← Løgtingsmál

52-071/2022

Fólkaheilsa

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. apr. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
071.22 Svar frá M. Stórá til J. Joensen - Fólkaheilsa.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • www.hmr.fo • hmr@hmr.fo
Løgtingið
Tinghúvegur 1-3,
100 Tórshavn
31. mars 2023
HMR J. nr.: 23/07474-3
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-071/2022 eftir § 52a í tingskipanini um fólkaheilsu, frá Jóhannis
Joensen, løgtingsmanni, settur Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga?
2. Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna hjá
føroyingum?
3. Verður arbeitt við fólkaheilsuátøkum tvørtur um aðalráð?
Svar:
Til spurning 1: Er ætlanin at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga?
Ja, ætlanin er at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga. Heilsupolitikkur sum heild og
herundir átøk at fremja fólkaheilsuna hjá føroyingum hava høga raðfesting hjá samgonguni. Í
samgonguskjalinum er millum annað ásett, at átøk at betra um fólkaheilsuna verða styrkt. Sum eitt
ítøkiligt dømi verður nevnt, at átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast.
Harumframt er tað er eisini eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2022, at ein nýggj
fólkaheilsuætlan skal orðast, ið leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum
heild.
Nógv viðurskifti eru sannlíkt broytt síðani 2006 tá fyrsta fólkaheilsuætlanin var gjørd. Ætlanin er
at fara undir hetta arbeiðið á heysti 2023.
Til spurning 2: Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna
hjá føroyingum?
Av tí, at tað er ásett í samgonguskjalinum, at átøkini í Krabbameinsætlanini skulu fremjast fari eg
í fyrstu atløgu at leggja meg eftir at seta tilmæli úr hesi ætlan í verk.
Í Krabbameinsætlanini verður víst á, at sambært krabbameinsætlanini hjá ES, nevnd Den
europæiske kræfthandlingsplan (2021) ber til at fyribyrgja umleið 40% av øllum

-- 1 of 2 --

HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Síða 2 av 2
krabbameinstilburðum í Evropa. Krabbameinstilburðirnir kunnu fyribyrgjast við at minkna um
vandatættirnar.
Tað er vísindaliga prógvað at samband er millum vandatættir og lívsstílssjúkur. Ymsu
vandatættirnir økja um vandan fyri at fáa eina ella fleiri lívstílssjúkur. Somuleiðis er tað prógvað,
at vandin fyri at gerast sjúk/sjúkur kann minkast um tann einstaki minkar um vandatættirnar.
Vandatættir eru m.a. royking, skeivur kostur, ov lítil rørsla, ovurnýtsla av rúsdrekka og ósunn vekt.
Lívsstílssjúkur eru t.d. krabbamein, diabetes, hjarta-æðrasjúkur og sálarlig líðing.
Í tí partinum í Krabbameinsætlanini, sum snýr seg um, hvussu krabbamein kann fyribyrgjast, eru
11 tilmæli, ið snúgva seg um sjúkufyribygjandi og heilsufremjandi átøk, sum hava til endamáls at
betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Av hesum tilmælunum snúgva seks tilmælir seg um átøk
at minka um royking. Av tí, at tað er ásett í samgonguskjalinum, at átøkini í Krabbameinsætlanini
skulu fremjast og royking er tann størsti einstaki vandatátturin, fari eg í næstum at taka stig at fara
undir arbeiðið at seta tilmælini, sum snúgva seg um at tálma royking, í verk. Hetta arbeiðið fer at
verða gjørt í samstarvi við viðkomandi partar, herundir viðkomandi aðalráð. Eftir hetta verður
farið undir at seta hini fyribyrgjandi tilmælini í Krabbameinsætlanini í verk.
Umframt tilmælini í Krabbameinsætlanini er stórur tørvur á at seta tilmæli úr øðrum álitum í verk,
til dømis Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu, Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya og
Rúsevnisheildarætlanini. Fleiri av tilmælunum í álitunum fevna um málsøkir hjá fleiri
landsstýrisfólkum. Eg fari tí í næstum at samskifta við viðkomandi landsstýrisfólk um at fara undir
arbeiðið at seta tilmæli úr álitunum í verk.
Umframt tey politisku átøkini, sum eg arbeiði við, eru tey ítøkiligu átøkini, ið nýstovnaða
Fólkaheilsustýrið arbeiðir við á fólkaheilsuøkinum. Av teimum ítøkiligu átøkumum, sum
Fólkaheilsustýrið arbeiðir við kunnu nevnast at gera kunningartilfar um vandan við royking,
ráðgeving um heilsugóðan kost og átøk at eggja til heilsugóðar matvanar, átøk at tálma rúsdrekka
ovurnýtslu, átøk at fremja rørslu og ABC fyri sálarliga heilsu. Afturat hesum ger Fólkaheilsustýrið
kanningar, sum lýsa ymisk viðurskifti, ið ávirka fólkaheilsuna, t.d. ESPAD kanningarnar (kanna
m.a. royki-, rúsdrekka- og rúsevnisvanar hjá 15 til 16 ára gomlum) og “Hvussu hevur tú tað”
kanningin.
Til spurning 3: Verður arbeitt við fólkaheilsuátøkum tvørtur um aðalráð?
Arbeiðið at fremja fólkaheilsu er víðfevnt, og tí hoyra átøk hesum viðvíkjandi undir málsøki hjá
ymsum landsstýrisfólkum og harvið aðalráðum umframt øðrum. Ein fortreyt fyri, at munadygg
úrslit kunnu røkkast á fólkaheilsuleið er, at arbeitt verður breitt, tvørgeiraligt, tvørfakligt og
tvørturum aðalráð við átøkunum. Eg fari at bjóða øllum viðkomandi pørtum, herundir ymsu
aðalráðunum, at vera við í arbeiðinum at betra um fólkaheilsuna í Føroyum. Sum dømi um
viðkomandi aðalráð at samstarva við eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Almanna- og
mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Umhvørvismálaráðið.
Heilsumálaráðið, 31. mars 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
071.22 Spurningur til M. Stórá frá J. Joensen - Fólkaheilsa.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Fólkaheilsa
Spurningar:
1. Er ætlanin at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan føroyinga?
2. Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna
hjá føroyingum?
3. Verður arbeitt við fólkaheilsuátøkum tvørtur um aðalráð?
Viðmerkingar:
Í longri tíð hevur tosað verið um, at føroyingar fáa alsamt ósunnari matvanar. Millum
annað er hetta nakað, Fólkaheilsuráðið hevur ávarað um. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt
fleiri tilmæli og framleitt nógv upplýsandi tilfar, men kortini stendur trupulleikin við,
og talið av føroyingum við ógvusligari yvirvekt er vaksandi. Tað er ein sannroynd, at
yvirvekt, kropsligt óvirkni og kostur hongur saman við sannlíkindum at fáa ávísar
álvarsligar sjúkur, herundir hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein.
Í 2006 varð Fólkaheilsuætlan føroyinga gjørd við ítøkiligum ætlanum á
fólkaheilsuøkinum fyri árini 2006 til 2009. Síðani hevur eingin fólkaheilsuætlan verið
gjørd.
Samstundis hevur Búskaparráðið leingi ávarað um manglandi haldføri í búskapinum.
Víst hevur verið á, at fyribyrgjandi innsatsur á heilsuøkinum er við til at betra um
búskaparliga haldførið upp á sikt. Jú færri sjúk eru, tess minni tørvur er á heilsurøkt.
At betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum er tí ikki bara eitt mál fyri tann einstaka,
men eitt mál fyri alt samfelagið.
Samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum at endurskoða mvg-lógina við tí
fyri eyga at gera gerandismatvørur bíligari. Her kundi landsstýrið nýtt høvið at gera
fólkaheilsuátøk við at gera heilsugóðar matvørur bíligari. Ein annar háttur at fremja
heilsupolitikk á øðrum málsøkjum er við at gera reglur fyri handlarnar um, at góðgæti
skal vera í einari ávísar frástøðu frá kassanum.
Fyri at fáa greiðu á, hvussu landsstýrið arbeiðir við fólkaheilsu, verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 20. mars 2023
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --