← Løgtingsmál

52-062/2022

Eftirmeting av Málráðnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. feb. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
23-04711 Svar upp á § 52a fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá Johan Dahl.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
27. februar 2023
Mál: 23/04711
Tygara skriv:
Viðgjørt: AJ
Nr. 52-062/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um eftirmeting av Málráðnum, settur landsstýrismanninum í almanna-
og mentamálum, Sirið Stenberg
Spurningar:
1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri at
viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráðið og eftirmetingina av
Málráðnum frá 18. november 2016?
2. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri
Løgtingið til viðgerðar?
3. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?
Svar til spurning 1:
Ætlanin er at gera eina frágreiðing sambært lóg um málráð, hvørt lógin virkar eftir ætlan og
kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.
Eg fari í samráð við Málráðið at leggja eina tíðarætlan fyri arbeiðið, sum eg vænti kann byrja
tíðliga í vár.
Svar til spurning 2:
Ætlanin er ikki at leggja eftirmetingina frá 2016 fyri Løgtingið til viðgerðar. Hildið verður
ikki, at hon er tíðarhóskandi longur. Tá Løgtingið fær høvið at viðgera eina frágreiðing,
verður hildið, at hon eigur at taka støði í viðurskiftum, sum eru viðkomandi í dag.
Svar til spurning 3.
Ein nýggj frágreiðing verður løgd fram so skjótt, sum til ber, væntandi í summar ella í heyst.
Tórshavn, 27. februar 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
062.22 Spurningur til S. Stenberg frá J. Dahl - Eftirmeting av málráðnum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Eftirmeting av Málráðnum
Spurningar:
1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið
fyri at viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráðið og
eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
2. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd
fyri Løgtingið til viðgerðar?
3. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?
Viðmerkingar:
Ásett er í § 10, stk. 3 í løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð, at
landsstýrismaðurin eftir 3 árum skal leggja frágreiðing fyri Løgtingið, um hvørt lógin
virkar eftir ætlan og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd
og Navnanevnd í somu lóg.
Undirritaði spurdi eisini í fjør summar um hesi viðurskifti, og táverandi
landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum gav í svarinum lyfti um, at ein nýggj
frágreiðing skuldi leggjast fram seint í 2022 ella tíðliga á vári í ár.
Enn er ongin frágreiðing løgd fyri tingið, og síðan er komið nýtt landsstýrisfólk innan
økið. Tí verða hesir spurningar settir nýggja landsstýrismanninum í mentamálum fyri
at fáa upplýst, hvat støðan er í hesum málinum, og nær ítøkiliga ein frágreiðing verður
løgd fram.
Tað er enn ongin frágreiðing og eftirmeting av Málráðnum løgd fyri Løgtingið,
soleiðis sum lógin ásetur. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 15. februar 2023
Johan Dahl

-- 1 of 1 --