakfelag. Tinganes, 4. mai 2023 Ruth Vang Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
082.22 Spurningur til R.Vang frá E.M.Gunnleygsdottur - Fyrispurningur um lønarlyft.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. apr. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Sjúkrarøktarfrøðingar og lønarlyft Spurningar: 1. Hvør er orsøkin til, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru valdir frá, nú samgongan ætlar at lyfta lønirnar hjá útvaldum starvsbólkum á umsorganarøkinum? 2. Hevur útihýsingin av sjúkrarøktarfrøðingunum nakað við sáttmála- samráðingarnar í 2017 at gera, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir nýttu verkfalsrættin til at koma til eitt rímiligt úrslit? 3. Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta útbúgving innan umsorganarøkið, tá starvsbólkurin verður útihýstur í samband við lønarlyftið? 4. Er tað eftir avtalu við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at hesin starvsbólkur ikki fær eitt lønarlyft ? Viðmerkingar: Í sambandi við nógv umrødda lønarlyftið til útvaldar bólkar á umsorganarøkinum er tað undrunarvert, at sjúkrarøktarfrøðingar verða valdir frá. Í 1969 vórðu tær flokkaðar í lægri lønarflokk enn mennirnir, tí tær høvdu ikki forsyrgjaraskyldu, og fyri ikki so nógvum árum síðan í krepputíðum fóru sjúkrarøktarfrøðingar niður í løn fyri at vísa samfelagssinni. Við samráðingunum í 2017 ynsktu sjúkrarøktarfrøðingarnir at gera upp við reformin í 1969 og lønarniðurskurðin undir kreppuni. Løgmaður hevur sagt fleiri ferðir, at tey, sum starvast á umsorganarøkinum, skulu upp í løn, at tað er upp á tíðina, at kvinnufakini fáa eitt uppiborið lønarlyft, og at tá umsorganarøkini virka optimalt, eru tað ikki bara starvsfólkini sum vinna, men eisini brúkarin og avvarðandi. Hesi orð samsvara ikki við, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa lut í lønarlyftinum. Neyvan ynskir nakar at seta starvsbólkar upp móti hvørjum øðrum, men tað er undrunarvert, at allir starvsbólkar á umsorganarøkinum ikki fáa eitt lønarlyft. Tá lønarlyftið verður gjørt til eitt stríð um kvinnurættindi, men sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki verða tiknir við, er spurningurin, um tað skal fatast sum vantandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum og fyri javnstøðustríðnum. Á Løgtingi, 24. apríl 2023 -- 1 of 2 -- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgtingsmaður -- 2 of 2 --