← Løgtingsmál

52-060/2022

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. feb. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
060.22 Svar frá A. V. Johannesen til J. Dahl - Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 60/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V.
Johannesen, løgmann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um tilbúgving í sambandi
við kreppustøðu í Føroyum
Spurningar:
1. Í hvønn mun heldur løgmaður, at spenta støðan í Europa við framhaldandi kríggi
í Ukraina kann ávirka Føroyar?
2. Hvørji øki í føroyska samfelagnum heldur løgmaður kunnu verða rakt av
krígsstøðuni í Ukraina?
3. Um so er, at Føroyar hava eina tilbúgving - tilbúgvingarskipan og tilbúgvingarætlan
- um ein kreppustøða tekur seg upp sum avleiðing av krígsstøðuni í Ukraina, hvat
inniheldur henda tilbúgving?
4. Um Føroyar ikki hava eina tilbúgving, sum nevnd í spurningi 3, heldur løgmaður,
at tørvur er á slíkari tilbúgving, og hevur løgmaður nakrar ítøkiligar ætlanir og
tíðarætlan fyri, hvussu hendan skal fyrireikast, skipast og setast í verk?
5. Hava landsmyndugleikar gjørt nakað yvirlit yvir vørur, tænastur, hjálparátøk, útgerð
o.a., sum eigur at vera á goymslu og tøkt til nýtslu í ávíst tíðarskeið, um kreppustøða
tekur seg upp - eitt nú neyðsynjarvørur sum matur, heilivágur, olja o.a.?
Svar til spurning 1 og 2
Tað er sjálvandi torført at meta um.
Ein faklig meting í løtuni er, at krígshóttanin móti Norðurlondum er rættiliga avmarkað.
Tískil er tað lítið sannlíkt, at føroyska samfelagið verður rakt beinleiðis av krígsstøðuni.
Føroyska samfelagið kann kortini merkja avleiðingar meira óbeinleiðis.
Brúka vit tilbúgvingartørvin og váðamyndina hjá hinum norðurlendsku londunum sum
grundarlag, ber til at vísa á hesi samfelagsøki, sum kunnu vera hótt:
• møgulig álop á nettrygdina (cybertrygd), við avleiddum avleiðingum fyri virkisførið
hjá samfelagnum.
• møguligar avbjóðingar við vøru- og tænastuveitingum.
• møguligar avbjóðingar við nøktandi orkuveiting, serliga olju og gass.

-- 1 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Svar til spurning 3 og 4
Eitthvørt land eigur at hava eina sterka tilbúgving, ikki minst tá ræður um atgongd til
neyðsynjarvørur sum mat, vatn, orku, heilivág og aðrar neyðsynjarvørur.
Føroyar hava eina tilbúgvingarskipan og - samskipan, hvørs endamál millum annað er at
tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, tá ið
skaðahendingar ella vanlukkur raka.
Okkara tilbúgvingarskipan og -samskipan er rótfest í løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012
um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin). Lógin staðfestir aðalregluna um økisábyrgd (á donskum
sektoransvar), ið merkir, at tað er hvør landsstýrismaður einsæris, sum skal tryggja eina
nøktandi tilbúgving fyri sítt ábyrgdarøki. Tað vil eisini siga, at tann myndugleiki, sum í tí
dagliga útinnir uppgávur, eisini skal útinna uppgávurnar, tá tilbúgvingarstigið fer út um tað
vanliga, tá ið skaðahendingar ella vanlukkur raka.
Í hesum liggur ein ábyrgd hjá hesum myndugleikum at gera tilbúgvingarætlanir, soleiðis at
umsitingarnar kunnu virka og at framleiðsluevnið, samferðsla, samskiftiskervið og allar
grundleggjandi veitingar, so sum matur, vatn, heilivágur o.a. verða tryggjað.
Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum hevur yvirskipaðu ábyrgdina at samskipa
tilbúgvingina. Í gerandisdegnum umsitur Arbeiðs- og brunaeftirlitið, ið er sentrali
tilbúgvingarmyndugleikin í Føroyum, hesa uppgávuna.
Eftir ætlan fer Arbeiðs- og brunaeftirlitið í næstum, at seta í verk arbeiðið at menna ein
leist til eina føroyska váðamynd, soleiðis at almennu Føroyar altíð hava eina greiða felags
fatan av tilbúgvingartørvinum.
Leggjast kann afturat, at undanfarna landsstýri heitti á føroyska kreppuráðið, um at meta
um, hvørjar avleiðingar kríggið í Ukraina kundi fáa fyri føroyska samfelagið. Hugt varð
nærri at økjum sum flóttafólk, netverjutrygd, veitingartrygd og tilbúgving. Hesar metingar
hava havt við sær, at arbeitt verður við at tillaga føroysku tilbúgvingina á ymiskum økjum.
Nevnast skal eisini, at fyrstu stigini eru tikin til at Føroyar gerst limur í Haga-samstarvinum,
ið er samstarvið millum norðurlendsku londini um tilbúgving. Væntandi kemur hetta at
knýta Føroyar vitanarliga tættari at grannalondunum í tilbúgvingarhøpi.
Svar til spurning 5
Tað er ætlanin, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið framyvir skal hava ein meira virknan lut í at
tryggja, at tilbúgvingarætlanirnar hjá føroysku økisábyrgdarmyndugleikunum í nógv størri
mun eru samskipaðar.
Landsmyndugleikarnir hava í løtuni ikki eitt samlað yvirlit. Hetta eigur kortini at fyriliggja,
sum partur av tilbúgvingarætlanunum hjá ymsu økisábyrgdarmyndugleikunum, um so er,
at myndugleikarnir meta, at tørvur er á slíkum yvirlitum.

-- 2 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Til dømis eiga tilbúgvingarætlanirnar hjá heilsuverkinum og apoteksverkinum at lýsa tørvin
á at eiga heilivág á goymslu, eins og tilbúgvingarætlanirnar hjá Umhvørvisstovuni og SEV
eiga at lýsa tørvin á at eiga olju á goymslu.
Greiningar hjá undanfarnu samgongu frá 2022 bendu tó ikki á møguligar
veitingartrupulleikar, fyri millum annað olju og matvørur. Mett verður ikki, at hesi útlitini
eru versnað seinasta árið, hóast kostnaðarstøðið á ymiskum vørum er hækkandi. Annars
er tað so, at tess skjótari vit gjøgnumføra grøna orkuskiftið, jú minni tengd eru vit at hava
olju á goymslu, og harvið minni ávirkað av óstabiliteti í heiminum.
Í Tinganesi, 15. februar 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 3 of 3 --
060.22 Spurningur til A. V. Johannesen frá J. Dahl - Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum
Spurningar:
1. Í hvønn mun heldur løgmaður, at spenta støðan í Europa við framhaldandi kríggi
í Ukraina kann ávirka Føroyar?
2. Hvørji øki í føroyska samfelagnum heldur løgmaður kunnu verða rakt av
krígsstøðuni í Ukraina?
3. Um so er, at Føroyar hava eina tilbúgving - tilbúgvingarskipan og
tilbúgvingarætlan - um ein kreppustøða tekur seg upp sum avleiðing av
krígsstøðuni í Ukraina, hvat inniheldur henda tilbúgving?
4. Um Føroyar ikki hava eina tilbúgving, sum nevnd í spurningi 3, heldur
løgmaður, at tørvur er á slíkari tilbúgving, og hevur løgmaður nakrar ítøkiligar
ætlanir og tíðarætlan fyri, hvussu hendan skal fyrireikast, skipast og setast í
verk?
5. Hava landsmyndugleikar gjørt nakað yvirlit yvir vørur, tænastur, hjálparátøk,
útgerð o.a., sum eigur at vera á goymslu og tøkt til nýtslu í ávíst tíðarskeið, um
kreppustøða tekur seg upp - eitt nú neyðsynjarvørur sum matur, heilivágur, olja
o.a.?
Viðmerkingar:
Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum og hava ein rættiliga opnan búskap við
stórum altjóða samhandli ella út- og innflutningi. Tað kunnu serstøður uppstanda sum
kríggj, har vit t.d. ikki kunnu fáa fatur á teimum vørum, okkum tørvar, og sum vit
vanliga innflyta. Spurningurin er, um vit í Føroyum hava eina tilbúgvingarskipan, sum
kann tryggja, at vit gera nøktandi átøk, um serstøður taka seg upp. Tey 5 størru
Norðurlondini hava hesi stórmál á dagskránni, nú støðan í Europa er óstøðug og hevur
víst okkum, hvussu skjótt umstøðurnar kunnu broytast.
Okkara oljugoymslur til dømis rúma bert olju til nýtslu í nakrar vikur, um slík støða
uppstendur, at olja ikki kann leverast, men sum land kann ivi ikki vera um, at tørvur er
á at tryggja okkum best møguligt nakrar mánaðir fram.
Fyrispurningurin verður settur til tess at fáa at vita, um politiski myndugleikin, saman
við viðkomandi áhugabólkum í samfelagnum, hevur ella fer at taka nøkur stig til tess

-- 1 of 2 --

at fyribyrgja óneyðugum skaðiligum árinum á samfelagið, um kreppustøða tekur seg
upp.
Á Løgtingi, 3. februar 2023
Johan Dahl

-- 2 of 2 --