← Løgtingsmál

52-078/2022

Næmingatal í flokkunum í fólkaskúlanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. apr. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
078.22 Svar frá D. N. Joensen til M. Rasmussen - Næmingatal í flokkunum í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 21. apríl 2023
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-13
110 Tórshavn
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini nr. 52-078/2022 frá Magnus Rasmussen,
løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um næmingatal í flokkunum í fólkaskúlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Við hvørji grundgeving hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24
næmingar í hvørjum flokki?
Svar
Til 1:
Fyrisiting: Verandi játtanarskipan, sum er grundað á flokkatal, er frá 2000 og er grundleggjandi tann
sama enn, men er tó útbygd so hvørt at fevna lógarbroytingar og nýggj átøk av ymiskum slagi.
Fyrisitingarliga er mannagongdin, at skúlarnir upplýsa fyribils næmingatøl pr. 1. februar og endalig
næmingatøl pr. 1. september í skúlaárinum. Grundað á hesa seinnu uppgerðina verður endaliga
játtanin løgd til skúlan fyri skúlaárið.
Orðingin í grein 20 í fólkaskúlalógini “Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara
upp um 24 í hvørjum flokkinum” hevur fyrisitingarliga ikki verið umsitin soleiðis, at landsstýrisfólkið
í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum ári hevur góðtikið, at næmingatalið tíðum hevur verið hægri
enn 24.
Verður hugt nøkur ár aftur, hevur flokkatalið, sum hevur ligið omanfyri 24 næmingar við
skúlaársbyrjan, ligið rættiliga støðugt um gott og væl 20 flokkar.
Verandi játtanarskipan leggur upp fyri stórum flokkum við eitt nú tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki,
sum ger, at tveir lærarar eru um flokkin, ella flokkurin kann verða skipaður í smærri bólkar partar av
degnum. Harumframt er ein miðfirrað játtan, sum er 24% av næmingatalinum í allari skipanini til

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
m.a. sernámsfrøðilig átøk av ymiskum slagi, sum ger tað møguligt hjá skúlunum at skipa seg ymist
við m.a. smærri bólkum og eyka hjálp til ávísar næmingar. Og so er tað skipanin við handaverk og
list, at játtanarskipanin er grundað á 12 næmingar í hvørjum bólki.
Alt í alt ger hetta, at hóast flokkar fara upp um 24 næmingar, eru møguleikar hjá skúlunum at skipa
serlig átøk og uppbýti, so til ber at arbeiða fjølbroytt og í smærri bólkum ella við eyka lærarakreftum
inni í flokkinum.
Viðurskifti at taka við:
At býta flokkar sundur er eitt stórt og víðfevnt stig at taka. Nevnda orðing í lógini gevur nakrar
avbjóðingar. Serliga í skúlum, sum liggja beint á markinum, tí eitt ár kann verða farið ein næming
upp um 24, fyri síðani næsta árið at liggja nett á 24 ella niðanfyri. Tá er tað ikki skynsamt at býta
flokkarnar sundur fyri so stutt eftir at leggja saman og soleiðis skapa órógv um grundleggjandi
bygnaðin.
Av tí sama er neyðugt at hava eina skipan viðvíkjandi næmingatali í flokkunum og viðvíkjandi játtan,
sum letur upp fyri einum ávísum spenni og letur upp fyri møguleikum hjá einstaka skúlanum at skipa
seg innanhýsis grundað á egna støðu og fortreytir og ikki ov fastlæst.
Skúlaárið 2023/24:
Landsstýrismaðurin er gjørdur varugur við, at tað eru um 20 flokkar, sum við upplýstu
næmingatølunum pr. 1. februar 2023 fara upp um 24 næmingar í hvørjum flokki.
Landsstýrismaðurin fer saman við fyrisitingini og skúlunum at hyggja nærri at hesum viðurskiftum,
so at tær støður, tá ið næmingatalið fer upp um 24, verða lýstar væl, og góðar loysnir funnar.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
078.22 Spurningur til D. N. Joensen frá M. Rasmussen - Næmingatal í flokkunum í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Næmingatal í flokkunum í fólkaskúlanum
Spurningar:
1. Við hvørji grundgeving hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24
næmingar í hvørjum flokki?
Viðmerkingar:
Vísandi til § 20 í fólkaskúlalógini, so eigur næmingatalið við skúlaársbyrjan vanliga ikki at fara upp
um 24 í hvørjum flokki.
Landsstýrismaðurin upplýsti í februar, í svari til munnligan fyrispurning frá løgtingsmanninum
Bárði á Lakjuni, at umleið 20 skúlaflokkar fara at hava hægri næmingatal enn 24 fyri skúlaárið
2023/2024.
Í yvirlitinum yvir fyribilsnæmingatøl fyri skúlaárið 2023/2024, sum stendur á heimasíðuni hjá
Undirvísingarstýrinum, sæst eisini, at komandi skúlaár fara fleiri skúlar at hava flokkar, har
næmingatalið er hægri enn 24.
Gongdin seinastu árini tykist vera, at alt fleiri og fleiri skúlaflokkar hava hægri næmingatal enn 24
við skúlaársbyrjan.
Áhugavert er at fáa at vita, við hvørjari grundgeving landsstýrismaðurin hevur góðtikið og góðtekur,
at næmingatalið tíðum verður hægri enn tað, sum er ásett sum meginregla í lógini.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 11.apríl 2023
Magnus Rasmussen

-- 1 of 1 --