52-056/2022
Umlættingar- og frítíðartilboð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. feb. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
056.22 Svar frá S. Stenberg til S. Nolsø - Umlættingar- og frítíðartilboð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. feb. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Nr. 52-056/2022 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-056/2022 eftir tingskipanini § 52a til Sirið Stenberg, landsstýrismann í almanna- og mentamálum, frá Sólvit Emilsson Nolsø, løgtingsmanni, um umlættingar- og frítíðartilboð. Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: Spurningar: 1. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrismaðurin við, so tørvurin á umlættingar- og frítíðartilboðum verður loystur? 2. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrismaðurin við, so tørvurin á bústovnum og sambýlum til fólk, sum bera brek, verður loystur? Svar: Almannaverkið hevur umlagt part av sínum virksemi, ið ger at fleiri børn kunnu fáa frítíðartilboð, og arbeitt verður støðugt við at finna loysnir, soleiðis at børnini, ið standa á bíðilista, fáa tilboð. Í fíggjarlógaruppskotinum, ið fall burtur, var ætlanin at hækka játtanina til frítíðartilboð. Landsstýriskvinnan heldur fast í hesi raðfesting í fíggjarlógaruppskotinum, ið verður lagt fyri Løgtingið í næstum. Orsøkin til bíðilistarnar er samansett, og tí verða spurningarnar svaraðir undir einum. Vit hava avbjóðingar, bæði í mun til at hava hóskandi hølir og starvsfólk á vælferðarøkinum. Fyri at gagnnýta starvsfólkaorkuna betur, styrkja fakligheitina, og við hesum eisini veita eina betri tænastu, er í stóran mun neyðugt at byggja størri eindir, sum tó eru skipaðar í smærri eindum, við atliti at teimum ymsu málbólkunum. Saman við avvarðandi pørtum er landsstýriskvinnan farin undir at gera eina langtíðarætlan, sum byggir víðari á arbeiðið, ið undanfarna samgonga setti í verk. Ætlanin er at gera eina ætlan fyri komandi tíggju árini, ið skal virka við til, at tørvurin á bústovnum, umlætting og frítíðartilboðum til fólk, ið bera brek, verður nøktaður. Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 3. februar 2023 Mál: 23/02412 Tygara skriv: Viðgjørt: Ann Kristina S. Simonsen -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Síða 2 av 2 Ætlanin fevnir um at byggja bústovnar, sambýlir, umlættingartilboð og virknistilboð, harundir frítíðartilboð. Miðað verður eftir at fara undir at byggja í minsta lagi ein stovn um árið komandi árini. Bygt verður kring alt landið eftir tørvi. Í løtuni eru tríggjar byggiverkætlanir í gongd í miðstaðarøkinum, ið fara at økja um talið av plássum til bú-, umlættingar- og frítíðartilboð. Tveir av hesum stovnum lata eftir ætlan upp í ár, og tann triði væntandi um ársskiftið í 2023/2024. Almannaverkið hevur gjørt leiguavtalu um ein stovn í Klaksvík, sum letur upp í ár. Í fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum, heldur landsstýriskvinnan harumframt fast við ætlanina, sum var í fíggjarlógaruppskotinum, ið fall burtur, at játta pening til ein stovn í Suðuroy. Báðir stovnar fara at hava bútilboð og umlætting. Eisini byggir Bústaðir búfelagsskapir, sum Almannaverkið ávísir til. Samstundis sum at arbeitt verður við eini langtíðarætlan, verður støðugt arbeitt við at útvega hóskandi hølir og starvsfólk fyri at gera tað møguligt at veita teimum á bíðilista neyðuga tænastu. Tørvurin á frítíðartilboði broytist frá børn eru um 10 ár til tey gerast 18 ára gomul. Ásannandi at fleiri av børnunum ikki tørva dagligt tilboð, arbeiðir Almannaverkið harumframt við klubbtilboðum um kvøldið nakrar dagar um vikuna til ung. Høvuðsendamálið er tá at geva teimum ungu eitt tilboð, sum líkist tí, ið ung fólk annars hava at fara til í frítíðini, og at tey gerast partur av einum netverki, sum kann brúkast aftrat skipaða tilboðnum, og bæði kann virka motiverandi og mennandi fyri tey. Tórshavn, 3. februar 2023 Sirið Stenberg landsstýrismaður -- 2 of 2 --
056.22 Spurningur til S. Stenberg frá S. Nolsø - Umlættingar- og frítíðartilboð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. jan. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sólvit Emilsson Nolsø, tingmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum Evni: Umlættingar- og frítíðartilboð Spurningar: 1. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrismaðurin við, so tørvurin á umlættingar- og frítíðartilboðum verður loystur? 2. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrismaðurin við, so tørvurin á bústovnum og sambýlum til fólk, sum bera brek, verður loystur? Viðmerkingar: Seinastu árini er eru alt fleiri fólk løgd afturat á bíðilistanum til bústaðar-, umlættingar- og frítíðartilboð frá Almannaverkinum. Fleiri fólk bíða eisini leingi eftir einum tilboði. Fleiri av hesum málunum eru eisini blivin almenn umvegis miðlar, har tað oftast eru foreldur, sum gera vart við manglandi tilboð til børn síni. Tað hevur verið arbeitt við fleiri loysnum. Millum annað við at útvega Almannaverkinum størri eindir. Endamálið við teimum størru eindunum hevur verið at tryggja tilboðini betur. Størri eindir hava eisini størri starvsfólkahópar við sær, ið skapa betri starvsfólkatrivnað. Frágreiðingin Í Góðum Hondum, sum varð gjørd í 2022, leggur upp til at útvega Almannaverkinum størri eindir og savna tilboðini, sum verkið skal bjóða, á færri og størri eindum. Leisturin er royndur í nøkrum førum og við góðum royndum. Seinasta dømi er gamli musikkskúlin á Frúutrøð í Havn, sum Almannaverkið umsíðir hevur fingið at brúka til frítíðartilboð. Neyðugt er at arbeiða miðvíst við at loysa trupulleikan, tí sum land hava vit bundið okkum til at veita nakrar grundleggjandi tænastur til fólk, sum hava ein serligan tørv. Hetta eiga vit at loysa sum skjótast og á skilabestan hátt. Á Løgtingi, 24. januar 2023 Sólvit E. Nolsø -- 1 of 1 --