← Løgtingsmál

52-067/2022

Íverksetarafeløg

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. mar. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
067.22 Svar frá H. Hoydal til E. Eidesgaard - Íverksetarafeløg.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
MINISTRY OF FOREIGN AFFAIRS, INDUSTRY AND TRADE
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Svar
upp á
§ 52 a-fyrispurning nr. 52-067/2022 frá Erling Eidesgaard, løgtingsmanni, um íverksetarafeløg
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu eru royndirnar í Føroyum við íverksetarafeløgum?
2. Hvussu nógv íverksetarafeløg eru í Føroyum í dag?
3. Hvussu nógv íverksetarafeløg eru farin á húsagang (síðan 1. januar 2017)?
4. Hvussu stóra skuld høvdu hesi íverksetarafeløg til ávikavist tað almenna og til privatar
kreditorar, tá tey fóru á húsagang?
5. Hvussu nógv partafeløg og hvussu nógv smápartafeløg, ávikavist, eru í Føroyum í dag?
6. Hvussu nógv partafeløg og hvussu nógv smápartafeløg, ávikavist, eru farin á húsagang
(síðan 1. januar 2017)?
7. Ætlar landsstýrismaðurin, at tað framhaldandi skal vera gjørligt, við 1. kr. í kapitali, at
stovna íverksetarafeløg í Føroyum?
Til nr. 1
Frá 1. januar 2017 hevur tað borið til at stovna íverksetarafeløg í Føroyum, og ár fyri ár er talið av
nýstovnaðum íverksetarafeløgum vaksið.
Royndirnar hjá Skráseting Føroya vísa, at stór umsitingarlig orka verður brúkt til vegleiðing í
sambandi við skráseting, tá íverksetarafeløg verða stovnað ella, tá broytingar skulu gerast.
Royndirnar vísa, at fleiri enn 25 % av íverksetarafeløgunum lata ikki ársfrásøgnina inn til tíðina. So
at siga øll íverksetarafeløg velja við stovnan, at ársroknskapurin ikki skal grannskoðast.
Í 2020 vóru fyrstu húsagangirnir hjá íversetarafeløgum.
Til nr. 2
Tann 10. mars 2023 vóru 617 íverksetarafeløg virkin.

-- 1 of 3 --

UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
MINISTRY OF FOREIGN AFFAIRS, INDUSTRY AND TRADE
Til nr. 3
Síðan tann 1. januar 2017 eru 108 íverksetarafeløg strikað. Av hesum eru 39 strikað, tí tey sendu inn
fráboðan um, at tey sjálv vildu halda uppat. Hini 69 íverksetarafeløgini eru strikað, tí Skráseting
Føroya sendi tey í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tí tey lótu ikki ársfrásøgn inn, ella tí leiðslan ikki
leyk krøvini. Hesi 69 íverksetarafeløgini kunnu sigast at vera farin á húsagang. Av teimum 69
feløgunum vórðu 21 koyrd konkurs í skiftirættinum. Í løtuni eru 12 íverksetarafeløg, sum enn ikki
eru strikað, men í løtuni eru undir konkursviðgerð ella undir tvingsilsavtøku.
Til nr. 4
Tað hevur ikki borið til at útvega hesar upplýsingarnar. Skráseting Føroya hevur ikki hesar
upplýsingar, tí skiftirætturin sendir ikki búuppgerðir fyri feløgini til Skráseting Føroya.
Sambært upplýsingum frá TAKS hevur stovnurin avskrivað hesar upphæddir vegna
íverksetarafeløg, sum eru strikað síðani 2017:
Mvg tils. kr. 717.586
Skattur tils. kr. 267.247
Hvørki TAKS ella Skráseting Føroya hava upplýsingar um skuld til privatar kreditorar.
Skráseting Føroya hevur upplýst, at útreiðslurnar hjá stovninum til bústjórar hjá íverksetarafeløgum,
sum eru farin á húsagang síðan 2017, eru uml. 200.000 kr. um árið. Her skal havast í huga, at tað
fyrsta íverksetarafelagið fór á húsagang í 2020.
Til nr. 5
Tann 10. mars 2023 vóru 372 partafeløg og 2941 smápartafeløg virkin í Føroyum.
Til nr. 6
Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2017 til 10. mars 2023 vóru 1150 partafeløg og smápartafeløg stovnað
(30 partafeløg og 1120 smápartafeløg). Sama tíðarskeið vórðu 599 strikað (50 partafeløg og 549
smápartafeløg). Uml. 10 % av skrásettu feløgunum í skipanini eru partafeløg.
Sambært Skráseting Føroya kann tað vera torført at finna orsakirnar til striking av feløgunum, men
upplýsast kann, at uml. 225 av hesum fóru á húsagang.

-- 2 of 3 --

UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
MINISTRY OF FOREIGN AFFAIRS, INDUSTRY AND TRADE
Útreiðslurnar hjá Skráseting Føroya av tvingsilsavtøkum fyri partafeløg og smápartafeløg síðan
2017 eru 1 mió. kr.
Samlaðu útreiðslurnar hjá Skráseting Føroya av tvingsilsavtøkum síðan 2010 eru omanfyri 3,5 mió.
kr.
Til nr. 7
Mær hevur dámt sera væl hugmyndina aftanfyri møguleikan at stovna íverksetarafeløg smidliga til
tess at stimbra nýskapan og íverksetan. Talið av íverksetarafeløgum, ið verða strikað, er kortini
lutfalsliga høgt – eisini hóast altíð hevur verið roknað við, at nógv íverksetarafeløg ikki gerast
varandi feløg.
Eg fari at biðja umsitingina, saman við Skráseting Føroya og TAKS, kanna viðurskiftini nærri og at
koma við einum tilmæli viðvíkjandi broytingum í skipanini við íverksetarafeløgum. Hetta við tí
endamáli framvegis at hava smidligar skipanir fyri íverksetarafeløg, men betri amboð at forða
møguligari misnýtslu av skipanini og at sleppa undan at ov nógv óneyðug orka verður brúkt í
umsitingini til íverksetarafeløg. Endamálið var jú upprunaliga at sleppa undan ov nógvari umsiting,
meðan nú verður lutfalsliga nógv orka brúkt upp á hesi feløg.
Verður avgerð tikin um at broyta reglurnar fyri at stovna íverksetarafeløg, krevur tað, at broytingar
verða gjørdar í partafelagslógini og fylgibroytingar í ársroknskaparlógini.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. mars 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
067.22 Spurningur til H. Hoydal frá E. Eidesgaard - íverksetarafeløg.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Íverksetarafeløg
Spurningar:
1. Hvussu eru royndirnar í Føroyum við íverksetarafeløgum?
2. Hvussu nógv íverksetarafeløg eru í Føroyum í dag?
3. Hvussu nógv íverksetarafeløg eru farin á húsagang (síðan 1. januar 2017)?
4. Hvussu stóra skuld høvdu hesi íverksetarafeløg til ávikavist tað almenna og til
privatar kreditorar, tá tey fóru á húsagang?
5. Hvussu nógv partafeløg og hvussu nógv smápartafeløg, ávikavist, eru í
Føroyum í dag?
6. Hvussu nógv partafeløg og hvussu nógv smápartafeløg, ávikavist, eru farin á
húsagang (síðan 1. januar 2017)?
7. Ætlar landsstýrismaðurin, at tað framhaldandi skal vera gjørligt, við 1. kr. í
kapitali, at stovna íverksetarafeløg í Føroyum?
Viðmerkingar:
Frá 1. januar 2017 hevur tað verið møguligt, við 1 kr. í kapitali, at stovna sokallaði
íverksetarafeløg í Føroyum. Endamálið var at stimbra íverksetan, og helst hevur
fyrimyndin verið líknandi skipan í Danmark, ið tá hevði verið í gildi síðan 1. januar
2014.
Danska stjórnin gjørdi tó av, í februar 2019, at steðga hesum aftur, eftir at ein
frágreiðing hjá danska Erhvevsstyrelsen, í septembur 2018, staðfesti, at
íverksetarafeløgini í størri mun enn aðrir partafelagsformar blivu brúkt til undandrátt,
og at feløgini settu seg í skuld, fyri síðani at fara á húsagang. Sostatt mistu bæði
landið og privatir kreditorar lutfalsliga meira pening uppá íverksetarafeløg enn uppá
aðrar partafelagsformar.
Í frágreiðingini hjá danska Ervhervsstyrelsen í septembur 2018 stóð m.a. at lesa:
"Analysen viser blandt andet, at antallet af tvangsopløsninger efter introduktionen af
iværksætterselskaber er steget mere, end hvad der var forventet. Desuden var der
usikkerhed om selskabsformen ville blive brugt til svig og momsunddragelse i videre
udstræk end andre virksomhedsformer. Analysen viser hertil, at
iværksætterselskaberne i større omfang end forventet har medført en forhøjet risiko
for svig, og at skatte- og afgiftsrestancerne for iværksætterselskaberne er næsten
dobbelt så høje som enkeltmandsvirksomheder."
Á Løgtingi, 7. mars 2023
Erling Eidesgaard

-- 1 of 1 --