← Løgtingsmál

52-070/2022

Dygd og stuðul til stráfóður

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mar. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
070. 22 Svar frá H. Hoydal til Eiriki í Jákupsstovu - Dygd og stuðul til stráfóður.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 27. mars 2023
J.nr.: 23/07565
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-071/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni,
um dygd og stuðul til stráfóður
Spurningarnir vóru var soljóðandi:
1. Hvussu stór mongd av stuðlaðum stráfóðri hevur verið framleidd seinastu árini?
2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at gera dygdina av stráfóðrinum til eitt atlit, sum
stuðulin verður goldin út eftir?
3. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at lata upp fyri, at eisini onnur enn tey, ið fáast
við vinnuligt neyta- ella seyðahald kunnu gerast partur av skipanini við
stráfóðurstuðli?
Til spurning 1
Í talvuni niðanfyri síggjast upplýsingar um umsóknir, nøgdir og útgoldnan stuðul seinastu
fimm árini.
Á hvørjum ári verður hjá uml. 20 tilvildarliga valdum umsøkjarum kannað, um samsvar er
millum umsókn og veruligu stráfóðurmongdina. Í 2022 vórðu kortini at kalla allir umsøkjarar
kannaðir, og gott 100 fóðursýni vórðu tikin.
Ár Umsóknartal Mongd (hoyggj,
súrhoyggj og
rullubyrðar
umroknað til
javnsett fóður í
kubikkmetrum)
Mongd av
stráfóðri, ið
stuðul varð
játtaður til
(kubikkmetrar)
Útgoldin stuðul
(kr. fyri
kubikkmeturin)
2018 77 22.132 22.097 231,10 kr.
2019 93 23.723 23.639 214,90 kr.
2020 104 22.014 21.996 230,94 kr
2021 113 23.461 23.437 216,72 kr. Gott summar
2022 111 19.864 19.826 256,19 kr. Vánaligt summar

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Til spurning 2
Við heimild í kunngerð um stuðul til landbúnaðin hevur landsstýrismaðurin møguleika at treyta
stuðulin av stráfóðurdygdini, t.e. góðskukrøv frá Búnaðarstovuni. Búnaðarstovan arbeiðir við
at finna eina verkligt skynsama loysn, so stuðulin kann vigast eftir dygdini á stráfóðrinum. Í
hesum sambandi hevur Búnaðarstovan, saman við stráfóðurkanningunum í 2022, tikið sýni til
eina fóðuranalysu. Slíkar fóðuranalysur eru kostnaðarmiklar, og roknast má við einum kostnaði
upp á 100-125.000 kr. um árið, skulu slíkar kanningar brúkast at staðfesta dygd á stráfóðri.
Hetta verður ikki mett at vera ein skynsom loysn, men Búnaðarstovan arbeiðir víðari við
málinum.
Til spurning 3
Búnaðarstovan hevur, eins og ávísir bøndur, víst á, at tað helst er skilagott at broyta skipanina
við stráfóðurstuðli soleiðis, at tað ber til at framleiða stráfóður at selja uttan at hava djór. Hetta
hevði helst eggjað til, at størri partur av bønum varð brúktur til at fáa meira av føroyskum
stráfóðri til vegar, og tá verður komið málinum um, at stráfóður í mestan mun skal vera
føroyskt, munandi nærri.
Í landbúnaðarpolitikkinum, sum verður gjørdur í løtuni, verður eisini stuðulin til stráfóður
viðgjørdur, og endamálið er – eins og frammanundan – at fáa so nógv dygdargott føroyskt
stráfóður sum gjørligt. Leggjast kann afturat, at í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023
er skotið upp at hækka stráfóðurstuðulin við einari knappari millión.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. mars 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
070. 22 Spurningur til H. Hoydal frá Eiriki í Jákupsstovu - Dygd og stuðul til stráfóður.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Dygd og stuðul til stráfóður
Spurningar:
1. Hvussu stór mongd av stuðlaðum stráfóðri hevur verið framleidd seinastu
árini?
2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at gera dygdina av stráfóðrinum til eitt
atlit, sum stuðulin verður goldin út eftir?
3. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at lata upp fyri, at eisini onnur enn tey, ið
fáast við vinnuligt neyta- ella seyðahald kunnu gerast partur av skipanini við
stráfóðurstuðli?
Viðmerkingar:
Játtanin til stráfóðurstuðul verður sambært uppskotinum til fíggjarlóg hækkað við
920.000 krónum, so samlaða avsetingin til stuðulin er 6.000.000 kr.
Tað er greitt, at stráfóðurstuðulin hevur virkað rímiliga væl sum skipan, og at ein
størri partur av føroyskum stráfóðri verður gagnnýttur, sum hevur við sær, at minni
fóður verður innflutt. Harvið verða vit meira sjálvveitandi, samstundis sum okkara
egna tilfeingi verður betur gagnnýtt.
At skipanin gjøgnum seinastu árini eisini hevur verið víðkað, hevur eisini havt við
sær, at nýtslan av stuðlinum hevur verið størri, og onkuntíð hevur verið at frætt, at
talið av umsóknum hevur verið so mikið stórt, at játtanin til hendan stuðulin ikki
hevur rokkið til.
Somuleiðis hevur í fleiri umførum verið ført fram, at tað er ein avbjóðing í skipanini,
at stráfóður við púra ymiskari dygd fær júst tann sama stuðulin. Tað kann møguliga
hava við sær, at stuðul verður veittur til fóður, sum illa er egnað til fóður, samstundis
sum tað í mun til stuðulin ikki loysir seg at gera sær ómak í fóðurframleiðsluni.
Tað er hartil ikki óhugsandi, at onnur enn tey, ið fáast við vinnuligt neyta- ella
seyðahald, hava ein áhuga í at framleiða stráfóður við útgangsstøði í hesari
stuðulsskipan. Til dømis um ætlanin bert er at hava eina vinnuliga
stráfóðurframleiðslu, sum síðan verður seld til tey, ið hava annan landbúnað.
Á Løgtingi, 15. mars 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --