← Løgtingsmál

52-061/2022

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku (uppfyljgandi spurningar)

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. feb. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
061.22 Svar frá S. Stenberg til H. Abrahamsen - Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek (uppfylgjandi spurningar).pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagf.: 17. feb. 2023
Mál: 23/03591-3
Viðgjørt: Heri Petersen
Nr. 52-061/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni,
ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku (uppfylgjandi spurningar), settur
landsstýrismanninum í almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrið at broyta løgtingslógina um almannatrygd og tænastur og/ella
tilhoyrandi kunngerð, soleiðis at frítíðarløn frá arbeiðsplássum ikki verður mótroknað
í endurgjaldinum fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis
ber brek ella hevur varandi sjúku?
Svar:
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur er
ein veiting, ið kemur í staðin fyri løn. Tað merkir, at ein persónur, sum móttekur veitingina,
ikki forvinnur sær rætt til frítíð frá arbeiðsgevara í tíðarskeiðinum, hann ikki móttekur
arbeiðsløn, og tað er orsøkin til, at frítíðarløn verður løgd aftrat veitingini frá
Almannaverkinum.
Skipanin virkar væl hjá teimum, sum støðugt fáa veitingina, og sum varandi eru í skipanini.
Hevði frítíðarlønin ikki verið mótroknað, so hevði móttakarin fingið veiting svarandi til meira
enn 12 mánaðir um árið. Persónar, sum fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í eitt avmarkað
tíðarskeið, har endurgjaldið ikki fellur á tann mánaðin, har frítíðarlønin verður útgoldin, hava,
sum landsstýriskvinnan skilir, heldur ikki trupulleikar av útgoldnari frítíðarløn.
Spyrjarin vísir í viðmerkingunum til hendan spurningin til eitt dømi, har ein borgari er heima í
eitt avmarkað tíðarskeið, sum fellur á tann mánaðin, tá frítíðarlønin verður útgoldin. Í hesum
føri livir persónurin av frítíðarlønini í mai mánað, og fær hann sostatt ikki frítíðarløn ella løn,
tá hann seinni skal halda feriu. Lóggávan er ikki greið í mun til, hvussu hesi málini skulu
handfarast. Yvirskipaða endamálið við lógarásetingini og kunngerðini er, at borgarin ikki skal
vera fyri inntøkumissi, tá tað er neyðugt at vera heima hjá barninum (tó kann endurgjaldið fyri
mista arbeiðsinntøku ikki vera hægri enn 25.832 kr. um mánaðin). Landsstýriskvinnan er av tí
fatan, at rættur til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í ferium ikki skal vera tengdur at
tíðarskeiðinum, sum viðkomandi er burtur frá arbeiði.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Síða 2 av 2
Tað er løgtingslógin, ið ásetir yvirskipaðu treytirnar fyri fáa rætt til veitingina, meðan t.d.
úrtokningargrundarlagið fyri endurgjaldið og mótrokningarreglurnar í sambandi við aðra
inntøku er ásett í kunngerð.
Landsstýriskvinnan er farin undir at fyrireika tillagingar í kunngerð um endurgjald fyri mista
arbeiðsinntøku. Hon fer í hesum sambandi at kanna, um neyðugt er at gera greiðari ásetingar
um mótrokning av frítíðarløn, soleiðis at tey, sum í avmarkað tíðarskeið fáa endurgjald fyri
mista arbeiðsinntøku, eisini fáa endurgjald fyri frítíð.
Tórshavn, 17. februar 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
061.22 Spurningur til S. Stenberg frá H. Abrahamsen - Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek (uppfylgjandi spurningar).pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek
ella hevur varandi sjúku (uppfyljgandi spurningar)
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrið at broyta løgtingslógina um almannatrygd og tænastur og/ella tilhoyrandi
kunngerð, soleiðis at frítíðarløn frá arbeiðsplássum ikki verður mótroknað í endurgjaldinum
fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur
varandi sjúku?
Viðmerkingar:
Fyri nøkrum vikum síðani setti eg ein § 52a fyrispurning um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í
sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku (tingmál nr. 52-
057/2022). Spurt varð, hvør orsøkin er til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við
ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri
frítíðarløn? Eisini varð spurt, um landsstýrið ætlar at broyta hesa ásetingina?
Landsstýrismaðurin svaraði, at nevndu fólk fáa endurgjald við frítíðarløn. Tað er rætt, men
spurningurin snúði seg ikki um at fáa frítíðarløn av endurgjaldinum. Spurningurin snúði seg
harafturímóti um at frítíðarløn frá øðrum arbeiðsplássi verður mótroknað í útgjaldinum.
Um til dømis eitt barn skal undir skurð í apríl, og annað av foreldrunum tí má vera heima í apríl og
mai, so fáa tey ikki endurgjald fyri mai, tí tá verður frítíðarlønin frá arbeiðsplássinum útgoldin.
Skulu tey so í feriu í juli, so fáa tey einki tá, tí frítíðarlønin sum tey áttu til góðar, bleiv brúkt í mai.
Eg seti tí henda uppfylgjandi spurningin.
Á Løgtingi, 6. februar 2023
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --