← Løgtingsmál

52-080/2022

Fartelefonin í Fólkaskúlanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
080.22 Svar frá D.N.Joensen til J. Joensen - Fartelefonin í føroyska fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 2. mai 2023
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-16
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini nr. 52-080/2022 frá Jóhannis Joensen,
løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um fartelefon í fólkaskúlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í Føroyum?
2. Er fartelefonin ein avbjóðing fyri fólkaskúlan?
3. Er tað at hava felags reglur fyri nýtslu av fartelefonum í skúlunum í andsøgn við talgilda
gerandisdagin?
Svar
Til 1: Skipanin higartil hevur verið, at tað eru skúlarnir sjálvir, sum gera mannagongdir í sambandi
við fartelefonnýtslu hjá næmingunum í skúlatíðini. Í november 2018 var aðalorðaskifti um
fólkaskúlan, har KT í skúlanum var ein partur í frágreiðingini til orðaskiftið. Viðvíkjandi fartelefonum
var niðurstøðan, at hildið var, at frægasta loysnin var at lata tað vera upp til einstøku skúlarnar at orða
politikk á økinum, av tí at eingin skúli og eingin støða eru eins. Hetta var eisini grundað á, at tað er
skúlaleiðarin, sum hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum, og sum tekur allar
ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans.
Tað er skúlastýrið í einstaka skúlanum, sum sambært § 53, stk. 5 í fólkaskúlalógini, ið ger
atferðarreglur skúlans og reglur um umsjón við næmingunum í skúlatíðini. Hesar reglur verða gjørdar
við støði í ásettum reglum, sum landsstýrismaðurin sambært § 60 í lógini hevur ásett um fyriskipanir
til tess at fremja gott skil í skúlunum og umsjón við næmingunum í skúlatíðini. Reglurnar eru lýstar
í kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur eftir fyrispurningi frá skúlunum um fartelefonnýtslu gjørt
vegleiðandi reglur, har greitt verður frá, at skúlastýrið í einstaka skúlanum ger atferðarreglur skúlans,
og at hetta eigur at verða gjørt í samráð við skúlaleiðaran, sum hevur dagligu ábyrgdina av

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
næmingunum í skúlatíðini. Eisini er ásett í lógini, § 53, stk. 1, at skúlastýrið ásetur meginreglur um
virksemi skúlans sambært uppskoti frá skúlaleiðaranum.
Viðvíkjandi fyrispurninginum um ætlanina at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í
Føroyum, so hava nógvir skúlar gjørt meginreglur á økinum. Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í
næstum at lýsa vegleiðandi reglur um fartelefonir við tilvísing um, at neyðugt er, at allir skúlar hava
ein politikk á økinum. Í øllum arbeiði at gera meginreglur í skúlunum er umráðandi, at námsfrøðiliga
ráðið er partur av arbeiðinum, og at tey ungu verða tikin við upp á ráð. Verða tey ikki tikin við, er
vandi fyri, at tey ikki virða galdandi reglur. Hetta er eisini í samsvari við Barnarættindasáttmálan, har
ásett er, at børnini eiga at verða hoyrd í málum, sum viðvíkja teirra rættindum.
Til 2: Fyrispurningar í skúlunum vísa, at tað er ein stórur partur av næmingunum, sum hava fartelefon,
og skúlar hava víst á, at hetta kann vera ein trupulleiki bæði í undirvísingini og fríkorterunum. Í
nevndu frágreiðing til aðalorðaskifti í november 2018 varð m.a. víst á: “Eitt vandamál, ið lærarar
bæði í fólkaskúla og á miðnámsøkinum ferð eftir ferð hava víst á, er, at næmingar gerast bundnir at
teldu og serliga fartelefon. Hetta ger, at teir megna ikki at fylgja undirvísingini, men reika heldur á
Facebook og øðrum sosialum miðlum ella spæla spøl mitt í undirvísingartíðini. Harumframt verður
sæð í fólkaskúlanum, at næmingar heldur enn at spæla og røra seg í fríkorterinum, sita hvør í sínum
lagi við hvør sínari telefon og spæla ella samskifta á sosialum miðlum”.
Eisini í kanning um happing og trivnað í fólkaskúlanum er víst á, at fartelefonir verða nýttar bæði til
at senda boð og myndir.
Tó kan viðmerkjast, at hvørki Undirvísingarstýrið ella Nám hava gjørt nakrar ítøkiligar kanningar av,
um fartelefonin er ein avbjóðing í fólkaskúlanum.
Til 3: Í august 2023 verður nýggj støðisnámsætlan sett í verk fyri fólkaskúla og miðnám. Henda
ætlan, sum hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, kemur millum annað at innihalda hesa
orðing:
Kt-førleikar og talgildisbúgving snúgva seg bæði um førleikar at brúka ítøkilig, viðkomandi kt-amboð
og at skilja amboðini, og í hvørjum samanhangi tey skynsamt kunnu nýtast. Eisini snúgva kt-førleikar
og talgildisbúgving seg um atferð á talgildum miðlum og keldukritiska viðgerð av talgildum tilfari.
Endamálið er at búgva næmingarnar til at vera virknar, sjálvstøðugar, kritiskar og fólkaræðisligar
borgarar í einum talgildum samfelag.
Kt-førleikar og talgildisbúgving kunnu býtast í seks øki:
• Nýtsla
• Fatan og teldulig hugsan
• Metingarevni
• Samskifti og samstarv
• Leitan og viðgerð
• Skapan
Umráðandi er tí, at einstaki lærarin hevur frælsi og harvið møguleikan til at inndraga talgild amboð,
sum kunnu verða til gagns fyri undirvísingina. Hetta er eisini galdandi fyri fartelefonina. Hóast
fartelefonir kunnu vera eitt órógvandi element í undirvísingini, so kunnu tær eisini verða til gagns

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
fyri læringina hjá næminginum, um nýtslan fer fram undir skipaðum viðurskiftum og við einum
ávísum endamáli. Lærarin skal tí altíð gera eina meting út frá síni fakligu vitan, um fartelefonin ella
onnur talgild amboð kunnu nýtast í einari ávísari undirvísingarstøðu.
Nógvir næmingar møta í stóran mun heiminum ígjøgnum fartelefonina í gerandisdegnum. Nýtslan
ber tó í stóran mun brá av passivari og ókritiskari nýtslu. Tað er tí neyðugt at vísa næmingunum á
fakligar mátar, at møta hesum heimi. Hetta kann eisini vera við til at menna teirra førleika at nýta
fartelefonina skilagott. Tað er eisini á henda hátt at vit skapa líkindi fyri djúphugsni og venja teirra
evni til sjálvstøðuga metan, eins og ásett í fólkaskúlalógin §2 stk. 2.
Talgildir førleikar og førleikar at skilja talgilda heimin koma ikki av sær sjálvum. Broytingarnar eru
ofta skjótar og stórar, og tí er neyðugt at tryggja, at næmingarnir støðugt menna sína fatan og síni
metingarevni í sambandi við talgilda heimin. Teldan og fartelefonin eru hvørt sítt amboð, sum kunnu
hvørt sítt. Tað er tí ymiskt, hvussu talgildi heimurin verður møttur við hesum báðum amboðunum. Tí
er neyðugt, at næmingar fata og nýta bæði amboðini væl, um tey skulu búgvast til tað samfelag, tey
eru partur av.
Samanumtikið meti eg ikki, at forboð fyri nýtslu av fartelefonum í skúlanum er vegurin fram, tí hetta
er í andsøgn við talgildisbúgvingina og búgving annars í skúlans høpi sambært endamálsorðing
fólkaskúlans. Hinvegin er onki til hindurs fyri at seta reglur fyri nýtslu av fartelefonum.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
080.22 Spurningur til D.N.Joensen frá J. Joensen - Fartelefonin í føroyska fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Fartelefonin í fólkaskúlanum
Spurningar:
1. Er ætlanin at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í Føroyum?
2. Er fartelefonin ein avbjóðing fyri fólkaskúlan?
3. Er tað at hava felags reglur fyri nýtslu av fartelefonum í skúlunum í andsøgn
við talgilda gerandisdagin?
Viðmerkingar:
Tað hevur javnan verið frammi, at fartelefonin er ein avbjóðing m.a. í føroysku
skúlunum. Grannalondini hava somu avbjóðingar og kjakast um, hvat skal gerast.
Fartelefonin er eitt fínt amboð at hava, men bundinskapurin at telefonini ger hana til
meir enn eitt amboð og heldur til eitt trupulleika í dagligdegnum og skúladegnum.
Flestu skúlar hava ein telefonpolitikk. Hesir eru ymiskir frá skúla til skúla. Felags er
tó, at skúlarnir og lærararnir hava ábyrgdina saman við næmingunum, at
telefonpolitikkirnir verða hildnir. Tá hesar telefonreglur javnan verða brotnar, skapar
hetta ofta keðiligar støður og eyka arbeiði fyri starvsfólk skúlans. Man kann seta sær
spurningin, um frírúm kann skapast, har telefonin ikki er miðdepilin?
Tað er ávíst fleiri ferðir, at skúlin er ov bókligur, og at kreativitetur og rørsla eru
manglar í skúlunum. Fartelefonin ger ikki virknið betri. Fría spælið, borðspølini og
útilívið er ein minkandi partur av dagligdegnum hjá føroyingum, hóast gongufeløg
o.o. skipa túrar í náttúruni.. Sjónvarpssendingin í KVF, “Útilív” varpar m.a. ljós á
týdningin, útilívið hevur fyri likam og sál.
Tað vísir seg, at flestu skúlar hava teldur og talgild amboð í skúlanum til nýtslu í
skúlaarbeiðinum, og tí er ikki tørvur á fartelefonini í skúlanum. Tí gera fleiri skúlar
tað, at telefonin liggur læst í einum skápi í skúlanum frá skúladagsbyrjan til
skúladagsenda. Hetta er sum sagt ymiskt millum skúlar.
Spurningurin er, um almennu Føroyar ikki eiga at hava eina felagskós, tá tað kemur til
fartelefon í skúladegnum? Ein felags skúlapolitikkur ger, at vit hava felags ábyrgd, tá
brot eru framd á skúlatelefonreglurnar. Eru skúlastýrini, saman við foreldrum,
starvsfólkum og næmingum, ikki lykilin í hesum arbeiði?
Á Løgtingi, 19. apríl 2023
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --