← Løgtingsmál

52-069/2022

Føroyskir fangar og varðhaldsfangar í Danmark

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mar. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar upp á § 52 a fyrispurning frá Lilja Weihe.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
069.22 Spurningur til A. V. Johannesen frá L. Weihe - Føroyskir fangar og varðhaldsfangar í Danmark.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Føroyskir fangar og varðhaldsfangar í Danmark
Spurningar:
1. Hví verða føroyskir fangar, sum eru handtiknir og fongslaðir í Føroyum, sleptir
út á gøtuna í Danmark heldur enn at verða fluttir heim til Føroyar, har teir vóru
frælsistiknir av fyrstan tíð?
2. Eru tilmælini um samstarv millum Kriminalforsorgina og Almannaverkið tikin
til eftirtektar og byrjað?
3. Er nakað skipað samband millum føroyskar og danskar myndugleikar um
føroyskar fangar og varðhaldsfangar, sum eru í Danmark?
4. Hvussu tryggjar landsstýrið, at føroyskir fangar fáa virðiliga viðferð hóast
málsøkið er danskt?
Viðmerkingar:
Føroyingar verða á hvørjum ári fluttir til Danmarkar at sita dóm, og í summum førum
verða teir enntá sendir niður uttan dóm fyri at sita varðhaldsfongslaðir, meðan teir bíða
eftir, at mál teirra kemur fyri í rættinum.
Kriminalforsorgin í Føroyum, sum er donsk, hevur ábyrgdina av fangunum, tá teir eru
í Føroyum, men tað er ringt at lesa seg fram til, hvør hevur ábyrgdina av teimum, tá teir
fyrst eru komnir í danskt fongsul ella arresthús at sita. Tá verður støðan meira gruggut
og ógjøgnumskygd. Tað er uppaftur torførari at síggja, hvør hevur eftirlit við, at hesir
føroyingar, sum eru frælsistiknir, verða væl viðfarnir.
Tá føroyingar verða leyslatnir úr donskum fongslum ella arresthúsum, verða teir í fleiri
førum bara sleptir út á gøtuna, har teir eru staddir. Uttan kunning til tey avvarðandi ella
føroyska almannaverkið. Uttan nakað trygdarnet.
Málsøkið er dansk, so onki landsstýrisfólk hevur evstu ábyrgd av hesum føroyingum.
Á heysti í 2021 var frammi í miðlunum, at nú skuldi betri samstarv vera millum
Kriminalforsorgina, sum er undir donskum ræði, og Almannaverkið í Føroyum, sum
vit sjálvi varða av.
Á Løgtingi, 15. mars 2023
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --