52-075/2022
Útboð av nýggjum reinsiverki til Landssjúkrahúsið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. apr. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
075.22 Svar frá M. Stórá til A. Olsen - Útboð av nýggjum reinsiverki til Landssjúkrahúsið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 31. mar. 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 30. mars 2023 HMR j. nr. 23/08081-6 Margit Stórá landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 075/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um útboð av nýggjum reinsiverki til Landssjúkrahúsið, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Er nýggja reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum bjóðað alment út? 2. Eru møguleikarnir at nýta føroyskar ráðgevarar í sambandi við nýtt reinsiverk til Landssjúkrahúsið kannaðir? 3. Er áheitan komin frá føroyskum ráðgevum um at sleppa at bjóða uppá reinsiverkið? 4. Hvørja áskoðan hevur landsstýrismaðurin á at brúka føroyskar veitarar ? Svar: Til spurning 1 Arbeiðið, at útvega eitt nýtt reinsiverk, er enn í byrjanarstøðu. Talan er um, at Landssjúkrahúsið og Landsverk kanna, hvørjar loysnir og hvør tøkni er tøk innan økið. Til spurning 2 Í sambandi við kanningar og fyrireikingar hava Landssjúkrahúsið og Landsverk verið í sambandi við bæði føroyskar og útlendskar ráðgevarar. Til spurning 3 Landssjúkrahúsið og Landsverk hava longu nýtt føroyskan ráðgeva í sambandi við fyrireikingarnar. Harumframt hevur ein føroyskur ráðgevi bjóðað seg fram til hesa verkætlanina. Landssjúkrahúsið og Landsverk fáa javnan áheitanir frá ráðgevum, ið bjóða seg fram til ymiskar uppgávur. Viðvíkjandi reinsiverkinum, so verður framvegis kannað, hvørjar loysnir egna seg best. -- 1 of 2 -- Um farið verður víðari við verkætlanini, skal útboð gerast, og ráðgevar kunnu tá bjóða uppá prosjekteringina av einum nýggjum reinsiverki. Inntil útboðið er fyrireikað og gjørt, er ikki møguligt hjá ráðgevum at bjóða uppá prosjekteringina. Til spurning 4 Landsstýriskvinnan heldur, at tað hevur stóran týdning at brúka føroyskar veitarar, tá ið tað letur seg gera, og at tað er gott, at vit her í Føroyum hava serkunnleika innan ávís serøki. Málið við einum nýggjum reinsiverki er ikki komið so langt at komið er til at skula bjóða tað út. Heilsumálaráðið, 30. mars 2023 Margit Stórá landsstýrismaður -- 2 of 2 --
075.22 Spurningur til M. Stórá frá A. Olsen - Útboð av nýggjum reinsiverki til Landssjúkrahúsið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. mar. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Útboð av nýggjum reinsiverki til Landssjúkrahúsið Spurningar: 1. Er nýggja reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum bjóðað alment út? 2. Eru møguleikarnir at nýta føroyskar ráðgevarar í sambandi við nýtt reinsiverk til Landssjúkrahúsið kannaðir? 3. Er áheitan komin frá føroyskum ráðgevum um at sleppa at bjóða uppá reinsiverkið? 4. Hvørja áskoðan hevur landsstýrismaðurin á at brúka føroyskar veitarar ? Viðmerkingar: Í Føroyum eru tvær verkfrøðingafyritøkur, sum hava fakligan sterkan førleika til at átaka sær uppgávuna at projektera og loysa avbjóðingina við nýggja reinsiverkinum á Landssjúkrahúsinum. Hesar báðar føroysku fyritøkurnar hava brúkt nógva orku upp á at fáa neyðugan førleika sum krevst til slíkar verkætlanir og hava uppbygt sær drúgvar royndir við serkunnleika innan hetta ávísa serøkið, sum umfatar reinsiverk við meira. Men sum skilst eru hesar fyritøkur valdar frá til frama fyri danskan veitara. Leggjast skal eisini afturat, at føroysku ráðgevararnir hava bjóðað seg fram hjá Landsverki at koma við einum uppskoti til loysn upp á nýggja reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum, uttan at nakað úrslit er spurt burturúr. Tað er umráðandi, at tílíkar verkætlanir hjá tí almenna verða bodnar út, og at føroyskir veitarar hava møguleika at bjóða. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 28. mars 2023 Annika Olsen -- 1 of 1 --