← Løgtingsmál

52-076/2022

Løðing av el-bilum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. apr. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
076.22 Svar til Ei. J. frá I. D. Strøm - Løðing av el-bilum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 14. apríl 2023
J. nr.: 23/08342-2
Viðgjørt: HIH
Tygara skriv:
Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm,
landsstýriskvinnu, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um løðing av el-bilum
Spurningar:
1. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at infrakervið til løðing av el-bilum er nøktandi til
verandi og komandi eftirspurning á økinum?
2. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at fremja ítøkilig átøk fyri at betra um møguleikan hjá
teimum, sum ikki eiga ein matrikul, at løða bilin annaðhvørt við einari heimaløðistøð
onkursvegna ella fyri ein kostnað, sum samsvarar meira við kostnaðin á heimaløðistøð?
Svar:
Til spurning 1:
Infrakervið til løðing av el-bilum er undir útbygging og sum gongdin hevur verið, hevur
útbyggingin í ein stóran mun fylgt tørvinum. Útlátsminkingin og skiftið frá olju til varandi
orkukeldur krevur umfatandi tøk á fleiri økjum. Ferðsla er eitt teirra, og við teimum ætlanum vit
hava á veðurlagspolitiska økinum, skulu vit næstu árini gjøgnumføra eina umlegging, so vit í
2030 hava lagt alla ferðslu um til varandi orkukeldur.
Í løtuni er stór menning á varandi orkuøkinum, eitt nú innan ferðslu og el-bilar. Av hesi orsøk er
tað trupult at planleggja langt fram í tíð. Umframt at bilarnir fáa størri og størri battaríir fáa
løðistøðirnar størri og størri kapasitet. Tað merkir at til ber at løða el-bilar skjótari og skjótari tá
tørvur er at løða el-bilin í almenna rúminum. Tað er ikki óhugsandi, at vit skjótt kunnu løða líka
skjótt sum vit fylla bensin í tangan í dag. Umráðandi er tó at viðmerkja, at løðing av el-bilum í
størst møguligan mun eigur at fara fram tá minst trýst er á el-skipanini, so sleppast kann undan
stórum íløgum, bæði í net og framleiðslu. Við snildari løðing kunnu el-bilarnir løðast tá orka er
tøk. Vit fáa sjálvandi tørv á at útbyggja infrakervið munandi í umleggingini, og neyðugt er at
útbygging og tøkni ganga hond í hond.

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
Til spurning 2:
Treytin fyri at løða til ein lægri prís er snildløðing, t.e. at SEV í ein ávísan mun kann stýra
løðingini. SEV er í ferð við at menna eina skipan við gestaløðing, soleiðis at tað verður gjørligt
at skilja ímillum tann sum løðir og tann sum varðar av heimaløðistøðini, tvs. at tað verður tann
sum løðir, sum rindar fyri løðingina. Tað kann so vera t.d. felagið sum eigur arbeiðsbilin ella
leigarin hjá tí sum hevur heimaløðistøðina.
Umhvørvismálaráðið, 14. apríl 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
076.22 Spurningur frá Ei. J. til I. D. Strøm - Løðing av el-bilum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Løðing av el-bilum
Spurningar:
1. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at infrakervið til løðing av el-bilum er
nøktandi til verandi og komandi eftirspurning á økinum?
2. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at fremja ítøkilig átøk fyri at betra um
møguleikan hjá teimum, sum ikki eiga ein matrikul, at løða bilin annaðhvørt við
einari heimaløðistøð onkursvegna ella fyri ein kostnað, sum samsvarar meira
við kostnaðin á heimaløðistøð?
Viðmerkingar:
Ein týdningarmikil partur av veðurlagspolitikkinum, sum varð samtyktur í fjør, er, at
bilaferðsla verður skipað við varandi orku. Ymisk átøk eru nevnd, og nøkur eru sett í
verk, millum annað mvg-afturbering og avsláttur í skrásetingargjaldi av el-
og vetnisbilum.
Tað tykist sum, at skipanin við heimaløðistøðum riggar lutfalsliga væl, og at tað í øllum
førum í stóran mun er rímiliga góð atgongd til løðistøðir, so leingi tað snýr seg um, at
borgarar við heimaløðistøð í undantaksføri ikki hava møguleika at brúka
heimaløðistøðina. Men tað eru eisini stórar avbjóðingar, um tú ikki eigur tín egna
matrikul. Fatanin er, at tey allarflestu, sum búgva til leigu í Føroyum, ikki hava atgongd
til eina løðistøð. Hetta er í andsøgn við orðingarnar í veðurlagspolitikkinum, har sagt
verður: ”Umráðandi er, at brúkarar kunnu løða bilin heima ella tætt við bústaðin.”
Samstundis er greitt, at kostnaðurin at løða bilin er hægst, um tú brúkar eina løðistøð
úti í býnum, men hetta er einasti møguleikin, um tú hevur ein el-bil, men ikki hevur
møguleika fyri einari heimaløðistøð.
Tað ber sjálvandi til at heita á allar partar um at gera sítt, men tað tykist sum, at onkur
má taka ábyrgdina av at fáa hetta framt, og tá landið hevur samtykt veðurlagspolitikkin,
er spurningurin, um landið ikki eisini má taka ein part av ábyrgdini av at fremja hann
og tryggja, at úrslitini raka sosialt rætt.
Sum støðan er í løtuni, sær tað út til, at tað er ein stórur og vaksandi partur av Føroya
fólki, sum orsakað av infrakervinum til løðing av el-bilum hava skerdan møguleika at
vera partur av orkuskiftinum.
Á Løgtingi, 30. mars 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --