← Løgtingsmál

52-057/2022

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. feb. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
057.22 Svar frá S. Stenberg til H. Abrahamsen - Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagf.: 2. feb. 2023
Mál: 23/02620-4
Viðgjørt: Heri Petersen
Nr. 52-057/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av
barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av
barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri
frítíðarløn?
2. Ætlar landsstýrið at broyta hesa ásetingina?
Svar:
1. Hvør er orsøkin til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni,
ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn?
Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (og sambært tilhoyrandi kunngerð)
verður endurgjald veitt fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek
ella hevur varandi sjúku. Tað verður veitt fult endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku tó í
mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald sambært
løgtingslóg um eftirløn.
Í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum varð sett í gildi 1. januar 2021, varð bøtt
um skipanina við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku, soleiðis at frítíðarløn var løgd
afturat hámarksupphæddini, sum tá var 25.000 kr. um mánaðin. Áðrenn tað var hægst
møguliga endurgjald ásett til 25.000 kr. íroknað frítíðarløn. Tað merkti, at frítíðarlønin varð
drigin frá teimum 25.000 kr., og í praksis var hægsta endurgjaldi sostatt umleið 22.300 kr.
Eisini varð ásett í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, at hægst møguliga endurgjald
fyri mista arbeiðsinntøku verður javnað árliga. Upphæddin er í 2023 javnað til 25.832 kr.
um mánaðin.
Ein persónur við arbeiðsinntøku á t.d. 25.000 kr. um mánaðin, sum fer av
arbeiðsmarknaðinum fyri at vera um sítt barn, ið ber brek, fær hvønn mánað endurgjald fyri

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Síða 2 av 2
mista arbeiðsinntøku frá Almannaverkinum. Í hesum føri er endurgjaldið 25.000 kr.
Umframt mánaðarligu veitingina verður ein upphædd svarandi til 12 % av veitingini (í
hesum føri 3.000 kr.) veitt sum frítíðarløn. Frítíðarlønin frá Almannaverkinum verður
útgoldin fyrst í mai mánað, sum onnur frítíðarløn eisini verður. Tann mánaðin er sostatt ikki
talan um nakran inntøkumiss, og verður tískil ikki onnur veiting útgoldin frá
Almannaverkinum.
Ein persónur, sum fær endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, fær sostatt veitingina frá
Almannaverkinum í 11 mánaðir um árið. Tann 12. mánaðin fær viðkomandi frítíðarløn. Tað
merkir, at viðkomandi eisini fær endurgjald fyri inntøkumiss frá Almannaverkinum, um
hann t.d. fer í feriu í juli mánað og harvið missir løn.
2. Ætlar landsstýrið at broyta hesa ásetingina?
Soleiðis sum skipanin er í dag verður fult lønarendurgjald veitt teimum, sum eru heima hjá
barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku (tó við einum hámarki). Tað liggur sostatt ikki í
kortunum at broyta skipanina við frítíðarløn í sambandi við endurgjald fyri mista
arbeiðsinntøku. Tað kemur tó meira enn so fyri, at mál stinga seg upp, sum
almannalóggávan ikki tekur hædd fyri, og fái eg kunnleika til, at tað eru viðurskifti í
sambandi við frítíðarløn og endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, sum seta familjur í óhepna
støðu, so eri eg sinnað at taka málið upp politiskt.
Tórshavn, 2. februar 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
057.22 Spurningur til S. Stenberg frá H. Abrahamsen - Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. jan. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek
ella hevur varandi sjúku
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni,
ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn?
2. Ætlar landsstýrið at broyta hesa ásetingina?
Viðmerkingar:
Í kunngerðini um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek
ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða (kunngerð nr. 219 frá 28.
desember 2020) stendur, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður ikki veitt fyri m.a.
frítíðarløn. Tað merkir, at foreldur, ið til dømis hava eitt barn við varandi sjúku, kunnu ikki fara í
feriu við løn til dømis í juli, tí tey skuldu liva av frítíðarlønini tann mánaðin, tá hon varð útgoldin.
Tey hava tí ikki rætt til frítíð við løn, sum onnur annars hava.
Uttan iva er onkur orsøk til hesa ásetingina, og tí verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá,
hvør orsøkin er til hetta, og um hon hevur ætlanir um at gera nakra broyting hesum viðvíkjandi.
Á Løgtingi, 25. januar 2023
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --