← Løgtingsmál

52-051/2022

Samansetingin av limum í Sjúklingaráðnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. nov. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
051.22 Svar frá K.L.H.Johannesen til E.Samuelsen - Samansetingin av limum í Sjúklingaráðnum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. nov. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. november 2022
HMR j. nr. 22/20386-2
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-051/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um samansetingina av limum í
Sjúklingaráðnum, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Eftir hvørjum leiðreglum hevur landsstýrismaðurin valt limir í nývalda Sjúklingaráðið?
2. Hvørjar grundgevingar hevur landsstýrismaðurin fyri at velja júst hesar fimm limirnar í
Sjúklingaráðið?
3. Hvørji landafrøðilig øki eru umboðað í Sjúklingaráðnum, og hví er hendan landafrøðiliga
samansetingin vald?
Svar:
Til spurning 1
Landsstýrismaðurin hevur valt limirnar í Sjúklingaráðið í samsvar við ásetingarnar í kunngerðini
um Sjúklingaráð1.
Til spurning 2 og 3
Sambært ásetingunum í kunngerðini skulu limirnir veljast eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum
umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Í samsvar við hetta heitti
Heilsumálaráðið á sjúklingafeløgini umframt MEGD um at koma við uppskotum til limir í
Sjúklingaráðið.
Tá ið freistin var farin, hevði landsstýrismaðurin fingið 17 ymisk uppskot til limir at velja ímillum.
Út frá hesum hevur landsstýrismaðurin valt 5 limir, har atlit m.a. eru tikin til, at samansetingin er so
breið sum gjørligt – bæði tá umræður landafrøðilig øki, sjúklingafeløg og kynsbýti. Landafrøðiliga
fall valið á tveir limir úr Suðurstreymoy, ein úr Eysturoy, ein úr Vágum og ein úr Suðuroy. T.d. var
1 Kunngerð nr. 83 frá 17. august 2006 um sjúklingaráð, sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 9. september 2022.

-- 1 of 2 --

ongin limur, sum var í uppskoti, úr Norðoyggjum ella Sandoynni, og tí var ikki møguligt at velja
nakran úr hesum økjum hesaferð.
Sambært kunngerðini umboða limirnir í Sjúklingaráðnum ikki eitt ávíst sjúklingafelag ella
sjúklingabólk í ráðnum, men harafturímóti allar sjúklingar, sum verða viðgjørdir í
Sjúkrahúsverkinum. Tað kann tó nevnast, at atlit eru tikin til, at ongin av teimum valdu limunum
eru knýttir at sama sjúklingafelag, men harafturímóti fimm ymiskum sjúklingafeløgum.
Heilsumálaráðið, 15. november 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
051.22 Spurningur til K.L.H.Johannesen frá E.Samuelsen - Samansetingin av limum í Sjúklingaráðnum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. nov. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Samansetingin av limum í Sjúklingaráðnum
Spurningar:
1. Eftir hvørjum leiðreglum hevur landsstýrismaðurin valt limir í nývalda
Sjúklingaráðið?
2. Hvørjar grundgevingar hevur landsstýrismaðurin fyri at velja júst hesar fimm
limirnar í Sjúklingaráðið?
3. Hvørji landafrøðilig øki eru umboðað í Sjúklingaráðnum, og hví er hendan
landafrøðiliga samansetingin vald?
Viðmerkingar:
Í farna mánað valdi landsstýrismaðurin Sjúklingaráðið av nýggjum. Kunngerðin sigur
greitt, at landsstýrismaðurin skal velja limir eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum
umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum.
Tey valdu eru avgjørt skikkað sum limir í Sjúklingaráðnum. Men tað eru eisini onnur
sjúklingafeløg við limum, sum ikki eru umboðað í ráðnum. Hesi feløgini umboða fólk
við somatiskum sjúkum, sum í stóran mun verða viðgjørd á sjúkrahúsunum, eitt nú
hjartasjúkur og diabetessjúkur.
Haraftrat sær út til, at summi landafrøðilig øki, eitt nú Norðoyggjar, ikki eru umboðað
í ráðnum. Landsstýrismaðurin verður tí biðin um at greiða frá, hví so er.
Á Løgtingi, 07. november 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --