52-055/2022
Hvussu royndist Føroyabanki í 2022
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. feb. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
055.22 Svar fra D. Holm til Á. Skaale - Hvussu royndist Føroyabanki í 2022.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 31. jan. 2023
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 31. januar 2023 Mál: 23/02093-4 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-055/2022 Svar til fyrispurning nr. 52-055/2022 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, um, hvussu Føroyabanki royndist í 2022 Spurningar: 1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimum trimum bólkunum, sum fingu loyvi at veiða á Føroyabanka? 2. Hvørjir bátar, greinað á bólkar, veiddu á Føroyabanka í 2022? 3. Hvussu stórt var veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær? 4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðudag hjá hvørjum bólki sær? Svar: Til spurning 1. Tíðaravmarkaða serskipanin fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 bar í sær, at línuskip í bólki 3 og útróðrarbátar 15-110 tons í bólki 4 fingu egnar fiskidagar - átta dagar hvør. Útróðrarbátarnir undir 15 tons í bólki 5 fingu 30 felagsdagar. Samanlagt vórðu 176 fiskidagar útskrivaðir til línuskip í bólki 3. Av hesum brúktu tey samanlagt 168 fiskidagar. 48 fiskidagar vórðu avhendir millum línuskipini í bólki 3. Samlaða talið av fiskidøgum, tillutaðir útróðrarbátum 15-110 tons, var 176. Av hesum vórðu 163 dagar brúktir. 56 dagar vórðu avhendir millum bátar í bólki 4. Útróðrarbátar undir 15 tons høvdu 30 felags fiskidagar á Føroyabanka í 2022. Teir brúktu allar fiskidagarnar. Til spurning 2, 3 og 4. Í talvunum 1, 2 og 3 er yvirlit yvir øll fiskifør, ið vóru til fiskiskap á Føroyabanka í 2022. Talvurnar vísa eisini avreiðingarvirðið og miðalvirðið pr. veiðidag. Viðmerkjast skal, at tølini fyri avreidda nøgd og avreiðingarvirði hjá bólki 3 eru ikki endalig. Onkur avreiðing hjá frystilínuskipi er ikki seld enn, og tí er nøgd og avreiðingavirði heldur ikki skrásett. -- 1 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/3 TALVA 1 : Veiða á Føroyabanka 2022 – línuskip í bólki 3, kelda: Vørn Skip Sýslunr. Kalli- bókstavir Veiðinøgd tilsamans kg Veiðivirði tilsamans, kr Brúktir fiskidagar Veiðivirði pr. dag, kr VESTURHAVIÐ VN0700 OW2009 146.403 4.465.869 15,94 280.167 KLAKKUR KG0009 OW2046 97.290 3.214.039 8,53 376.792 JÓGVAN I FD0710 OW2049 128.127 4.546.789 15,98 284.530 STAPIN FD0032 OW2065 146.750 4.518.069 15,98 282.733 KAMBUR FD0454 OW2115 45.509 1.447.970 15,98 90.611 PISON KG0476 OW2132 129.396 3.831.780 16,00 239.486 POLARSTJØRNAN KG0349 OW2319 102.138 3.274.773 15,92 205.702 KVIKK KG0477 OW2426 37.263 819.495 8,11 101.047 JÁKUP B KG0007 XPPR 32.200 1.140.862 7,96 143.324 EIVIND VA0132 XPQE 139.303 3.910.698 24,04 162.675 SANDSHAVIÐ SA0499 XPRK 45.082 1.385.974 7,96 174.117 NÚPUR KG0910 XPZB 152.734 3.135.950 15,46 202.843 Samantalt 1.202.195 35.692.267 167,86 212.631 TALVA 2 : Veiða á Føroyabanka 2022 – útróðrarbátar 15-110 tons í bólki 4, kelda: Vørn Skip Sýslunr. Kalli- bókstavir Veiðinøgd tilsamans kg Veiðivirði tilsamans, kr Brúktir fiskidagar Veiðivirði pr. dag, kr KALLANES FD0590 OW2027 29.472 702.767 7,66 91.745,07 BRANDUR KG0557 OW2198 41.637 925.043 7,90 117.094,03 BRAGD KG0642 OW2262 32.981 789.773 8,67 91.092,65 VOLUNTEER FD0387 OW2279 137.414 3.092.756 19,97 154.870,13 FISKIVARÐI VN0659 OW2366 210.570 4.620.309 35,56 129.929,95 ANRU KG0730 XPSI 354.980 8.476.581 62,65 135.300,57 LÍÐHAMAR KG0602 XPTR 33.645 744.386 7,99 93.164,74 NORÐSØKI KG0538 XPUF 60.996 1.378.414 12,54 109.921,39 Samantalt 901.695 20.730.030 162,94 127.225 TALVA 3 : Veiða á Føroyabanka 2022 – útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5, kelda: Vørn Skip Sýslunr. Kalli- bókstavir Veiðinøgd tilsamans kg Veiðivirði tilsamans, kr Brúktir fiskidagar Veiðivirði pr. dag, kr STAKKAVÍK KG0748 OW2095 11.683 276.765 3 92.255 GORDRÚGVIN FD0359 OW2114 19.297 455.852 5 91.170 KONGAVARÐI TN0366 OW2131 3.094 63.311 1 63.311 FALKURIN FD0660 OW2482 21.099 517.172 3 172.391 DALSENNI KG0301 XPF2196 8.657 192.654 3 64.218 PETUR M. TG0552 XPSY 1.700 40.160 1 40.160 FAGRAENNI KG0398 XPUP 14.905 325.314 3 108.438 ELIN JÓHANNA FD0263 XPWH 16.611 397.475 4 99.369 ANNA MARIA VA0369 XPWJ 2.236 47.223 1 47.223 LÍRABERG TN0213 XPXU 19.730 438.412 3 146.137 LILJA VA0072 XPYR 2.934 62.225 1 62.225 TRÓSTUR FD0094 XPZM 8.115 191.804 2 95.902 Samatalt 130.061 3.008.365 30 100.279 -- 2 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 3/3 Eg kann leggja afturat, at skipanin á Føroyabanka í 2022 verður eftirmett, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvat verður gjørt í 2023. Dennis Holm landsstýrismaður -- 3 of 3 --
055.22 Spurningur til D. Holm frá Á. Skaale - Hvussu royndist Føroyabanki í 2022.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. jan. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum. Evni: Hvussu royndist Føroyabanki í 2022 Spurningar: 1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimum trimum bólkunum sum fingu loyvi at veiða á Føroyabanka? 2. Hvørjir bátar, greina á bólkar, veiddu á Føroya Banka í 2022? 3. Hvussu stórt varð veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær? 4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðudag hjá hvørjum bólki sær? Viðmerkingar: Eftir, at tað bleiv staðfest, at toskurin á Føroyabanka var minkaður sera nógv, varð hesin stongdur fyri allari veiðu í 2008. Smávegis royndir hava ígjøgnum árini verið gjørdar, men ikki fyrr enn í 2022 bleiv fiskiskapur aftur skipaður á vinnuligum grundarlagi. Tó varð hetta gjørt við eini serskipan fyri bara eitt ár. Sostætt skal nýggj skipan gerast fyri 2023. Fyri at lýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn støða verður tikin til skipan fyri 2023, verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 20. januar 2023 Árni Skaale -- 1 of 1 --