← Løgtingsmál

52-066/2022

Meirvirðisgjald frá stroymingartænastum o.ø.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. mar. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
066.22 Svar frá RV til UHJ um mvg av stroymingartænastum o.ø..pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 17. mars 2023
J.nr.: 23/06472
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 66/2022 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um meirvirðisgjald frá
stroymingartænastum o.ø.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at meirvirðisgjald, sum føroyingar rinda fyri
útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., kemur í føroyska landskassan?
2. Fer landsstýrismaðurin at heita á føroysku peningastovnarnar at útvega upplýsingar um,
hvussu nógvar pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar stroymingartænastur,
spøl og forrit?
Til nr. 1 og nr. 2
Í viðmerkingunum til spurningin verður víst til eina kanning frá 2019, sum vísti, at
í minsta lagi 13,5 mió. kr. fara av landinum árliga í sambandi við meirvirðisgjald, sum føroyingar
rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l.
Sambært upplýsingum frá TAKS rinda útlendskar fyritøkur 9-10 mió. kr. í landskassan árliga í
MVG av tænastum, sum hesin fyrispurningur snýr seg um. Upphæddin er spakuliga vaksandi
sambært TAKS. Harvið kemur, sum er, ein stórur partur av meirvirðisgjaldinum, sum føroyingar
rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., í føroyska landskassan. TAKS kannar í
løtuni, hvussu tilber at fáa fleiri tænastuveitarar at lata seg MVG skráseta í Føroyum.
Víst verður eisini til fyrispurning nr. 52-084/2019 frá mai 2020: Fyrispurningur um meirvirðisgjald
av talgildum tænastum. Í svarinum til fyrispurningin varð greitt frá, at altjóða leiðreglur og
samstarv millum lond vera neyðug fyri at loysa hesa avbjóðingina.
Mett verður ikki, at tað hevði tænt nøkrum endamáli í sambandi við hetta málið, um
Fíggjarmálaráðið heitti á føroysku peningastovnarnar um at útvega upplýsingar um, hvussu nógvar
pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar stroymingartænastur, spøl og líknandi.
Til ber at meta leysliga um, hvussu nógvar pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar
stroymingartænastur, spøl, forrit o.l. Siga vit, at um 35 tús. føroyingar (aldursbólkurin 16 til 66 ár) í
miðal brúka um tvey tús. kr. árliga til tílíkar tænastur, er talan um 70 mió. kr. íroknað MVG.
Meirvirðisgjaldið av tí er 14 mió. kr. (20%), harav 9-10 mió. kr. koma í landskassan, sum er.
Tinganes, 17. mars 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
066.22 Spurningur til RV frá UHJ um mvg av stroymingartænastum o.ø.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Meirvirðisgjald frá stroymingartænastum o.ø.
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at meirvirðisgjald, sum føroyingar rinda fyri
útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., kemur í føroyska landskassan?
2. Fer landsstýrismaðurin at heita á føroysku peningastovnarnar at útvega upplýsingar um,
hvussu nógvar pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar stroymingartænastur,
spøl og forrit?
Viðmerkingar:
Tá ið vit í Føroyum keypa hald til Netflix, Disney+, Spotify, Office pakkar og aðrar
stroymingartænastur, spøl og forrit, rinda vit eisini meirvirðisgjald, sum fer av landinum. Tað eru
pengar, sum av røttum hoyra heima í landskassanum, men sum ístaðin enda antin hjá útlendskum
fyritøkum ella í danska statskassanum.
Danskir myndugleikar hava fyrr sagt, at hetta er bæði skeivt og ólógligt, men neyðug stig eru
framvegis ikki tikin fyri at fáa hetta í rættlag. Ein orsøk sigst vera, at upphæddin verður mett ov lítil.
Við støði í kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi í apríl 2019, varð mett, at í minsta
lagi 13,5 milliónir krónur fara av órøttum av landinum á hvørjum ári. Tað varð mett sum ein varlig
meting.
Sum skilst er einki til hindurs fyri, at teir fýra føroysku peningastovnarnir umvegis Felagið
Føroyskir Peningastovnar útvega Fíggjarmálaráðnum upplýsingar um, hvussu nógvar pengar
umleið føroysk gjaldkort brúka til útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l. Hetta hevði
ivaleyst givið eina nógv greiðari ábending um røttu upphæddina.
Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri, at mvg av útlendskum stroymingartænastum
skal síggjast aftur í Føroyum, og markast til mentan og list. Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 6. mars 2023
Uni Holm Johannesen

-- 1 of 1 --