52-063/2022
Dagstovnar og dagrøkt
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mar. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
063.22 Svar frá D.N.Joensen til L.Weihe - Dagstovnar og dagrøkt.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. mar. 2023
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 1. mars 2023 Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-2 110 Tórshavn Viðgjørt: HW Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-063/2022 um dagstovnar og dagrøkt, frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu fremur landsstýrismaðurin yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt? 2. Liva dagstovnarnir upp til ásetingina um starvsfólkabýtið í lógini, sum ásetur, at í minsta lagi 2/3 skulu vera námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar? 3. Hvussu vil landsstýrismaður tryggja, at børn fáa góðar og tryggar umstøður á dagstovnaøkinum? Svar Til 1: Sambært § 10 í dagstovnalógini hava kommunurnar eftirlit við dagstovnum og dagrøktum, og landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært krøvum og ásetingum í dagstovnalógini. Landsstýrismaðurin fremur hetta yvirskipaða eftirlit fyrst og fremst við samskifti og samstarvi við Kommunufelagið um, hvussu vit á konstruktivan hátt kunnu menna fakligt innihald, viðurskifti og umstøður á dagstovnaøkinum. Harumframt samskifta vit við einstakar kommunur eftir tørvi, og tá einstøk mál ella evni skulu umrøðast. Framleiðsla av hagtølum á dagstovnaøkinum er ein partur av okkara yvirskipaða eftirliti, og saman við Hagstovuni og Kommunufelagnum eru vit nú í eini tilgongd at menna okkara skipan av hagtølum á barnamenningarøkinum, soleiðis at tey eru álítandi, góðskutryggjað og altjóða sambærlig. Til 2: Í dag liva dagstovnarnir ikki upp til ásetingina í dagstovnalógini um, at í minsta lagi 2/3 skulu vera námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar. Á dagstovnaøkinum hava vit eins og á øllum vælferðarøkinum eitt starvsfólkatrot, og eitt trot á útbúgnum fakfólkum. Tískil hava vit raðfest upptøku av tveimum flokkum av námsfrøðilesandi tey komandi árini, umframt í samráð við Námsvísindadeildina gjørt tillagingar í námsfrøðiútbúgvingini, soleiðis at størri dentur verður lagdur á dagstovnanámsfrøði. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Til 3: Landsstýrismaðurin fer fyrst og fremst gjølla at nærlesa nýligt handað tilmæli frá dagstovnaráðnum um, hvussu vit kunnu tryggja, at børn fáa góðar, tryggar og mennandi umstøður á dagstovnaøkinum. Landsstýrismaðurin vil SAMAN við kommununum og øðrum viðkomandi myndugleikum og áhugapørtum tryggja menning á dagstovnaøkinum til frama fyri barnsins besta. Samgongan vil virka fyri einum lønarlyfti, og landsstýrismaðurin ynskir eina betran av arbeiðsumstøðunum á økinum, soleiðis at vit varðveita og hjúkla um okkara núverandi starvsfólk, eins og skapa atdráttarmegi til onnur at útbúgva seg og søkja sær starv innan hetta innihaldsríka og týðandi øki. Í hesum sambandi er ætlanin at gera tað lættari hjá hjálparfólkum at nema sær námsfrøðiútbúgving (eitt nú við meritútbúgving ella ískoyisskeiði). Landsstýrismaðurin er í gongd við at seta arbeiðsbólk at gera álit í sambandi við komandi dagføringar í dagstovnalógini, ið skulu bøta um yvirskipaðu karmarnar, soleiðis at okkara børn fáa enn betri umstøður á dagstovnaøkinum til at mennast. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
063.22 Spurningur til D.N.Joensen frá L.Weihe - Dagstovnar og dagrøkt.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. feb. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Dagstovnar og dagrøkt Spurningar: 1. Hvussu fremur landsstýrismaðurin yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt? 2. Liva dagstovnarnir upp til ásetingina um starvsfólkabýtið í lógini, sum ásetur, at í minsta lagi 2/3 skulu vera námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar? 3. Hvussu vil landsstýrismaður tryggja, at børn fáa góðar og tryggar umstøður á dagstovnaøkinum? Viðmerkingar: Í langa tíð hava trupulleikar verið á dagstovnaøkinum. Starvsfólk, foreldur og enntá børn rópa varskó. Vit síggja tað javnan í miðlunum. Starvsfólk á dagstovnum kæra sína neyð. Arbeiðsbyrðan er ov tung. Arbeiðsumstøðurnar eru ikki nøktandi. Men ongin lurtar. Av tí sama leita námsfrøðingar sær í onnur størv, ikki bara innan teirra egna geira, men eisini innan eldraøkið og aðrar vinnur. Eisini foreldur vísa á sína ómegd. Ferð aftaná ferð hoyra vit um foreldur, sum ikki fáa gerandisdagin til at hanga saman, tí dagstovnar ikki hava umstøður at veita teirra kjarnuuppgávu – at virka fyri uppaling og menning av børnunum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu, sum tað stendur í lógini. Og eisini børnini hava fingið nokk. Herfyri hoyrdu vit í miðlunum um lítlan drong, sum ikki tímdi í barnagarð longur. Barnagarðurin, sum annars sambært endamálinum í omanfyri nevndu lóg, átti at givið honum eitt trygt og mennandi umhvørvi. Men soleiðis er eftir øllum at døma ikki í løtuni. Á Løgtingi, 17. februar 2023 Liljan Weihe -- 1 of 1 --