← Løgtingsmál

52-064/2022

Møguleikar fyri víðari lesnaði innan vinnuligar útbúgvingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mar. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
064.22 Svar frá D. N. Joensen til B. Johannesen - Møguleikar fyri víðari lesnað innan vinnuligar útbúgvingar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. mar. 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 8. mars 2023
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-5
110 Tórshavn
Føroyar
Viðgjørt: TB
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 54-064/2022 frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe
Joensen, landsstýrismanni, um møguleikar fyri víðari lesnaði innan vinnuligar útbúgvingar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at gera fleiri «Top-Up» til styttru framhaldsútbúgvingarnar, soleiðis at tey
lesandi kunnu gerast professións bachelor í Føroyum?
2. Hvørja yvirskipaða ætlan hevur landsstýrið við styttri framhaldsútbúgvingunum?
3. Hvussu nógv eru seinastu 10 árini vorðin liðug at lesa styttri framhaldsútbúgvingar í
Føroyum? Og hvat er talið í Danmark av føroyskum lesandi?
4. Hvør er kostnaðurin av at bjóða eina ”Top Up” útbúgving innan eitt nú marknaðarførslu ella
altjóða handil?
Svar
Til 1:
Ein top-up útbúgving er ein professiónsbachelorútbúgving, sum kann takast uppá 1,5 ár, tá ið tann
lesandi longu hevur lokið eina styttri framhaldsútbúgving. Hetta er ein útbúgving, sum er á
bachelorstigi. Glasir veitir í dag fýra ymiskar útbúgvingar á bachelorstigi. Hesar eru Byggifrøði,
Innovatión og íverksetan (top-up), HD og Diplom í Leiðslu (diplomútbúgvingar).
Í løtuni fyriliggja ongar ítøkiligar ætlanir um at veita fleiri top-up útbúgvingar, men eg eri tó sinnaður
at taka tað orðaskifti og at fáa eina fakliga meting gjørda av teimum tilboðum, sum eiga at verða
boðin út, um politisk undirtøka er fyri tí.
Partur av orsøkini til at ongar ítøkiligar ætlanir fyriliggja, kemst partvís av tí, at tørvur er á at dagføra
lógarverkið, so at heimild verður at kunna veita hesar útbúgvingar uttan serloyvi. Hetta meti eg vera
eitt týdningarmikið arbeiði, sum kann leggja verandi virksemi á Glasi í eina trygga legu.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Til 2: Ætlanin er at eftirmeta verandi skipan og at endurskoða lógarverki fyri hesar útbúgvingar. Í
hesum sambandi er upplagt at byrja orðaskifti, har kjakast verður um, hvørt skipanin er góð nokk sum
hon er, um ein møguleiki kundi verið at skipa eitt vinnuakademi (erhvervsakedmi) á Glasi, ella um
Hægri Nám í størri mun eigur at verða knýtt at Fróðskaparsetri Føroya, o.s.fr.. Í hesum sambandi eiga
møguleikarnir fyri framhaldslestri fyri akademiútbúgvingarnar eisini at verða viðgjørdir og kannaðir.
Til 3: Síðan stovnanina av Glasi í 2015, vísa tøl frá Studna, at 263 lesandi hava verið innskrivað á
eina akademiútbúgving á Hægri Námi. Fyri sama tíðarskeið hava 290 lesandi verið í holt við eina
akademiútbúgving í Danmark. Í dag eru 756 føroysk lesandi í Danmark, harav eru á leið 115 í holt
við eina akademiútbúgving. Hvussu nógv av hesum samlaða tali eru í gongd við ein meritbachelor
ella yvirbygnað til eina akademiútbúgving ber ikki til at siga við teimum hagtølum vit hava.
Til 4: Mett verður, at kostnaðurin at veita eina slíka útbúgving kostar á leið 500 t.kr. fyri hvørja
lestrarhálvu. Fyri eina útbúgving, sum verður veitt í samstarvi við ein danskan lærustovn, sum t.d.
altjóða handil og marknaðarføring, er talan um 3 semestur, sum sostatt kosta á leið 1,5 mió. kr.
Harafturat fyriliggur eisini ein eingangsupphædd á 500 t.kr. til fyrireiking av útbúgvingini, umframt
lestrarstuðul til tey lesandi, sum søkja inn á útbúgvingina.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður sagt, at tá yvirbygnaðir ikki verða veittir til
akademiútbúgvingarnar, er talan um hálvar útbúgvingarleiðir. Tað er altíð ynskiligt at hava møguleika
at byggja omaná eina lokna útbúgving, og hetta skulu vit eisini stremba eftir í Føroyum, men fyri at
tryggja, at ongin misskiljing er, vil eg tó undirstrika, at ein akademiútbúgving er ein full útbúgving í
sjálvum sær, og skal ikki síggjast sum ein hálv útbúgving.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
064.22 Spurningur til D. N. Joensen frá B. Johannesen - Møguleikar fyri víðari lesnað innan vinnuligar útbúgvingar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Møguleikar fyri víðari lesnaði innan vinnuligar útbúgvingar
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at gera fleiri «Top-Up» til styttru framhaldsútbúgvingarnar,
soleiðis at tey lesandi kunnu gerast professións bachelor í Føroyum?
2. Hvørja yvirskipaða ætlan hevur landsstýrið við styttri
framhaldsútbúgvingunum?
3. Hvussu nógv eru seinastu 10 árini vorðin liðug at lesa styttri
framhaldsútbúgvingar í Føroyum? Og hvat er talið í Danmark av føroyskum
lesandi?
4. Hvør er kostnaðurin av at bjóða eina ”Top Up” útbúgving innan eitt nú
marknaðarførslu ella altjóða handil?
Viðmerkingar:
Síðani Glasir er farið undir Hægri Nám, har man bjóðar hægri útbúgvingar í Føroyum,
hava tær einastu broytingarnar verið í tali á styttri útbúgvingum, umframt eina víðari
útbúgving innan innovatión og íverksetan. Fleiri styttri víðarigangandi útbúgvingar
gera tørvin størri á víðari útbúgvingunum, sum oftast eru hálvtannað ár og verða
kallaðar “Top-Up”. Hesar útbúgvingar venda sær í stóran mun til føroysku vinnuna, ið
eisini er eitt øki, ið vit ikki hava stórt úrval av víðari útbúgving til.
Hetta er tískil at meta sum ein hálv útbúgvingarleið, tá tey flestu munna vilja lesa
víðari. Hesin møguleikin er tó ikki í nøktandi mun tøkur í Føroyum, og tey mongu
lesandi verða tí noydd at flyta av landinum við teirra familjum, tá einki tilboð er. Tað
merkir fyri tey, ið eru liðug við t.d. marknaðarførslubúskap í summar, at tey mugu til
eitt nú Danmarkar við teirra familjum, um tey ynskja gera lesnaðin lidnan.
Sum nú er, er bert innovatión og íverksetan tøk sum “Top-up”, og tað er ein sera smøl
útbúgving, sum ikki nøktar samlaða eftirspurningin fyri flestu leiðirnar á Hægri Námi.
Tí er tørvur á fleiri “Top Up”, sum gevur teimum lesandi møguleika at verða verandi í
Føroyum.
Hjá teimum, sum lesa marknaðarførslubúskap, er tørvur á framhaldandi útbúgvingum
innan t.d. altjóða handil og marknaðarføring.

-- 1 of 2 --

Ætlanin við Hægri Námi á Glasi, og øðrum útbúgvingarstovnum, eigur helst at vera,
at vit geva føroyingum møguleika at velja sær útbúgvingar, ið venda sær til føroysku
vinnuna, og at tey ikki noyðast av landinum at gera sína útbúgving lidna.
Fyri at fáa greiðu á, hvør ætlanin er á hesum økinum, verður hesin fyrispurningur
settur.
Á Løgtingi, 24. februar 2023
Beinir Johannesen

-- 2 of 2 --