52-079/2022
Ritalin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. apr. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
079.22 Svar frá M. Stórá til L. Weihe - Ritalin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. apr. 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf.: 26. apríl 2023 HMR j. nr.: 23/08916 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-079/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um Ritalin, frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu nógv ritalin er útskrivað í Føroyum seinastu 10 árini? 2. Hvussu nógvir borgarar hava fingið útskrivað ritalin seinastu 10 árini? 3. Hvør skrivar út ritalinið til brúkarar – kommunulæknar, sálarlæknar ella onnur? 4. Hvør hevur eftirlit við, at heilivágur ikki verður skeivt útflýggjaður? Svar: Til spurning 1 Ritalin er ein av fleiri handilsnøvnum sum innihalda heilivágsevnið methylphenidat. Tað vil siga, at tað eru fleiri sløg av kopiheilivági, sum eru eins og Ritalin. Hesi eru tikin við í talvuna niðanfyri, sum er uppgjørd eftir sonevndum samdøgursskamtum (DDD). Apoteksverkið hevur hagtøl hesum viðvíkjandi frá 2016 til og við 2022. Ár 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 Methylphenidat (Ritalin + kopiheilivágur) 7,5 8,0 8,6 11,1 13,4 15,9 17,3 Annar heilivágur fyri ADHD 0,9 1,5 1,9 2,9 4,9 8,7 14,6 Tilsamans heilivágur fyri ADHD 8,4 9,5 10,5 14,0 18,3 24,6 31,9 Talva 1 DDD/1000 íbúgvar/samdøgur* -- 1 of 4 -- * Sambært Landsapotekaranum er DDD ein teknisk eind, sum WHO brúkar, sum gevur eina leysliga meting av heilivágsbrúkinum, t.d. hvussu stórur partur av íbúgvunum í einum samfelagi, verða viðgjørdir við tí ávísa heilivágnum. Talan er um, hvussu nógvar nøgdir eru útskrivaðar pr. 1.000 íbúgvar í eitt samdøgur. DDD talið er ætlað at samanbera nýtsluna í einum landi ár um ár, umframt at gera samanberingar millum lond. Danska heilsustýrið hevur framvegis tilmæli um at nýta methylphenidat (Ritalin og kopiheilivág) sum fyrsta val. Fyri m.a. at minka um vandan fyri skeivari nýtslu, hava vit í Føroyum gjørt av at brúka í størri mun annað slag sum fyrsta val, og seinastu árini er nýtslan av hesum vaksin serliga nógv. Orsøkin til hetta er at annar heilivágur, sum ikki inniheldur methylphenidat, ikki á sama hátt kann brúkast við tí fyri eyga at rúsa seg við. Hetta sæst aftur í talvu 1 har nøgdin av methylphenidat (Ritalin og kopiheilivági) ikki veksur tilsvarandi nógv, sum nøgdin av øðrum ADHD heilivági. Tað merkir, at annar ADHD heilivágur, sum ikki inniheldur methylphenidat, er meiri nýttur tey seinastu árini. Til spurning 2 Apoteksverkið hevur einans tøl frá 2016 til og við 2022, fyri hvussu nógvir borgarar hava fingið útskrivað methylphenidat (Ritalin og kopiheilivág) seinastu árini. Talva 2 Í talvuni niðanfyri er yvirlit yvir persónar, sum taka heilivág fyri ADHD í aldursbólkum. Her er talan um øll sløg av heilivági fyri ADHD. Ár Persónar í viðgerð við methylphenidat (Ritalin + kopi) 2016 290 2017 296 2018 339 2019 422 2020 491 2021 581 2022 678 -- 2 of 4 -- Talva 3 Sambært talvuni omanfyri er nýtslan av ADHD heilivági serliga økt millum tey sum eru 20 ár og eldri seinastu 3-4 árini. Sambært Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum eru nógv vaksin fólk útgreinaði og hava fingið staðfest ADHD seinastu árini. Meginparturin av teimum eru sett í viðgerð við ADHD heilivági, og tað er høvuðsorsøkin til at nýtslan av ADHD heilivági er økt so nógv seinastu árini. Orsøkin til at fleiri verða ávíst til útgreining er, sambært Psykiatriska Deplinum, eitt skifti í uppfatanini av tilstandinum ADHD, sum fyrr var mettur at vera ein trupulleiki hjá børnum, men har fakkunnleikin er komin eftir, at hjá nógvum av teimum børnum sum hava ADHD, heldur hetta fram í vaksnamannaárunum. Tey, sum eru vaksin í dag og høvdu ADHD sum børn, vóru ikki kannaði tá, men teirra trupulleikar vóru mettir at stava frá onkrum øðrum enn ADHD. Hesi verða send til útgreiningar í dag. Sum støðan er nú, vóru t.d. 100 vaksin fólk ávíst til útgreiningar tveir teir fyrstu mánaðirnar í 2023. Tað er ein støðugur vøkstur í ávísingunum, so vit kunnu vænta, at enn fleiri vaksin fólk verða sett í viðgerð fyri ADHD komandi árini og at nýtslan av ADHD heilivági fer at vaksa. Um hugt verður at tølunum fyri tey ymisku sløgini av heilivági, so sæst á talvu 1, at í 2016 vóru umleið 90 % av teimum sum fingu ADHD heilivág í viðgerð við methylphenidat (Ritalin og kopiheilivági). Í 2022 vóru umleið 55 % av teimum sum fingu ADHD heilivág í viðgerð við evninum methylphenidat. Hetta kemst av, at vit í Føroyum í alsamt størri mun brúka annan heilivág, sonevndan lisdexamfetamin, sum fyrsta val. Hetta evnið er ikki í sama vanda fyri at verða brúkt til at rúsa seg við, sum eitt nú methylphenidat. Eitt annað slag av ADHD heilivági, ið nevnist dexamfetamin og verður nógv brúkt aðrastaðni, verður so gott sum ikki brúkt í Føroyum (hetta er eisini eitt evni, sum fólk kunnu brúka til annað enn viðgerð). Ár 0 - 19 ár 20 ár og eldri Tilsamans 2016 152 173 325 2017 142 209 351 2018 151 263 414 2019 182 344 526 2020 203 469 672 2021 246 662 908 2022 331 920 1251 -- 3 of 4 -- Til spurning 3 Allir læknar kunnu útskriva heilivág fyri ADHD. At diagnostisera og seta viðgerðina fyri ADHD í gongd, er ein serlæknauppgáva. Til spurning 4 Útflýggjanin av heilivági frá apotekunum er skipað við greiðum mannagongdum sum tryggja, at rætti sjúklingurin fær rætta fyriskrivaða heilivágin útflýggjaðan. Landslæknin hevur eftirlit við ordinatiónunum hjá læknunum. Heilivágur fyri ADHD er heilivágur, sum er undir serligum eftirliti sambært § 4 í “Kunngerð um forskriftir, heilivágsbílegging og skamtan av heilivági”. Apoteksverkið sendir landslæknanum yvirlit yvir allar útflýggjanir av § 4 heilivági. Heilsumálaráðið, 26. apríl 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 4 of 4 --
079.22 Spurningur til M. Stórá frá L. Weihe - Ritalin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. apr. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Ritalin Spurningar: 1. Hvussu nógv ritalin er útskrivað í Føroyum seinastu 10 árini? 2. Hvussu nógvir borgarar hava fingið útskrivað ritalin seinastu 10 árini? 3. Hvør skrivar út ritalinið til brúkarar – kommunulæknar, sálarlæknar ella onnur? 4. Hvør hevur eftirlit við, at heilivágur ikki verður skeivt útflýggjaður? Viðmerkingar: Í vikuni frættist aftur, at alsamt fleiri ung brúka rúsevni. Talan er ikki um rúsevni, sum eru ólógliga framleidd og smuglað til landið, sum t.d. hash, kokain ella amfetamin, men um reseptheilivág, sum verður útflýggjaður av apotekinum. Serliga ritalin, sum er ADHD-heilivágur. Trupulleikin er, at partur av ritalininum verður ikki brúkt av teimum, sum veruliga hava tørv á tí, men verður handlað og misbrúkt av ørðum fólkum. Hetta sæst aftur bæði hjá løgreglu og á viðgerðarstovnum kring landið. Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki í Føroyum. Í 2013 kundi Kringvarp Føroya fortelja okkum, at frá 2005 til 2011 fimmfaldaðist talið á teimum, sum fingu útskrivað ritalin frá lækna. Síðani hevur trupulleikin javnan verið frammi. Seinast í vár, nú sproytur, sum eru brúktar at rúsa seg við, liggja og sløðast í Havnini. Ofta verður tosað um at herða eftirlitið við landamørkini fyri at fyribyrgja, at ólóglig rúsevni verða smuglað til landið. Samstundis verða “lóglig” rúsevni útflýggjað á apotekum kring landið hvønn einasta dag. Tí hesar spurningar. Á Løgtingi, 13. apríl 2023 Liljan Weihe -- 1 of 1 --