← Løgtingsmál

52-068/2022

Útvarpið hjá KVF í tunlum kring landið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. mar. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
_ 23_06608-2 Svar til fyrispurning 52-068_2022 um útvarpið hjá KVF í tunlum kring landið 1252285_3_0.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
20. mars 2023
Mál: 23/06608-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-068/2022
Svar til fyrispurning 52-068/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um
útvarpið hjá KVF í tunlum kring landið
Spurningar:
1. Í hvørjum tunlum kring landið hoyrist útvarpið hjá Kringvarpi Føroya?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fyri, at útvarpið hoyrist í fleiri tunlum?
3. Hvør er ætlanin við hesum í tunlunum, sum eru ávegis, herundir í tunlunum norður
um Fjall, Dalstunlinum og Fámjinstunlinum?
Svar til spurning 1
Landsverk varðar av 18 tunlum, og 4 tunlar eru í gerð, sum koma í staðin fyri verandi
farleiðir hjá landinum. Harumframt eru Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eystur- og
Sandoyartunlar.
Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya hoyrist í Hovstunlinum, Hvalbiartunlinum,
Kollfjarðartunlinum, Leynatunlinum, Norðskálatunlinum, Leirvíkstunlinum, Vágatunlinum,
Eysturoyartunlinum, og Norðoyatunlinum.
Sí tengil til heimasíðu hjá Landsverki við yvirliti yvir tunlar í Føroyum.
https://www.landsverk.fo/?id=396
Svar til spurning 2 og 3
Mannagongdin hjá Landsverki er tann, at tá nýggir tunlar verða gjørdir, verða tekniskar
innstallatiónir, herímillum nýmótans trygdarútgerð løgd inn í tunlarnar.
Útbúnaður verður settur upp sum ein partur av hesi innlegging, soleiðis at útvarpið hjá
Kringvarpinum hoyrist í tunlunum.
Sostatt er ætlanin, at útvarpið hjá Kringvarpinum verður at hoyra í tunlunum Norður um
Fjall, Dalstunlinum og Fámjinstunlinum, tá teir verða lidnir.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Viðareiðistunnilin var liðugur í 2016, men útvarpið hoyrist ikki í tunlinum. Sambært
Landsverki var játtan ikki til endamálið.
Harumframt er tað soleiðis, at tá gamlir tunlar verða dagførdir, har nýmótans trygdarútgerð
verður løgd inn í tunlarnar, er ein sjálvsagdur partur av hesum, at útvarp eisini verður lagt
inn í tunnilin. Hetta varð gjørt, tá Norðskálatunnilin og Leynatunnilin vórðu dagførdir.
Her er vert at viðmerkja, at privatu rásirnar vanliga fáa í boði at vera við í tunlunum, um
tær gjalda meirkostnaðin av hesum innleggingum, ið vanliga er ein eyka sendari til hvønn
tunnil.
Áður eru eisini royndir gjørdar at seta upp útbúnað í Kollfjarðartunlinum og
Leirvíkstunlinum soleiðis, at útvarp hoyrist uttan annars at gera allar dagføringar. Tískil
hoyrist útvarpið eisini í hesum tunlum, men ikki eins væl sum, tá útvarpið er partur av
tilbúgvingini, og útbúnaðurin er heldur ikki eins haldgóður í tunlinum.
Í fjør varð útgerðin í Kollfjarðartunlinum tó dagførd, har tann nýggjara útgerðin varð løgd
inn, soleiðis at útvarpið kann hoyrast betri. Antennukaðal varð lagdur gjøgnum allan
tunnilin, og sendiútgerð sett upp, soleiðis at tað er møguligt at hoyra 6 rásir. Hetta kostar
650 tús. kr., ið er ein vegleiðandi prísur, sum kann brúkast, um ein ynskir at hoyra útvarpið
í øðrum tunlum.
Landsstýrismaðurin fer at umrøða málið við Landsverk í sambandi við
fíggjarlógaruppskotið fyri 2024.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
068.22 Spurningur til D. Holm frá Ei. í Jákupstovu - Útvarpið hjá KVF í tunlum kring landið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Útvarpið hjá KVF í tunlum kring landið
Spurningar:
1. Í hvørjum tunlum kring landið hoyrist útvarpið hjá Kringvarpi Føroya?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fyri, at útvarpið hoyrist í fleiri
tunlum?
3. Hvør er ætlanin við hesum í tunlunum, sum er ávegis, herundir í tunlunum
norður um Fjall, Dalstunlinum og Famjinstunlinum?
Viðmerkingar:
Í fleiri tunlum kring landið hoyrist útvarpið hjá Kringvarpi Føroya og í summum
førum eisini aðrar rásir, har til dømis Eysturoyartunnilin hevur sína egnu rás við
einum verki, sum er gjørt til tunnilin.
Hetta eru tænastur, sum borgarar, ið ferðast í tunlunum kring landið annaðhvørt í
sínum starvi, til og frá arbeiði ella av øðrum orsøkum eru fegin um og njóta gott av.
Tað kann eisini vera ein spurningur um trygd, har útvarpið hjá Kringvarpinum er ein
partur av tilbúgvingini. Tað er helst avmarkað, hvussu ofta tað er viðkomandi í
teimum tunlunum, har útvarpið ikki hoyrist í dag, men tað kann vera sera álvarsligt,
um ein slík støða er. Tí er tað eisini ein spurningur um kensluna av tryggleika hjá
teimum, sum brúka hesar tunlarnar.
Kringvarpsgjaldið er heldur ikki onki eftir hondini, og tað skal rindast uttan mun til,
um útvarpið hoyrist ella ikki. Tað eru helst fleiri bólkar, sum av ymiskum orsøkum
ikki brúka Kringvarpið, men tað er fyri summi ein keðilig kensla at rinda fyri eitt
útvarp, sum mann ein part av tíðini ongan møguleika hevur at hoyra.
Sum skilst er støðan kring landið ikki eins, og tí er viðkomandi at vita, hvør
tankagongd liggur aftanfyri raðfestingarnar í hesum sambandi og hvørjar
framtíðarætlanir eru á økinum.
Á Løgtingi, 8. mars 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --