← Løgtingsmál

52-054/2022

Fast track og eftirlit við útlendingum á arbeiðsmarknaðinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. feb. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
054.22 Svar frá B. K. Petersen til U. H. Johannesen - Fast track og eftirlit.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. feb. 2023

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M Á L A R Á Ð I Ð
M i n i s t r y o f J u s t i c e
1
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52-054/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen,
landsstýrismann, frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um fast track og eftirlit.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava
útlendska arbeiðsmegi í starvi, verður framt fýra ferðir árliga, sum avtalað varð, tá skipanin
við fast track varð sett í gildi?
2. Arbeiðir landsstýrismaðurin við nakrari ítøkiligari ætlan at styrkja eftirlitið við
arbeiðsgevarum, sum hava útlendingar í arbeiði, enn meira?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at vissa sær, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða,
eru kunnaðir um lønar- og setanartreytirnar, fakfelagsrættindi o.a. á føroyska
arbeiðsmarknaðinum?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa eitt eftirlit við bústaðarviðurskiftunum hjá útlendskari
arbeiðsmegi, so tað verður tryggjað, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða eitt
tíðarskeið, hava virðilig livikor?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða fast track-skipanina, so skipanin ikki kann fáa
negativa ávirkan á føroyska arbeiðsmegi, sum á summum arbeiðsplássum verður koyrd heim,
tá minni arbeiði er?
Svar til spurning 1 og 2.
Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendska
arbeiðsmegi í starvi, verður framt fýra ferðir árliga, sum avtalað varð, tá skipanin við fast track varð
sett í gildi? Arbeiðir landsstýrismaðurin við nakrari ítøkiligari ætlan at styrkja eftirlitið við
arbeiðsgevarum, sum hava útlendingar í arbeiði, enn meira?
Tað verður regluliga framt eftirlit við arbeiðs- og uppihaldsloyvum, og var tað galdandi bæði áðrenn
og eftir, at fast track-skipanin kom í gildi tann 18. november 2021.

-- 1 of 3 --

L Ø G M Á L A R Á Ð I Ð
M i n i s t r y o f J u s t i c e
2
Útlendingastovan skal frammanundan hava góðkent tær fyritøkur, sum ynskja at brúka fast track-
skipanina. Tá søkt verður um góðkenning skal fyritøkan m.a. vátta, at hon fer at yvirhalda nakrar
ásettar treytir, heruppií at yvirhalda løn- og setanartreytir, sum eru vanligar eftir føroyskum
viðurskiftum. Ein slík fast track góðkenning er galdandi fyri eitt ár í senn. Tá árið er runnið skal
fyritøkan søkja Útlendingastovuna um framleingjan. Verður Útlendingastovan varug við, at treytirnar
ikki eru hildnar kann Útlendingastovan nokta at framleingja góðkenningina. Útlendingastovan hevur
til eina og hvørja tíð møguleika til at kanna eitt mál nærri, um hon gerst varug við, at ein góðkend
fyritøka ikki yvirheldur treytirnar, og harafturat hevur Útlendingastovan møguleika at gera
tilvildarligar stakroyndir og á tann hátt hava eftirlit við góðkendum fyritøkum oftari enn eina ferð
árliga. Av tí, at skipanin er so mikið nýggj, hevur Útlendingastovan enn ikki framt tilvildarligar
stakroyndir. Útlendingastovan hevur tó kannað mál nærri, har Útlendingastovan er blivin varug við,
at fyritøkan ikki longur lýkur treytirnar.
Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI) hevur eftirlit við, at treytirnar í arbeiðs-
og uppihaldsloyvum verða yvirhildnar. Eitt arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður vanliga givið fyri 1 ár
í senn, og søkjast kann um, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið verður framlongt. Í sambandi við umsókn
um framleingjan førir SIRI eftirlit við, at treytirnar eru yvirhildnar. Sostatt fer hetta eftirlitið fram
árliga í øllum málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvir. Um so er, at SIRI gerst varug við, at lønar- og
setanartreytirnar ikki eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, kann SIRI senda Útlendingastovuni
málið til hoyringar. Í slíkum málum ger Útlendingastovan eina meting av, um fyritøkan bjóðar lønar-
og setanartreytir, sum eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum. Eitt slíkt mál kann gera
Útlendingastovuna varuga við, at ein fyritøka ikki longur lýkur treytirnar fyri at hava góðkenning til
fast track. Útlendingastovan kann í hesum førum kanna hetta nærri og taka eina góðkenning aftur.
Afturat hesum árligu eftirlitunum hjá SIRI og hjá Útlendingastovuni við lønar- og setanartreytunum
koma eftirlitsvitjanir, har Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og løgreglan kanna, um viðurskiftini hjá
útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi. Hesar eftirlitsvitjanir vóru eisini framdar áðrenn fast track kom í
gildi. Miðað verður ímóti, at slíkar eftirlitsvitjanir skulu fremjast fýra ferðir árliga við miðvísum
stakroyndum á fleiri arbeiðsplássum hvørja ferð. Landsstýrismaðurin hevur, eftir at hava samskift við
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, fingið váttan um, at neyðug orka er til at fremja eftirlitið í 2023.
Tað eru ikki ítøkiligar ætlanir um at skipa meira eftirlit enn tað, ið er nevnt omanfyri. Tó er landsstýrið
farið undir at viðgerða tær avbjóðingar, ið eru á arbeiðsmarknaðar- og útlendingaøkinum.
Svar til spurning 3
Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at vissa sær, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, eru
kunnaðir um lønar- og setanartreytirnar, fakfelagsrættindi o.a. á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
Tá søkt verður um fast track góðkenning váttar arbeiðsgevarin, at viðkomandi kunnar arbeiðstakaran
um treytirnar á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt er Útlendingastovan í gongd við at endurskoða
kravið til hesa kunning og møguliga seta upp nýggj ella fleiri krøv til innihaldið, soleiðis at tað verður
tryggjað, at allir arbeiðstakarar fáa somu kunning, óansæð hvønn arbeiðsgevara tey koma til. Tað er
longu framleitt nakað av tilfari til útlendingar í Føroyum, tó skal viðmerkjast, at tað verður arbeitt við

-- 2 of 3 --

L Ø G M Á L A R Á Ð I Ð
M i n i s t r y o f J u s t i c e
3
at gera enn meira tilfar, og serstakliga at framleiða tilfar til arbeiðstakaran, sum er skrivað á einum
lætt skilligum máli, sum eisini verður umsett til fleiri mál. Útlendingastovan ger í løtuni nýggjan
faldara til arbeiðstakaran í samstarvi við Vinnuhúsið og við umboð fyri arbeiðstakarafeløg, sum eftir
ætlan verður umsettur til fleiri mál.
Svar til spurning 4
Ætlar landsstýrismaðurin at skipa eitt eftirlit við bústaðarviðurskiftunum hjá útlendskari
arbeiðsmegi, so tað verður tryggjað, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða eitt tíðarskeið,
hava virðilig livikor?
Landsstýrið hevur fyrr sett fram ynski um at seta krøv til bústaðarviðurskifti í málum um arbeiðsloyvi
og samfylgjandi familju teirra, men Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur gjørt tað greitt, at
tað krevur eina lógarbroyting, sum setur í gildi eina reglu, ið bert er galdandi fyri Føroyar, tí ein slík
regla finst ikki í donsku útlendingalógini.
Svar til spurning 5
Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða fast track-skipanina, so skipanin ikki kann fáa negativa
ávirkan á føroyska arbeiðsmegi, sum á summum arbeiðsplássum verður koyrd heim, tá minni arbeiði
er?
Í sambandi við at avtalan um fast track varð sett í gildi, varð eingin lógarbroyting gjørd í
útlendingalógini, tí fast track-skipanin er gjørd innan karmarnar av galdandi útlendingalóg. Tí er tað
ikki fast track-skipanin í sær sjálvum, sum er atvoldin til, at føroysk arbeiðsmegi verður koyrd heim
á summum arbeiðsplássum, tá ið minni arbeiði er. Um ynski er at broyta viðurskiftini, t.d kravið um
eina arbeiðsviku á 40 tímar, krevst, at útlendingalógin verður broytt og stórir partar av skipanini
verða endurskoðaðar.
Løgmálaráðið, 1. februar 2023
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
054.22 Spurningur til B. K. Petersen frá U. H. Johannesen - Fast track og eftirlit.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jan. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Fast track og eftirlit
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum,
sum hava útlendska arbeiðsmegi í starvi, verður framt fýra ferðir árliga, sum
avtalað varð, tá skipanin við fast track varð sett í gildi?
2. Arbeiðir landsstýrismaðurin við nakrari ítøkiligari ætlan at styrkja eftirlitið við
arbeiðsgevarum, sum hava útlendingar í arbeiði, enn meira?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at vissa sær, at útlendingar, sum koma til
Føroya at arbeiða, eru kunnaðir um lønar- og setanartreytirnar, fakfelagsrættindi
o.a. á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa eitt eftirlit við bústaðarviðurskiftunum hjá
útlendskari arbeiðsmegi, so tað verður tryggjað, at útlendingar, sum koma til
Føroya at arbeiða eitt tíðarskeið, hava virðilig livikor?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða fast track-skipanina, so skipanin ikki
kann fáa negativa ávirkan á føroyska arbeiðsmegi, sum á summum
arbeiðsplássum verður koyrd heim, tá minni arbeiði er?
Viðmerkingar:
Viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru sum heild góð, men eftir øllum at
døma eru undantøk. Fjølmiðlar hava borið søgur um útlendingar í matstovuvinnuni, ið
eru illa viðfarnir.
Tað legst støðugt afturat við útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sjey prosent
av arbeiðsmegini hava nú annan ríkisborgaraskap enn danskan. Vit skulu virðismeta
stóra arbeiðið, sum útlendingar gera í Føroyum, men vit mugu hava vissu fyri, at tað er
eftir teimum lønarsáttmálum og setanartreytum, sum eru galdandi í Føroyum.
Útlendska arbeiðsmegin kemur ofta hendavegin úr láglønarlondum við øðrvísi
arbeiðsmarknaðarviðurskiftum enn okkara. Tey duga av góðum grundum ikki føroyskt,
og í øðrum førum duga tey heldur ikki enskt. Tað er av somu orsøk óvist, um tey vita,
hvar og hvussu tey skulu venda sær til myndugleikar at boða frá, um tey eru fyri órætti.
Í øðrum føri hava føroyskir arbeiðsgevarar sagt, at í teimum tíðarskeiðum, tá tað ikki
er nóg mikið av arbeiði til øll starvsfólk, verða føroysku arbeiðsfólkini ikki boðsend til
arbeiðis, tí útlendingar eru tryggjaðir 40 tíma arbeiðsviku.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 20. januar 2023
Uni Holm Johannesen

-- 2 of 2 --