← Løgtingsmál

52-077/2022

Viðvíkjandi ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at børnum við Down syndromi.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. apr. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
077.22 Svar frá D. N. Joensen til B. á Lakjuni - Viðvíkjandi ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at børnum við Down syndromi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 14. april 2023
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-9
100 Tórshavn
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-077/2022 frá Bárði av Lakjuni, løgtingsmanni, settur Djóna N.
Joensen, landstýrismanni, um ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at
børnum við Down syndromi
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji málmenningartilboð standa foreldrum at barni við Down syndromi í boði frá
Sernámi?
2. Fáa øll tilboð og hjálp?
3. Hvussu ber tað til, at øll ikki siga seg fáa sama málmenningartilboð frá Sernámi?
4. Hví siga leiðarin fyri Sernám og landsstýrismaðurin eitt, meðan brúkarar hjá Sernámi siga
nakað heilt annað?
Svar
Til 1: Tá talan er um tey allaryngstu ella nýføðingar, sum eru fødd við tarni/týðuligum tørvi, fær
Sernám sum oftast hesi boð beinleiðis frá Landssjúkrahúsinum. Tá byrjar samstarvið heima við
foreldrini, síðan saman við dagstovninum og heldur fram har. Fyrstu fakfólk, sum tá verða knýtt til,
eru oftast ein fysio-/ergoterapeutur og ein audiologopedur/logopedur, vanliga nevnt taliráðgevi.
Onnur fakfólk, ið talan kann verða um, eru sernámsfrøðiligur ráðgevi og sálarfrøðingur.
Fyri nøkur kemur staðfestingin av Down Syndromi seinni ella sambandið byrjar, tá barnið flytur til
Føroya.
Sernám hevur førleikar at arbeiða við fleiri ymiskum málmenningaramboðum. Fyrsti partur av
samstarvinum við foreldrini er at fáa vitan og geva amboð í mun til fyrsta samskifti hjá barninum. Øll
børn eru ymisk, og vil eitt og sama amboð ikki vera rætta val til øll, um tað skal stimbrað eitt nú
málsligu menningina hjá barninum.
Fyri nøkur børn við Down Syndrom hevur eisini verið skipað fyri Karlstad netverki við uttanhýsis
ráðgeva úr Danmark. Talan er um eina øðrvísi tilgongd til málmenning, enn tann tvørfakliga, sum
Sernám annars stendur fyri. Sernám setir ikki nýggj netverk í gongd innan hetta økið, tí mett verður,
at barnið fær hjálp við hinum tænastunum, sum Sernám veitir. Umhugsað verður tó, í hvønn mun
hetta ískoytistilboð eigur at verða veitt, um foreldur, stovnar og netverk annars ynskja tað. Ein serstøk
skipan skal helst gerast um hetta.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Til 2: Øll børn við Down Syndromi, sum Sernám kennir til, fáa ráðgeving og vegleiðing. Um barnið
er á dagstovni/skúla, er ráðgeving og vegleiðing til foreldur umvegis dagstovn/skúla. Sernám kennir
í løtuni til 15 børn og ung við Down Syndromi, sum eru undir 18 ár.
Øll hesi 15 hava fingið ráðgeving frá Sernámi. Í løtuni er ráðgeving í gongd hjá 12 av hesum 15
børnum. Viðvíkjandi hinum trimum, er talan um børn, har foreldur ella serskúli ikki hava ynskt meiri
ráðgeving í løtuni.
Til 3: Høvuðsarbeiðið hjá Sernámi er fakliga lagað eftir tørvinum hjá einstaka barninum og
umhvørvinum, sum barnið er í. Tað er ymiskt, hvør tørvurin er hjá barninum og hjá
dagstovninum/skúlanum, og verða atlit tikin til hesi bæði, tó við barninum í miðdeplinum. Um øll
børn skuldi fingið sama átak ella tilboð bjóðað, gagnar tað bara nøkrum av teimum, tí støði ikki verður
tikið í tørvi og menning hjá einstaka barninum og tørvinum hjá umhvørvinum, sum barnið er í, í
gerandisdegnum.
Til 4: Stjórin á Sernámi hevur innlit í samlaða virksemi hjá stovninum og kann svara í mun til
heildina. Tað er hetta, sum landsstýrismaðurin er blivin kunnaður um í sambandi við síni svar. Helst
hevur almenna kunningin um virksemi hjá Sernám ikki verið nøktandi, tá hugsað verður um
umrøðuna, sum hevur verið í seinastuni. Sjálvandi kunnu sjónarmiðini eisini verða ymiskt og ynskini
størri enn Sernám hevur møguleika at veita, innan givnu karmarnar.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
077.22 Spurningur til D. N. Joensen frá B. á Lakjuni - Viðvíkjandi ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at børnum við Down syndromi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 31. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Evni: Viðvíkjandi ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at
børnum við Down syndromi
Spurningar:
1. Hvørji málmenningartilboð standa foreldrum at barni við Down syndromi í
boði frá Sernámi?
2. Fáa øll tilboð og hjálp?
3. Hvussu ber tað til, at øll ikki siga seg fáa sama málmenningartilboð frá
Sernámi?
4. Hví siga leiðarin fyri Sernám og landsstýrismaðurin eitt, meðan brúkarar hjá
Sernámi siga nakað heilt annað?
Viðmerkingar:
21. mars er altjóða dagur teirra, ið hava Down syndrom. Í grannalondum okkara verða
alsamt færri børn fødd við Down syndromi, meðan føroysku tølini liggja á sama støði
sum fyri 10 árum síðani. Tað er at gleðast um, at tað framvegis liggur ein djúp virðing
hjá føroyinginum fyri tí ófødda - fyri lívinum - í sinum margfeldi. Tó, so vísir tað seg
ikki so sjáldan, at vit sum samfelag ikki megna nóg væl at hjálpa og stuðla familjum,
sum hava tørv á serligari hjálp.
Í sambandi við altjóða Down syndrom dagin í ár var forkvinnan í Javna, Fía Petersen,
frammi í miðlunum og nevndi, at tørvur er at betra um tilboðini til tey, ið hava Down
syndrom. Tað er á ymsan hátt ein avbjóðing at fáa barn við Down syndromi, m.a.
innan málmenning. Sernám er stovnurin, ið eigur at veita foreldrum og børnum tilboð
av ymiskum slagi, eisini málmenning. Tað kom fram í eini samrøðu í Kvf við eina
mammu at barni við Down syndromi, at tað er sera stórur munur á, hvørja hjálp og
hvønn stuðul foreldur fáa í boði. Tað gekk bara ein dagur ella tveir, so komu fleiri
mammur fram við somu søgu: Sernám ger mun á tilboðum til børn við Down
syndromi. Hetta tvíhalda hesar mammur um.
Hesar útsagnir samsvara ikki við tað, ið leiðarin fyri Sernám, Margreth Olsen, ber
fram, og heldur ikki við tað, sum landsstýrismaðurin, Djóni N. Joensen, sigur, tí hann
nevnir í samrøðu í Kvf, at øll foreldur hava fingið tilboð og hjálp, og at hann hevur
fult álit á stovninum.
Undirritaði undrast á, at útsagnirnar eru so ymiskar – foreldur siga eitt, meðan serliga
leiðarin á Sernámi og eisini landsstýrimaðurin siga nakað heilt annað. Í roynd og veru
kann sigast, at við útsagnunum hjá leiðaranum á Sernámi og landsstýrismanninum
verða foreldrini løgd undir at siga ósatt. Fyri at fáa greiðu á hesum ósamsvari og
hvørja hjálp foreldur hava fingið, verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 31. mars 2023
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --