52-065/2022
Heimloysi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. mar. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
065.22 Svar frá S. Stenberg til H. Pálsdóttir - Heimloysi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. mar. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 14. mars 2023 Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 Mál: 23/06137 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: AKSS Nr. 52-065/2022 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-065/2022 eftir tingskipanini § 52a til Sirið Stenberg, landsstýrismann í almanna- og mentamálum, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, um heimloysi. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaður at gera eina heildarætlan fyri at basa heimloysi í Føroyum? 2. Verður tað arbeitt við at fáa hagtøl fyri heimloysi í Føroyum? Svar: Til nr. 1 Heimloysi er eitt breitt hugtak, ið kann fevna um fleiri ymiskar støður og málbólkar, við ymsum tørvum og avbjóðingum. Orsøkin til heimloysi vísir seg at vera samansett, og hongur hetta neyvt saman við støðuni hjá tí einstaka. Talan verður tí ongantíð um eina loysn. Tvørturímóti er neyðugt at arbeiða á fleiri ymiskum mótum, og krevur hetta at fleiri partar lyfta í felag. Ásannandi at trupulleikin er samansettur, er ráðið farið undir eina tilgongd at kortleggja økið fyri at fáa nøktandi vitanargrundarlag, og út frá hesum er ætlanin at gera uppskot til, hvørji munagóð átøk kunnu gerast. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, kann støða takast til, um farast skal undir at gera eina heildarætlan, ella um arbeiðast skal við øðrum loysnum, við tí fyri eyga at basa heimloysi í Føroyum. Samstundis sum arbeitt verður við at kortleggja økið, er landsstýriskvinnan farin undir nøkur ítøkilig átøk fyri heimleys, ið hava munandi sálarligar og sosialar trupulleikar. Sum dømi kann nevnast, at Almanna- og mentamálaráðið er í samskifti við Tórshavnar kommunu um at gera nøkur felags átøk fyri at betra um korini hjá teimum heimleysu, sum -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 halda til í miðbýnum. Saman við avvarðandi pørtum er farið undir eitt arbeiði, við tí endamáli at finna fram til eina virðiliga loysn, ið gagnar øllum pørtum. Til nr. 2 Sum spyrjarin vísir á í viðmerkingunum til spurningin, hevur Hagstova Føroya nýliga kunngjørt hagtøl um gistingar á herbergum í Føroyum, og sostatt er komið væl áleiðis við hagtølunum. Tað var Almannamálaráðið, sum saman við Hagstovuni tók stig til at fara undir at menna hagtøl um heimloysi í Føroyum, og tað er sostatt Hagstovan, sum hevur savnað inn, og sum stendur fyri almannakunngerðing av hagtølunum. Sum Hagstovan skrivar á heimasíðuni í sambandi við almannakunngerðingina av hagtølunum, eru tølini gjørd eftir flokkingini “European Typology of Homelessness and housing exclusion” stytt ETHOS. Allýsingin sambært ETHOS fevnir breitt, og er býtt upp í 13 flokkingar. Tað er ikki vanligt í øðrum londum at hava almenn hagtøl um allar flokkingarnar, men at avmarka seg til tey, sum eru uttan tak yvir høvdið, og tey, sum ikki hava egnan bústað. Hagtølini, sum Hagstovan hevur almannakunngjørt, fevna um gistingar á herbergum og náttarherbergum. Ætlanin er, at hagtølini skulu víðkast til eisini at fevna um persónar, sum sova í almenna rúminum, og tað hevur ligið í kortunum, at Almanna- og mentamálaráðið skal standa fyri hesum síðsta partinum, men enn er ikki klárt at fara undir at víðka hagtølini. Arbeiðið við heimleysproblematikkinum er nú uppraðfest munandi, og stig verða tikin á fleiri mótum. Hagtøl um heimleys er ein neyðugur partur av loysnum, ið byggja á haldgott grundarlag. Tórshavn, 14. mars 2023 Sirið Stenberg landsstýrismaður -- 2 of 2 --
065.22 Spurningur til S. Stenberg frá H. Pálsdóttir - Heimloysi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. mar. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Heimloysi Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaður at gera eina heildarætlan fyri at basa heimloysi í Føroyum? 2. Verður tað arbeitt við at fáa hagtøl fyri heimloysi í Føroyum? Viðmerkingar: Í vikuni hevur Hagstovan kunngjørt uppgerð fyri gistingar á herbergunum í Føroyum. Uppgerðin vísir, at kømrini á báðum herbergunum vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør. Í november var Martin Kúrberg eisini í útvarpinum og greiddi frá, at alsamt fleiri ung í 20’unum gista á Herberginum. Hesi ungu hava oftani havt tilknýti til Kriminalforsorgina og/ella Psykiatriska depilin. Fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs er neyðugt at hava eina heildarætlan fyri, hvussu vit skulu basa heimloysi í Føroyum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 3. mars 2023 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --