← Løgtingsmál

52-072/2022

Inntøkur frá fiski- og alivinnuni síðani 2018

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. apr. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
072.22 Svar frá R. Vang M. Rasmussen - Inntøkur frá fiski- og alivinnuni síðani 2018.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. apr. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 3. apríl 2023
FMR J.nr.: 23/07720-2
Svar til fyrispurning nr. 52-072/2022 frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um inntøkur frá fiski- og alivinnuni síðani
2018.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan verið í 2018, 2019,
2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?
2. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan verið í 2018, 2019, 2020,
2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?
Til nr. 1 og nr. 2
Beinleiðis inntøkur landskassans frá fyritøkum í fiski- og alivinnu stava frá felagsskatti, kapital-
vinningsskatti, avgjaldi á fiskatilfeingi og inntøkum frá uppboðsølu.
Sum fiskivinna verður í hesum spurningi einans roknað fiskiveiða á sjónum.
Tølini fyri kapitalvinningskatt hjá feløgum og skatt av vinningsbýti hjá eigarum skulu lesast við
fyrivarni, tí talan er um bruttoskatt av staðfestum kapitalvinningi og vinningsbýti, sum feløgini
halda aftur fyri TAKS. Bæði feløg og persónar kunnu fáa linking í skattinum, um skattur eisini
verður goldin uttanlands. Tí er veruliga inntøkan frá skatti av vinningsbýti væntandi nakað minni, tí
vinningsbýti til útlendskar eigarar bara lutvíst verður skattað í Føroyum.
Fyrivarni skal takast fyri, at møguligar inntøkur av kapitalvinningsskatti, sum persónar kunnu hava
havt av kursvinningi við sølu av partabrøvum, ikki eru við. Somuleiðis eru seinni rættingar í skatti
av vinningsbýti, sum fella til persónar ikki við, tí hesar rættingar kunnu ikki skiljast sundur á
vinnugreinar.
Talvurnar 1 og 2 niðanfyri vísa samlaðu inntøkurnar frá 2018 til 2022. Parturin hjá kommununum
er ikki við í tølunum niðanfyri.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Talva 1 Alivinna
(mió. kr.) 2018 2019 2020 2021 2022
Felagsskattur (70% av tils.) 151 124 148 46 148
Kapitalvinningsskattur 116 146 114 0 64
Loyvisgjøld á alivinnu 136 140 82 196 284
Tilsamans (mió. kr.) 403 410 344 242 496
Kelda: TAKS og Leiðslukunningarskipanin.
Talva 2 Fiskivinna
(mió. kr.) 2018 2019 2020 2021 2022
Felagsskattur (70% av tils.) 41 55 36 29 21
Kapitalvinningsskattur 27 22 21 17 49
Avgjald á fiskatilfeingi 160 148 221 242 318
Uppboðssøla 143 222 73 73 63
Tilsamans (mió. kr.) 371 447 351 361 451
Kelda: TAKS og Leiðslukunningarskipanin.
Sum víst omanfyri vóru samlaðu skattainntøkurnar frá alivinnuni 242 mió. kr. í 2021 og 496 mió.
kr. í 2022.
Samlaðu skattainntøkurnar frá fiskivinnuni vóru 361 mió. kr. í 2021 og 451 mió. kr. í 2022.
Inntøkurnar frá alivinnuni og fiskivinnuni eru sostatt týðandi partar av inntøkugrundarlagnum hjá
føroyska vælferðarsamfelagnum.
Harafturat kann leggjast afturat, at vaksandi inntøkurnar frá loyvisgjaldi í alivinnuni og frá
uppboðssølu og avgjaldi í fiskivinnuni eru við til at breiðka skattagrundarlagið.
Tinganes, 3. apríl 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
072.22 Spurningur til R. Vang frá M. Rasmussen - Inntøkur frá fiski- og alivinnuni síðani 2018.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Inntøkur frá fiski- og alivinnuni síðani 2018
Spurningar:
1. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan verið í
2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?
2. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan verið í
2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?
Viðmerkingar:
Fiskivinnan og alivinnan eru fíggjarligu grundsúlurnar undir føroyska samfelagnum.
Seinastu árini hevur gingið misjavnt við fiskivinnuni. Heimaflotin hevur havt tað
trupult í mong ár, meðan serliga uppsjóvarvinnan hevur havt nøkur góð ár.
Hjá alivinnuni hevur gingið væl seinastu árini.
Sveiggj eru altíð í vinnugreinum, sum hava við sjógvin at gera, og sveiggini hava tí
stóra ávirkan á fíggjarligu fortreytirnar í føroyska samfelagnum og eisini hjá
landskassanum.
Eg havi í tveimum umførum sett líknandi fyrispurning og havi tí fingið samlaðu
inntøkur landskassans í báðum vinnum frá 1997 og fram til og við 2017.
Seinastu árini hava verið hendingarík í báðum hesum vinnum og er tí áhugavert at
frætta, hvussu hetta hevur ávirkað inntøkur landskassans fíggjarliga.
Á Løgtingi, 21. mars 2023
Magnus Rasmussen

-- 1 of 1 --