52-073/2022
Talgildar viðtalur og samrøður innan heilsuverkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. apr. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
073.22 Svar frá M. Stórá til S. Bertholdsen - Talgildar viðtalur og samrøður innan heilsuverkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. apr. 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 3.apríl 2023 HMR j. nr. 23/07813-8 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-073/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um talgildar viðtalur og samrøður í heilsuverkinum, frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum at flyta heilsuverkið inn í talgilda heimin, so tað ber til at hava talgildar viðtalur og samrøður? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat hetta ítøkiliga fer at merkja fyri sjúklingin? 3. Nær kann væntast, at sjúklingurin fer at merkja ágóðan av hesum? Svar: Til spurning 1, 2 og 3 Tað eru eyðsæddir fyrimunir við at brúka fleiri av teimum talgildu møguleikunum, sum liggja í nútíðar samskiftistøkni. Fyri tað fyrsta bøtir tað um atkomuviðurskiftini. Tøknin og netsamband hava við sær, at sjúklingar ikki neyðturviliga skulu møta upp kropsliga til viðtalur í heilsuverkinum og harvið slepst undan ferðing. Samstundis kann sjúklingurin vera heima í tí umhvørvi, sum hann er tryggur í. Í Føroyum hava talgildar samrøður og viðtalur lutvíst verið brúktar í Sjúkrahúsverkinum í nøkur ár. Til dømis hevur tað verið nýtt í barna- og ungdómspsykiatriini og neurologiini, har tað ber til at brúka videofundir tá sjúklingurin er í Føroyum, og læknin er uttanlands. Koronafarsóttin hevði við sær, at nógvar viðtalur, sum áður kravdu uppmøting, broyttust til telefonviðtalur í Sjúkrahúsverkinum. Talið av telefonviðtalum trífaldaðust frá 2019 til 2022. Vit síggja framvegis á hagtølunum, at gongdin heldur fram í Sjúkrahúsverkinum. Talgildar viðtalur eru eitt framhald og ein menning av hesum slagi av viðtalum, men tað krevur røttu tøknina og venjing, og greitt er at talgildar viðtalur eru ikki hóskandi fyri øll. -- 1 of 2 -- Ein partur av strategisku málunum fyri Sjúkrahúsverkið fram móti 2025 er í størri mun at innføra talgildar loysnir í Sjúkrahúsverkinum. Hetta arbeiðir Sjúkrahúsverkið við at menna. Tá ið tað viðvíkur kommunulæknaskipanina er einki ítøkiligt arbeiði í gongd enn, við at fáa talgildar viðtalur settar í verk. Sambært Heilsutrygd, hevur hetta tó verið uppi at venda í samskifti millum Kommunulæknafelagið og Heilsutrygd, og er eitt ynski sum partarnir hava. Samanumtikið verður avgjørt mett, at talgildar loysnir, sum t.d. viðtalur og samrøður, men eisini skipanir, har borgarin t.d. kann máta blóðtrýst, brunatal og vekt heima og senda tølini til sjúkrahús ella kommunulækna, kunnu vera við til at menna viðgerðirnar í Føroyum. Landsstýriskvinnan skal viðurkenna, at tað í Føroyum ikki hevur verið stórvegis fokus á at innføra talgildar loysnir í okkara heilsuverki. Í staðin eru ávísar loysnir komnar á økjum, har serligar avbjóðingar hava verið – serliga í sambandi við læknatrot. Landsstýriskvinnan ynskir, at størri fokus verður sett á arbeiðið við at innføra talgildar loysnir í okkara heilsuverki. Ætlanin er tí, at tað í hesum valskeiðinum verður sett gongd á eitt greiningararbeiði, sum við støði í verandi royndum og vitan í okkara grannalondum, skal lýsa møguleikarnar fyri at taka talgildar viðtalur og samrøður í brúk í føroyska heilsuverkinum. Harumframt skal tað orðast visjónir og ein politikkur fyri hvørjar talgildar heilsutænastur skulu takast í nýtslu í Føroyum. Heilsumálaráðið, 3. apríl 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
073.22 Spurningur til M. Stórá frá S. Bertholdsen - Talgildar viðtalur og samrøður innan heilsuverkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. mar. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Talgildar viðtalur og samrøður innan heilsuverkið Spurningar: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum at flyta heilsuverkið inn í talgilda heimin, so tað ber til at hava talgildar viðtalur og samrøður? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat hetta ítøkiliga fer at merkja fyri sjúklingin? 3. Nær kann væntast, at sjúklingurin fer at merkja ágóðan av hesum? Viðmerkingar: Við tí samskiftistøkni, sum er tøk í dag, so eigur tað ikki at vera neyðugt hjá t.d. suðuroyingum at brúka heilar dagar í Havn til journalskriving áðrenn eina skurðviðgerð ella til samrøður um úrslitið av eini blóðroynd. Tað er bæði tíðarkrevjandi og strævið fyri sjúklingin og hevur óneyðugar eykaútreiðslur við sær fyri bæði sjúklingin og samfelagið. Suðuroyingar skulu hava møguleika fyri at fara til talgildar viðtalur og samrøður á Suðuroyar sjúkrahúsi og norðoyingar skulu hava somu møguleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so hesi sleppa undan at ferðast til meginøkið. Í visjón 2025 fyri sjúkrahúsverk Føroya stendur m.a., at tað er eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan. Latið hetta koma sjúklingunum til góðar og ikki bert verða føgur orð á pappírinum. Eitt stig tann rætta vegin er at vísa í verki, at vit hava trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir somu virðum og altíð hava sjúklingin í miðdeplinum. Á Løgtingi, 23. mars 2023 Súsanna Bertholdsen -- 1 of 1 --