← Løgtingsmál

52-081/2022

Seiður í alinótum og kópur á firðunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
081.22 Svar frá H. Hoydal til J. Joensen - Seiður í alinótum og kópur á firðunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Løgtingið Tórshavn, 3. mai 2023
Journal nr.: 23/09489-24
Svar upp á fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um støðuna viðvíkjandi
seiði í alinótum og kóp á firðunum, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og
vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningur
1. Eru hagtøl fyri, hvussu nógvur seiður svimur í alinótunum kring landið?
2. Er eftirlit við, hvussu nógv verður tikið av seiði, tá alifeløgini taka laksin?
3. Eru nøkur átøk ávegis fyri at fyribyrgja, at seiðurin sleppur inn í laksanótirnar?
4. Hevur tøkan av seiði í samband við laksaaling nakra ávirkan á upsastovnin?
5. Eru ætlanir um at geva loyvi til skipaða og burðadygga veiðu av kópi ein part av
árinum?
Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum
Hóast ta sannroyd, at seiður sæst svimja í aliringum, eru ongi samlað hagtøl fyri, hvussu nógvur
seiður svimur inni í alinótunum á føroysku firðunum. Eg havi spurt meg fyri hjá viðkomandi
ráðum og stovnum, og niðurstøðan er, at ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar hesum
viðvíkjandi.
Alifeløgini skráseta í ein ávísan mun sjálv, hvussu nógv kilo av seiði verða tikin, tá laksur
verður tikin. Eitt nú hevur Hiddenfjord síðan 2017 skrásett kilo av seiði í alinótum í sambandi
við tøku.
Viðmerkjast skal, at alifeløgini ikki vilja hava seið í alinótunum. Seiður í nótum etur alifóður
og kann elva til stríð í sambandi við tøku, og er eisini at rokna sum ein meirútreiðsla fyri
feløgini.
Av tí at ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar, og tískil heldur ikki hvør miðalvektin á seiði,
ið verður tikin, er, ber ikki til at gera nakra niðurstøðu um, hvussu nógvan fisk, ið talan er um.
Harvið ber heldur ikki til at siga nakað um, hvønn týdning hetta hevur fyri upsastovnin.

-- 1 of 2 --

2 / 2
Landið førir ikki eftirlit í sambandi við, at laksur verður tikin. Alifeløgini føra í ávísan mun
eftirlit í sambandi við tøku, hóast hetta ikki er álagt teimum sambært lóg.
Eg ætli mær at taka málið upp við viðkomandi partar til tess at fáa hetta lýst til fulnar og at
útvega vísindaligt grundarlag og tøl um hesi viðurskifti.
Spurningur nr. 3
Spurningurin um seið í alinótum hevur áður verið umrøddur, og tá var metingin, hóast hetta
ikki varð við støði í vísindaligum kanningum, at talan bert var um ein lítlan prosentpart av
ungfiskinum.
Um ábendingar eru um, at talan er um eina avbjóðing, er týdningarmikið, at hesi viðurskiftini
verða kannað nærri fyri at kunna staðfesta, hvør støðan er. Tískil hevði verið skilabest at farið
undir eina tilgongd at fáa vísindaligt tilfar til vegar, soleiðis at greiða kann fáast á hesum.
Í tann mun talan er um ein trupulleika, fer landsstýrið at taka støðu til, hvørji átøk eiga at verða
gjørd fyri at tryggja lív- og vistfrøðiliga burðardygga aling.
Í uppskotinum til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu verður lagt
upp til frameftir árliga at játta tað, sum svarar til 1% av inntøkunum frá tøkugjaldinum til
gransking. Hóskandi kundi ein partur av hesum peninginum verið nýttur til árinskanningar á
umhvørvið og vistfrøðina á føroysku firðunum.
Sambært Havbúnaðarfelagnum hevur seiður í alinótum ikki verið ein trupulleiki, og tí hevur
ikki verið neyðugt við stórum átøkum at fyribyrgja hesum. Kortini hava onkur av átøkunum,
ið eru gjørd fyri at basa lúsini, eisini gagnligar avleiðingar í mun til seið í alinótum. Eitt nú
royndirnar at ala í lokaðum eindum og við lúsaskjúrti.
Spurningur nr. 4
Víst verður til svar upp á spurning nr. 1 og 2. Tá vísindaligt tilfar ikki fyriliggur, ber ikki til at
gera nakra greiða niðurstøðu um, í hvønn mun seiður í alinótum kann setast í samband við
sveiggj í upsastovninum.
Hinvegin er metingin hjá Havbúnaðarfelagnum, at samlaða tøkan av seiði er undir 500.000
fiskar árliga. Hóast felagið við støði í eini meting ikki kann gera nakra endaliga niðurstøðu um
ávirkanina á upsastovnin, so metir Havbúnaðarfelagið, at talan er um áleið 1,47% av samlaðu
tilgondini. Hetta er við støði í almennum tølum frá Havstovuni, ið vísa, at miðal tilgongdin av
1 ára gomlum seiði er okkurt um 34.000.000 fiskar um árið.
Spurningur nr. 5
Talan er um málsøki, sum Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið varðar av, og tískil havi eg ikki
kunnleika til ítøkiligu ætlanirnar á økinum. Fiskimálaráðið hevur upplýst, at ráðið vónar at
kunna bera løgtinginum eitt lógaruppskot á heysti 2023.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 3. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
081.22 Spurningur til H. Hoydal frá J. Joensen - Seiður í alinótum og kópur á firðunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Seiður í alinótum og kópur á firðunum
Spurningar:
1. Eru hagtøl fyri, hvussu nógvur seiður svimur í alinótunum kring landið?
2. Er eftirlit við, hvussu nógv verður tikið av seiði, tá alifeløgini taka laksin?
3. Eru nøkur átøk ávegis fyri at fyribyrgja, at seiðurin sleppur inn í laksanótirnar
?
4. Hevur tøkan av seiði í samband við laksaaling nakra ávirkan á upsastovnin?
5. Eru ætlanir um at geva loyvi til skipaða og burðadygga veiðu av kópi ein part
av árinum?
Viðmerkingar:
Tað hevur javnan verið frammi, at kópur og ymisk fiskasløg svimja runt aliringarnar,
har aliøkini eru. Alifóður dregur annan fisk at aliringunum. Nógvur fiskur svimur
eisini inn í ringarnar, har føðin er. Har fiskurin samlast, samlast kópur eisini.
Sjáldan er so nógvur kópur sæddur á firðum og flesjum í Føroyum. Men loyvt er ikki
at skjóta kóp í Føroyum. Kópastovnurin er stórur. Ein kópur etur nógvan fisk. Tí
kundi ein skipað og burðardygg veiða verið ein møguleiki.
Serliga smáfiskur ella seiður samlast við alibrúkini. Tað hevur verið ført fram, at
hesin seiður, sum seinni eigur at gerast partur av upsastovninum, sum verður fiskaður
av okkara upsaflota manglar, tí hann doyr ella verður tikin, tá laksurin verður
slaktaður. Alarar siga, at sera ymiskt er, hvussu nógvur seiður er í nótunum. Summir
alarar hava tøl fyri, hvussu nógvur seiður verður tikin hvørt ár. Tó spurningurin er, um
skipað tøl eru um hjáveiðu.
Skilagott hevði verið at kannað, hvussu nógv samlaða talið av seiði, sum verður tikið
á hvørjum ári er, og um eitt skipað og gott eftirlit er við hesum. Og eisini at loysa
avbjóðingina við kópi og hjáveiðu í samband við aling. Tí verða hesir spurningar
settir.
Á Løgtingi, 20. apríl 2023
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --