← Løgtingsmál

52-074/2022

Heilivágur innan føroysk røktarheim og heimatænastu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. apr. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
074.22 Svar frá M Stórá til M. Mørkøre - Heilivágur innan føroysk røktarheim og heimatænastu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 3. apríl 2023
HMR j. nr. 23/08075-7
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-074/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um heilivág innan føroysk
røktarheim og heimatænastu, frá Magnu Elianu Mørkøre, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Er nøkur ætlan at endurskoða lóggávu viðvíkjandi heilivági í primera geiranum?
Svar:
Til spurning 1
Sum spyrjarin greiður frá, kunnu avbjóðingar vera við at fáa heilivág út til røktarheim til tíðina.
Landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at endurskoða lóggávuna um apoteksverkið og heilivág, sum
kom í gildi í 1988 og tískil hevur nógv ár á baki. Í sambandi við hetta arbeiðið, verður spurningurin
um at geva røktarheimum o.ø. loyvi at liggja inni við heilivági til terminalan linna tikin upp, og
viðgjørdur við viðkomandi partar. Kann spurningurin svarast játtandi, er týdningarmikið at tryggja,
at heilivágurin á skynsamasta hátt verður tillagaður einstaka borgaranum, ið liggur til tað síðsta.
Spyrjarin vísir í sínum fyrispurningi til sokallaða tryggleikakassan. Upplýsast skal, at í Danmark
varð so líðandi steðgað við at nýta tryggleikakassan í september 2022. Framleiðslan av kassunum er
nú hildin uppat. DMCG-PAL (Dansk Multidisciplinær Cancer Gruppe for Palliativ Indsats) hava
meldað út, at tey ikki longur stuðla nýtsluni av kassunum m.a. grundað á vantandi fakliga dygd í
innihaldi og nýtslu av kassunum. Kassin var “bílagdur” til eldri borgarar, sum ein standardiserað og
automatiserað fyriskipan, ið ikki tekur hædd fyri einstaka tørvinum hjá borgaranum, ið liggur til tað
síðsta. Í Danmark eru fráboðaðar fleiri ótilætlaðar hendingar – eisini við deyðiligum fylgjum.
Landslæknin metir, at tá heilivágur verður nýttur sum ein liður í linnandi røkt til borgarar, ið liggja
til tað síðsta, má hann læknafakliga vera tillagaður einstaka borgaranum. Ein lækni má leypandi
rætta farmakologiskar viðgerðir til borgaran. Landslæknin mælir til, at rætti heilivágurin er lætt

-- 1 of 2 --

atkomiligur við at røktarheim, búpláss o.o. hava ein fast knýttan kommunulækna. Starvsfólkini á
røktarheimunum fáa á tann hátt lætta atgongd til ein lækna og heilivágurin kann ordinerast einstaka
borgaranum.
Samanumtikið ætlar landsstýriskvinnan at endurskoða lóggávuna um apoteksverkið og heilivág og
viðgera spurningin um at loyva røktarheimum o.ø. at liggja inni við heilivági til terminalan linna.
Atlit verða í hesum sambandi tikin til viðmerkingarnar hjá viðkomandi pørtum.
Heilsumálaráðið, 3. apríl 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
074.22 Spurningur til M Stórá frá M. Mørkøre - Heilivágur innan føroysk røktarheim og heimatænastu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Magna Eliana Mørkøre, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Heilivágur innan føroysk røktarheim og heimatænastu
Spurningar:
1. Er nøkur ætlan at endurskoða lóggávu viðvíkjandi heilivági í primera geiranum?
Viðmerkingar:
Ein partur av arbeiðinum á sambýlum, ellisheimum, røktarheimum og í heimatænastuni er at geva
linnandi røkt til borgarar, ið liggja til tað síðsta - eisini kallað terminala røkt. Til hetta er ofta tørvur
á at geva heilivág.
Sum lóggávan er í dag hava sambýli, ellisheim, røktarheim og heimatænastan ikki loyvi at liggja
inni við heilivági, sum ikki er tilskrivaður einum borgara - adrenalin er undantikið.
Heilivágur, ið verður brúktur til terminala røkt, krevur læknaliga ávísing. Tað vil siga, at
heilivágurin skal koma frá apotekinum.
Røktarheim, sum liggja uttan fyri miðstaðarøkið, uppliva ofta eina avbjóðingin við at fáa heilivágin
til tíðina. Tá borgarar liggja til tað síðsta, ber tað ikki til bíða eftir Posta, har bíðitíðin kann vera upp
til tveir dagar og enn longri í vikuskiftinum. Ofta brúka avvarðandi dýrabara tíð uppá at koyra til og
frá apoteki. Tíð, sum kundi verið brúkt saman við sínum nærmastu.
Í eitt nú Danmark verður ein sokallaður tryggleikakassi brúktur. Hesin kassin inniheldur heilivág, ið
verður brúktur til terminalar borgarar, sum hava tørv á linnandi heilivági. Nøgdin røkkur til á leið
eitt samdøgur. Hetta ger, at borgarin kann fáa linnandi heilivág, so skjótt sum læknin hevur givið
ávísing.
Allir føroyingar - óansæð hvar í landinum tey búgva - hava rætt til eina virðiliga fráferð úr hesum
heimi. Soleiðis er tíverri ikki í dag, men hetta kann broytast, um røktarheim, ellisheim, sambýli og
heimatænastan sambært lógini fáa loyvi at hava eina heilivágsgoymslu til terminalan linna.
Á Løgtingi, 28. mars 2023
Magna Eliana Mørkøre

-- 1 of 1 --